Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87 18 Sosialurin Vilmund Jacobsen Kunningarskipanin hevur til endamáls at miðsavna tað kunning, ið er alneyðug fyri borgaran. Ein avbjóðing í dag er, at tað eru nógvir miðlar til samskifti, og øll gera tingini á ymskan hátt. Tað er ein stór avbjóðing, tá tað tekur alt ov drúgva tíð at halda seg dagførdan.

 Síðan hesa fyrstu royndarkoyring, er nógv vatn runnið í ánna, og stovnarin av Alarm.fo, Torben Nielsen, ger status. - Tað, sum vit lærdu tá, var, hvussu týdningarmikið tað er at kunna dagføra eina skrá, soleiðis at skráin alt­íð er viðkomandi. Tað tek­ur bert eitt klikk, so er ein dag­førdur.

 Nevndu ovastevnu í 2016 varð eitt nú skrá og sang­ hefti koyrt út á Alarm.fo appina. - Nú tvey ár seinni síggjast nógvar loysnir, har fyritøkur hava gjørt app­ir, kommunur leggja á teirra heimasíður, og so eru tað teir elektronisku og skrivaðu miðlarnir, ið eisini senda út kunning.

 Torben Nielsen vísir á, at Alarm.fo síðan stovn­ ingar­dagin hevur brúkt nógva orku upp á at greina, hvussu samskiftið fer fram í sam­felagnum. - Tað er nógv kunning í dag, sum fer út umvegis alsksins miðlar. Alt ov nógv støð, miðlar og kunn­ ing er framvegis trupul­ leikin. 

Henda gransking, um man vil, verður nú brúkt til víðari arbeiði av teimum sam­skiftis­loysnum, sum Alarm.fo bjóðar. 

 Stovnarin sigur, at í dag er kunningin frá Alarm.fo ikki líka so víðfevnd sum frá byrjanini. - Tillagingin merkir, at nú verður einans bráðneyðug kunn­ing, sum rakar fjøld­ina ella sum kann hava álvars­ ligar heilsuvandar við sær, sendir til brúkararnar. Men, einki er uttan undan­tak. - Grindaboð verða send, og tað er serliga umráðandi at hava eina skjóttvirkandi skipan til at boða frá til túsund­tals fólk samstundis.
 Torben Nielsen sigur, at tá hetta er sagt, so er ætlan­in at veita - “tað, tú hevur tørv á at vita, har tú ert, tá tað er viðkomandi” - als ikki slept. - Nólsoy hevur givið íblást­ur, og viðskiftafólk og brúkarar hava latið ómeta­ liga nógva vitan víðari til okkum.  Henda vitan skal gagn­nýtast - til frama fyri okkara viðskiftafólk í Før­ oyum og uttanlands.
 Torben Nielsen sigur, at nú ovastevna er í hondum, eru øll hjartaliga vælkomin at vitja á Ryggi 25 í Nólsoy og samskifta, tó ikki gjøgn­ um eina app. Tað verður Ben Arabo, sum fer at halda midnáttarrøðu í Hósvík fríggjakvøldið Vilmund Jacobsen Tá regattabátarnir koma til Hósvíkar fríggjakvøldið 3. august, verður góður døgurði í bygdarhúsinum, sum kendi kokkurin, Ruben Busk, tekur sær av. Men, tiltakið í Hósvík er eisini fyri fólk, sum koma í kampingvogni, umframt at bæði felagssangur, setan á bryggjuni og dansur í bygdar­húsinum eru al­ menn. Hósvíkar Róðrarfelag, sum skipar fyri siglingini av Eiði til Hósvíkar og sum eisini skipar fyri í Hósvík, tekur bert 150 krónur í lut­ tøku­gjaldi frá bátafólki. Fyri hetta gjald fáa fólk regatta­blusu, armband og báðar máltíðirnar, døgurða fríggja­kvøldið og morgun­ mat leygarmorgunin. Ben Arabo heldur røðu Hósvíkar Róðrarfelag hevur leigað trý neyst, dygst við sjóvarmálan, sum tey hava valt at rópa Tónaneystið, Øl­ neystið og Kaffineystið. Í Tónaneystinum fara Hanus G. Johansen, Elin Sús­anna Wiberg Mortensen og Gudmund Mortensen at syng­ja og spæla. Eftir tiltakið í Tóna­neysti­ num verður felags­sangur og síðan midnáttarrøða við Ben Arabo á bryggjuni. Um midnáttarleitið verður dansur í bygdar­ húsi­num við Spaðar 5, og her verður kostnaðurin 150 krón­ur. Tey, sum vilja vita meira um tilmelding og annað í hes­um sambandi, kunnu ringja á tlf. 722421/ 560022 - ella senda teldupost á hos­ vik79@gmail.com. Torben Nielsen, stovnari av Alarm.fo Ovastevna gav Torben íblástur Tað var á ovastevnu í 2016, at Alarm.fo fyrstu ferð royndarkoyrdi sína kunningarskipan Hugnaligt fríggjakvøld í Hósvík REGATTA & OVASTEVNA Tað er hugtakandi at síggja regattabátarnar í Sundalagnum Regattakvøldið er eitt hugnaligt kvøld í Hósvík, bæði við bátabrúgvarnar og í bygdarhúsinum