Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87 20 Sosialurin Tað verður lands­ stýris­maðurin í samferðslu­ málum, Henrik Old, sum fer at seta ovastevnu leygar­dagin klokkan 14, o­g tað verður Havnar Horn­ orkest­ur, sum fer at seta sín dám á við løtuna Vilmund Jacobsen Hóast dreymurin um svimji­ hyl í Nólsoy meira ella minni er sleptur, vilja nóls­oy­ingar framhaldandi heiðra Ova Joensen og hans­ara bragd einsamallur í lítla báti sínum at rógva langa teinin úr Nólsoy til Keyp­manna­ havn­ar. - Tað styrkir eisini um saman­haldið í bygdini at skipa fyri einum so stórum tiltaki. Vit eru stívliga 200 fast­búgvandi fólk í Nólsoy og mest sum øll - ung sum gomul - taka á ein ella annan hátt eina hond í við fyri­reik­ ingunum, sigur Ann-Mari av Skarði, formaður í stevnu­ nevndini. Nógv rokan í Nólsoy Dagarnir fyri og eftir ólav­ søku hevur nógv rokan verið um alla bygdina í Nóls­oy, og øll gera sítt til, at bygd­in tekur seg út á bestan hátt, tá stevnan verður sett leygar­ dagin. Vegna stevnunevndina sig­ur Ann-Mari av Skarði seg vóna, at nógv fólk fara at koma ein túr út til Nólsoyar um vikuskiftið. - Vit hava lagt okkum eftir at seta eina skrá saman, sum hevur okkurt til øll, leggur hon aftrat. Henrik Old setir Tað verður Henrik Old, lands­ stýrismaður í sam­ferðslu­ málum, sum fer at seta ovastevnu undir Mikkjals­ veggi í Nólsoy leygar­dagin, 4. august, klokk­an 14, og tað verður Havnar Horn­orkest­ ur, sum fer at seta sín ser­ staka dám á løtuna við tón­ leiki. Øll kunning um stevnuna, skrá, ferðaætlan og annað kem­ur eisini á Facebook- síðuna hjá ovastevnuni. REGATTA & OVASTEVNA Tað skapar samanhald at skipa fyri stevnutiltaki Øll kunning um stevnuna, skrá, ferðaætlan og annað kemur eisini á Facebook-síðuna hjá ovastevnuni Mynd: Evy T. Nielsen Henrik Old, landsstýris­ maðurin í samferðslumálum Vilmund Jacobsen Leygardagin hin 4. august, tá ova­stevna er í Nólsoy, verður fyri 21. ferð skipað fyri svimj­ ing um Nólsoyarfjørð. Lagt verður frá landi í Havn klokkan 9.45, og svimjar­ar­nir væntast í Nóls­ oy millum klokkan 11 og 13. Tá svimjararnir koma til Nólsoyar, tekur Nólsoyar Bjarg­ingarfelag ímóti. Fólk, sum hava hug at verða við, kunnu venda sær til Erlend Simonsen á tlf. 500604. Dyppa á ovastevnu ”Dyppa á ovastevnu” er eisi­ ni eitt av vát-tiltøkunum leygar­dagin, har fólk eru væl­komin á Malarenda at dyppa, vassa ella svimja frá klokk­an 10 til 11. Eftir tiltakið á sjónum fara morgunsvimjararnir í Nóls­oy at bjóða ein heit­an hav­svimjara te-ella kaffi­ munn á Malarenda, og tað er ikki verri, um fólk hava kopp við sjálvi. Lagt verður frá landi í Havn klokkan 9.45, og svimjararnir væntast í Nólsoy millum klokkan 11 og 13 Kom og svim til Nólsoyar!