Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-31, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87 FØROYA MYNDAKALENDARI FYRI 2019 – fæst kring alt landið fyrst og fremst www.in.fo Fysioterapeutar til deildina Endurvenjing ALMANNAVERKIÐ >> 13.08.18 Hýsingarfólk við flair fyri Linux til Elektron P/F ELEKTRON >> 15.08.18 Handilslærlingur til Colorama á Hálsi SP/F PROFA Á HÁLSI >> 20.08.18 Rakstrarfólk til Elektron P/F ELEKTRON >> 15.09.18 STARVSMARKNAÐUR Um Starvs­ markn­aðin: Starvsmarknaðurin er nýtt átak í Miku­ dags-Sosial­in­um. Talan er um fleiri samanhangandi síður í blaðnum við starvslýsingum, og eisini er ein teigur við starvslýsingum, har tær eru listaðar alt eftir, nær umsókn­ar­ freistin er. Mikudags-Sosialurin verður prentaður í gott og væl 19.000 eintøkum og borin út til øll húsarhald í Føroyum, so við eini starvslýsing í Starvsmarknaðinum kemur tú út í hvørt heim í landinum. Hevur tú áhuga í at lýsa í Starvs­ marknað­inum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Bartal í Gongini, søluráðgeva Tlf. 270600 bartal@sosialurin.fo STØRV Seinasta freist Fuglafjarðar Kommuna Námsfrøðingur til Barnalund í Fuglafirði Søkt verður eftir: Einum námsfrøðingi at byrja 6. august 2018 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna, á barnagarðsstovu. Hvørji eru vit: Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Vit sóknast eftir starvsfólki: • ið hevur umsorgan fyri børnunum. • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. • ið er týðilig í samskifti og leggur dent á gott samstarv. • ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum. • ið er eldhuga og konstruktivt. • ið sær møguleikar fram um mørk. Vit kunnu bjóða tær: fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan. sernámsfrøðiliga ráðgeving. møguleika at tilogna tær vitan og kunnleika til Karlstad- modellið og tekn til talu. Setanartreytir: Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk verða fyribils sett. Nærri fæst at vita um stovnin og um starvið við at venda sær til leiðaran í Barnalund Leilu H. Hansen á tlf. 238031. Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo, í seinasta lagi mánadagin 13. august 2018 kl. 12.00. Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður info@fuglafjordur.fo Porkeris Kommuna Við Á 8 950 Porkeri E:mail: porkeri@porkeri.fo Dagrøktari Søkt verður eftir dagrøktara til Porkeris Kommunu. Talan er um tíðaravmarkað starv fram til 1. juli 2019. Starvið verður sett frá 13..august 2018. Tann íð settur verður má : • Hava góðar umstøður at hava børn, bæði inni og úti • Kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd • Verða við til at geva børnum ein mennandi og tryggan gerandisdag • Hava virðing og umsorgan fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum • Verða fyrikomandi og tolin • Verða álítandi og hava góð samstarvsevnir Arbeiðistíðin er millum kl 7.30 – 17.15 Setanarøkið er Porkeris Kommuna. Starvið er lønt sambart sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn, cv og møgulig viðmæli skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 3. august 2018 kl 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran í dagrøktini Ásu Holm á tlf. 282577 Umsóknin skal sendast til: Porkeris Kommunu Dagrøktarskipanin Við Á 8 950 Porkeri Email: dagrokt@porkeri.fo Frámerki dagrøktin, leys størv