týsdagur 31. juli 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87
16
Sosialurin
REGATTA & OVASTEVNA
- Vit hava lagt
okkum eftir
einari skrá,
sum hevur
okkurt til øll,
og flestu tiltøk
eru ókeypis. Tað
er okkara vón,
at ein rúgva
av fólki koma
til Nólsoyar at
vitja okkum á
ovastevnu, sigur
formaðurin í
stevnunevndini,
Ann-Mari
av Skarði
Vilmund Jacobsen
Aftur í summar hava met
nógv ferðafólk verið í Nóls
oy. Ternan hevur so at siga
verið full hvønn einasta dag.
Hetta vísa ferðafólkatøl hjá
Strandferðsluni eisini týði
ligt.
Nú summarið er farið at
halla, eru nólsoyingar fram
haldandi til reiðar at taka
ímóti hópin av gestum.
Ovastevnan,
sum
nú
hevur fleiri enn 20 ár á baki,
er fastur táttur á summar
skránni hjá nógvum føroy
ingum, og hon verður hildin
nú um vikuskiftið.
Bygdastevnurnar
eru
nógvar, men ovastevnan er
nakað serstakt. Eftir ólav
søkuna og festivalarnar, man
ovastevnan mangan hava
verið hin mest vitjaða stevn
an í Føroyum.
- Kundi tú hugsað tær eitt
hugnaligt vikuskifti á bygd,
har tú kanst uppliva eina
rúgvu av øllum møguligum,
so er at koma til Nólsoyar í
vikuskiftinum, tí tá er ova
stevna.
Tað er boðskapurin hjá
fyrireikarunum í Nólsoy, nú
ovastevna er beint fyri stavn.
Stevnan fyri øll
Á ovastevnu ger bygdarfólkið
alt, tey eru ment fyri at bjóða
tær vælkomnum og vísa tær
hvussu stuttligt, hugnaligt
og gott tað er at vera í Nólsoy.
- Ovastevna er stevnan
fyri alla familjuna. Børnini
kunnu spæla frítt, meðan
tey vaksnu hugna sær í
bygdasliga
umhvørvinum.
Tú merkir veruliga, at tú er
komin á bygd - og kortini
bara 20 minuttir úr høvuðs
staðnum. Jú, vit hava heilt
vist okkurt til tín, líkamikið
hvør tú ert.
Fyrireikararnir
vísa
á,
at skráin er løgd soleiðis, at
fjølbroyttu tiltøkini eru allan
dagin og byrja longu leygar
morgunin.
- Hetta eru ikki bara
typisk
stevnutiltøk,
men
eisini tiltøk, sum geva ein
brellbita av gerandisdegnum
í Nólsoy. Víst verður á, at
leygarmorgunin 4. august
byrjar við einum svimjitil
taki, har fólk úr øllum landi
num koma at svimja, dyppa
ella vassa á hugnaliga sandi
num á Malarenda. Hetta
tiltak er sprottið millum
svimjidamurnar í Nólsoy,
sum gerandisliga svimja ella
dyppa á Malarenda.
Fyrireikararnir
av
ovastevnu hava lagt dent á,
at stevnan skal vera fyri alla
familjuna, og at barnatiltøk
ini so vítt gjørligt skulu vera
ókeypis.
- Tiltøkini fyri børn eru
við fótbóltsvøllin og á frá
líka
sandinum.
Børnini
kunnu leita eftir krabbum,
tey kunnu eisini vassa ella
svimja á sjónum. Í summar
hava sera nógv børn verið í
Nólsoy, og tey elska at halda
til á sandinum. Har fáa tey
nógvar tímar at ganga. Børn
ini kunnu grava eftir gulli og
fara á spennandi skattaveiði.
Vit hava eisini funnið fram
krit, hoppibond, styltir og
annað, sum børnini kunnu
spæla við.
Lagt verður aftrat, at
sum nakað heilt serligt fyri
børnini fara Dánjal á Neysta
bø og Búi Dam at syngja og
spæla á bryggjuni.
Sangur og spæl
Í Nólsoy er ríkt tónleikalív,
og nólsoyingum dámar væl
at syngja og spæla. Hetta
sæst eisini aftur í ovastevnu
skránni.
- Spælimenninir í Nóls
oy fra at seta sín dám á
stevnuna,
tá
teir
spæla
á
bryggjuni
leygardagin.
Teir verða eisini saman við
Nólsoyar Manskóri við til
felagssangin undir Mikkjals
veggi, tá trivið verður í
kendar føroyskar sangir og
lokalar slagarar. Við hesum
eru lunnar lagdir undir eitt
ordans bygdaball.
Fyrireikararnir vita eisini
at siga, at kendi tónleikarin
Finnur Koba fer at undir
halda á bryggjuni, og væl
umtóktu Eyðun Nolsøe og
Ólavur á Váli fara at spæla í
tjaldinum á bryggjuni.
- Hevur tú hug til ein
sving-om er eisini møguligt
at leggja leiðina eystur í
Royndarhúsið, har Rannvá
Vesturklett, Jóannes Jakob
sen og Árni Andreasen fara
at spæla til góðan bygdadans
- og sjálvandi verður eisini
farið upp á gólv onkra løtu.
Fyrireikararnir siga, at
tiltøk verða til øll á ova
stevnu.
- Við vælvild frá Strand
ferðsluni er møguligt at
koma um Nólsoyarfjørð nær
um hvønn tíma. Tí er bara at
leita sær oman á Bursatanga
leygardagin og koma til Nóls
oyar á ovastevnu, verður lagt
aftrat.
Endamálið við
stevnuni
Ann-Mari av Skarði er for
maður í ovastevnunevndini,
sum telur fimm fólk, og sum
nú á triðja ári skipar fyri
stevnuni.
- Høvðusendamálið við
stevnuni er at fáa eina rúgvu
av fólki til Nólsoyar. Vit vilja
vísa, hvussu stuttligt og
hugnaligt tað er í Nólsoy. Tí
bjóða vit øllum føroyingum
til Nólsoyar á ovastevnu um
vikuskiftið.
Ann-Mari av Skarði sigur,
at endamálið við stevnuni er
ikki longur at savna pening
til svimjihyl.
- Tí hava eisini øll tiltøk
á seinastu ovastevnunum
mest sum verið ókeypis.
Hon vísir á, at í nógv ár
var endamálið við stevnuni
at savna pening til svimjihyl
í bygdini.
- Hetta var eitt stórt
ynski, sum lokala hetjan, Ove
Joensen, sáli, hevði. Nógvur
peningur varð eisini savn
aður og byrjað varð at byggja.
Men,
uppgávan
gjørdist
tíverri alt ov møtumikil, og
stevnurnar góvu lítið fíggjar
ligt yvirskot. Tí kom eisini
steðgur í hetta arbeiðið.
Ann-Mari av Skarði sigur,
at nú fleiri ár seinni eru
flestu nólsoyingar ivaleyst
komnir til ta niðurstøðu, at
svimjihylur í bygdini helst
ikki verður veruleiki.
- Vit eru ov fá fólk, og
grundarlag
er
ikki
fyri
svimjihyli, samstundis sum
orka ikki er til at savna pen
ing til endamálið, leggur hon
aftrat.
Hjartaliga vælkomin til
Nólsoyar á ovastevnu
- Ovastevna er stevnan fyri alla familjuna. Børnini kunnu spæla frítt, meðan tey
vaksnu hugna sær í bygdasliga umhvørvinum. Tú merkir veruliga, at tú er komin á
bygd - og kortini bara 20 minuttir úr høvuðsstaðnum, sigur Ann-Mari av Skarði
Bygdastevnurnar eru nógvar, men ovastevnan er nakað serstakt
Mynd: Evy T. Nielsen