Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87 12 Sosialurin REGATTA & OVASTEVNA Í fleiri ár hava regattasiglingin í Sundalagnum og ovastevnan í Nólsoy ligið sama vikuskifti - ella dag um dag - soleiðis at fleiri bátsmanningar, sum luttaka í regattasigling í Sundalagnum fríggjakvøld, halda leiðina fram til Nólsoyar leygardag Vilmund Jacobsen Summarið er farið at halla, og heystið stundar til. Kappróðrarárið er liðugt, har róð hevur verið á fleiri summarstevnum - heilt frá norðoyastevnu í Klaksvík fyrsta leygardag í juni til nú á ólavsøku, tá FM-kappingini endaði. Summarstevnur og tónleika­tiltøk eru løgd aftur um, men enn eru vit slett ikki komin á mál. Føroyingar eru óførir at skipa fyri, og nú í august liggja fleiri stevnu-og festi­ val­tiltøk fyri framman. Komandi fríggjadag verður regatta í Sunda­lag­ num, og vikuskiftið komandi verður eisini ovastevna í Nólsoy. Fyri framman er eisini stóra tiltakið við Summar­ Festi­valinum í Klaksvík, eins klaksvíkingar eisini fara at skipa fyri árliga Sjó­manna­ degnum. Í Fuglafirði verður seinni í hesum mánaðinum skipað fyri Harmonikufestivali, sum eisini er Føroya størsta harmoniku­tiltak. Regatta og ovastevna Í fleiri ár hava stóra regattasiglingin í Sunda­lag­ num og ovastevnan í Nóls­oy ligið dag um dag - ja, vit kun­ nu siga, at hesi tiltøk hava gingið “hond í hond” í nógv ár. Sum víst á í aðrari grein er vanligt, at fleiri av bátunum, sum eru við í regattasiglingini av Eiði til Hós­víkar fríggjakvøld, halda leiðina fram til Nólsoyar leygar­dagin, um líkindi eru til tess. Sum árini eru liðin, er tað vorðið meira van­ligt at ferðast í báti og kamp­ing­ vogni til ymisk stevnu-og festivaltiltøk kring um í Føroyum, og umstøðurnar at taka ímóti bátum og kamp­ ingvognum eru eisini vorðn­ ar betri nógvastaðni kring landið. Vit kunnu siga, at stóru bátastevnurnar eru tríggjar í tali, men tað er ikki bara á hesum trimum stevnum, at bátar seta sín dám á stevnu- og festivaltiltøk. Hin fyrsta bátastevnan er á Toftum fyrsta viku­ skifti í mai. Síðan er báta­ stevna í Vestmanna í enda­ num av mai, og at enda er regattasigling í Sunda­ lagnum í august. Onnur bátatiltøk Bátahugnin, sum í nøkur ár hevur verið fyriskipaður í Hvalvík, er eisini vorðin eitt rímiliga stórt báta-og kamp­ ingtiltak, tó at hetta tiltak serliga snýr seg um hugna og ikki í sama mun sum onnur slík tiltøk er merkt av stórari skrá, sum fevnir um mangt millum himmal og jørð. Bátatiltakið, sum seinnu árini hevur verið fyriskipað í Søldarfirði fríggjakvøldið fyri bátafestivalin á Toftum, er eisini eitt sera hugaligt tiltak - líkt bátahugnanum í Hval­vík. Seinnu árini hevur so eisini verið skipað fyri re­ gatta fyri træseglskipum og goml­um motorbátum, sum saman hava vitjað ymsa­stað­ ni kring landið, og so­leiðis var eisini í summar. Tað er ógvuliga hug­ tak­andi at síggja gomlu og vøkru træseglskipini og gomlu motorbátarnar, og tað er eisini ógvuliga hugna­ligt at vera við í báta­um­hvørvi­ num, har bátastevnur ella bátahugni er. Ovastevna og bátar Er veðrið til vildar, plaga nógvir bátar og báts­mann­ ingar at vitja í Nólsoy á ova­ stevnu. Tað er neyvan at gera nøkrum órætt at siga, at tað ikki minst var á ovastevnu, at bátafólk longu fyri fleiri árum síðan funnu saman. Bátaumhvørvið, sum á slíkum stevnum verður skapt fram við bryggju­kanti­ num, er sera hugnaligt. Vitjað verður umborð hjá hvørjum øðrum, onkur matgerð og onkur undirheldur við ljóð­ føri og sangi. Umframt at vera ein bygdar­stevna, kann ova­stev­ na av røttum eisini sigast at vera ein stevna, har fólk, sum koma til bygd­ar í báti, hugna sær saman við bygdar­fólki og stevnu­gestum annars. Regatta og ovastevna eru í góðum samstarvi Bátaumhvørvið er sera hugnaligt. Vitjað verður umborð hjá hvørjum øðrum, onkur matgerð og onkur undirheldur við ljóðføri og sangi. Um viðrar, koma fleiri í báti til ovastevnu í Nólsoy Mynd: Evy T. Nielsen Vanligt er, at fleiri av bátunum, sum eru við í regattasiglingini í Sundalagnum og sum luttaka í hugnaliga umhvørvinum og kvøldinum í Hósvík fríggjakvøld, stevna út til Nólsoyar á ovastevnu leygardag