hósdagur 2. august 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018
SOSIALURIN 88
30
Beint fyri Ólavsøku komu boðini,
at Ólavur Hátún var farin.
Ikki komu deyðsboðini óvart
á, tí seinastu tíðina hevur Ólavur
verið veikur, sjálvt um virkis
hugurin var til staðar til tað
seinasta.
Nú Ólavur fór um sýn, koma
kenslur og tankar náttúrliga fram
í okkum, sum starvast í Tórshavn
ar Musikkskúla.
Vit sita eftir við einum tóm
rúmi, sum vit í hesi sváru støðu
illa kunnu ímynda okkum, skal
fyllast aftur.
Alt lívið stríddist Ólavur fyri at
menna sangin og tónleikin í Før
oyum. Alskyns verkætlanir stóð
hann á odda fyri, bæði stórar og
smáar.
Umframt alskin til kórsang,
fylti musikkskúlin nógv í hansara
hugaheimi og virki.
Ólavur bardist fyri at fáa
skipaða musikkundirvísing í Før
oyum, og fyrst í áttati árunum bar
á mál.
Musikkskúlin hevur síðani
ment seg nógv, og tað eigur Ólav
ur stóran lut í.
Henda dagin jarðarferðin var,
legði ein grind beinini í Sandá
gerði, og býurin var eisini merktur
av Ólavsøkuni og øllum tí lívi
og virki, sum er í sambandi við
tjóðarhátíðina.
Tað kom mær til hugs, at júst
hettar rokaliga, sum merkti henda
dagin, er ímyndin av Ólavi og av
tí virkisfýsni, sum Ólavur legði
fyri dagin. Einki var óført, og alt
bar til.
Ólavur var framfýsin og hug
sjónarligur. Hann fylgdi væl við
í tí, sum leikaði á, og var eisini
javnan og vitjaði okkum á Frúu
trøð.
Altíð klárur við onkrum
nýggjum hugskoti, og annars
hugvekjandi at práta við. Afturvið
einum góðum kaffimunni komu
allar søgurnar fram, og líka til
tað seinasta hevði hann ymsar
ætlanir, sum hann umrøddi og
legði fram fyri okkum.
Fleiri okkara, sum starvast í
musikkskúlanum í dag, minnast
hansara tíð sum musikkskúla
stjóri.
Átøkini hesi árini vóru nógv og
framskygd, og vaks musikkskúlin
úr næstan ongum, til musikk
skúlan vit kenna í dag.
Hansara stríð og strev at fáa
musikkskúlan settan á stovn, er
eitt avrik, sum vit við takksemi
minnast Ólav fyri. Eisini her var
hann undangongumaður.
Ólavur hevði nógv tøtt
tónleikasambond úti í heimi.
Millum annað hevði hann tætt
sambandi við ungarsku Szilvay
brøðurnar, sum dagliga starvast
í Helsinki. Ólavur skipaði so fyri,
at Szilvay brøðurnar fleiri ferð
vitjaðu í Føroyum, bæði fyri at
undirvísa og spæla konsertir.
Ólavur setti saman við
Skúlanum
á
Fløtum
við
Hanusi
Joensen
á
odda,
tónleikaskipanina Litir í Leiki í
verk, við fyrimynd í arbeiðnum
hjá Szilvay brøðrunum. Soleiðis
fáa nógv børn í dag ágóðan av
hesi serligu skipan, sum nú
eisini verður brúkt aðrastaðni í
Føroyum.
Hugurin at bróta upp úr
nýggjum lá ikki fjart frá Ólavi,
hann stóð ikki í stað, men var
altíð áveg fram.
Hann hevði altíð málið fyri
sær. Hann arbeiddi við dirvi og
árræði, og soleiðis helt hann
óttaleysur leiðina fram móti
málinum. So títt og knapt málið
var rokkið, setti hann sær nýtt
fyri.
Fyri kortum var reisigildi í
nýggja musikkskúlanum við
Landavegin. Ólavur var sjálvandi
til staðar, og var glaður um at
musikkskúlin nú fekk góðar
umstøður at virka.
Myndin av Ólavi er frá
reisigildinum fyrst í juni mánaði
í ár, og eygnabráið lýsir Ólav so
væl, hugsunarsamur og árvakin.
Trúgvur var hann at koma
til konsertir, eisini tær í
musikkskúlin skipaði fyri, og ofta
hevði hann á orði, hvussu glaður
og takksamur hann var fyri hesi
ungu, sum fingust við tónleik, og
harafturat vóru so sera dugnalig
í tónleiki.
Seinastu tíðina vóru prátini við
Ólav merkt av, at lívi fór at ganga
undan, og greitt var, at Ólavur var
glaður og nøgdur um at tað, sum
hann saman við øðrum hevði lagt
lunnar undir í musikkskúlahøpi.
At alt hettar stríðið nú bar
frukt, og at okkara ungu nú eisini
gjørdu vart við seg uttanfyri
landoddarnar.
Ólavur stendur fyri okkum
sum ein fyrimynd, sum hevur víst
í verki at tað man brennur fyri, og
setur sær fyri, nær man, um man
vil tað av fullum hjarta.
Vit í Tórshavnar Musikkskúla
minnast Ólav við gleði og
takksemi, og vit drýpa høvur og
syrgja saman við tykkum, sum
stóðu Ólavi nær.
Friður verður við minni hansara.
Tórshavn 1. august 2018
TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLI
Andrea Heindriksdóttir
Ólavur Hátún
(17.februar 1931 - 25.juli 2018)
NØVN
MERKISDAGAR
Brúdleyp
Leygardagin 04. august
giftast Julia Mortensen úr
Tórshavn og Mikkjal Petur
Hvannastein úr Kaldbak.
Vígslan verður í Havnar
kirkju kl.13.00.
Veitslan verður
fyri innbodnum í
Róðrarneystinum á Argjum.
Brúdleyp
Leygardagin 04.08.2018
giftast Rúna Debess,
Oyrareingir og Jónsvein
Petersen, Haldórsvík.
Vígslan verður í
Haldórsvíkar kirkju
kl.14.00. Frá kl.19.00
verður vælkomst á
Oyrareingjagarði har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Mikudagin 08-08-2018.
Giftast Annika M. Mellem
gaard og Arnfinn Hansen
Vígslan verður í Býráðs
salinum í Klaksvík kl: 13.00.
Frá kl: 18.00 er vælkomst á
Geilini 17 í Klaksvík, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin, 4. august,
verða Sólrun Hansen
& Tummas Petur Bisp
vígd. Vígslan verður í
Ólavskirkjuni í Kirkjubø
kl. 15. Veitsla verður fyri
innbodnum heima hjá
okkum á Velbastað.
Brúdleyp
Leygardagin 4. august
giftast Ásla Berg, Tórshavn
og Bárður Norðberg, Vágur.
Vígslan verður í Ebenezer
kl 13, og veitsla verður fyri
innbodnum í HB húsinum.
Brúðarhús verður á Fløtti
4, Tórshavn 5. august frá
kl 17, har øll eru hjartaliga
vælkomin.
Brúdleyp
Tann 4 august giftast
Kristina Elsuba á
Høvdanum við Daniel
Roager Førrisdahl. Tey
giftast í Zions kirkujuni í
Esbjerg. Vígslan byrjar kl 11 .
Øll eru hjartaliga vælkomin
til reception aftaná vígslina.
Veitslan verður fyri
innbodnum.