Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018 SOSIALURIN 88 32 S unnudagin verður guds­ tænasta í gjónni við Gjógv. Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri hesi serligu guðstænastu og hini bæði árini hevur undirtøkan verið fram­ úr góð. Í fjør varð mett, at eini 600 fólk vóru á guðstænastuni. Eins og árini frammanundan, fer Vestmanna sangkór at syngja undir guðstænastuni. Eisini Eiðis Ljóm­felag fer at spæla, og hesa ferð hava tey styrkt seg við spælarum aðra­staðni frá eisini. Í ár verður Emil Olsen, prestur á Eiði, sum fer at prædika, og Gud­ mund Mortensen fer at spæla orgul.  HALDA EINA SERLIGA GUDSTÆNASTA VIÐ GJÓGV SUNNUDAGIN Fyrrverandi løgtingsformaðurin, Her­geir Nielsen, er nú málaður og komin upp á hanga á Løg­tings­ skrivstovuni saman við nøkr­um av teimum seinastu løg­tings­ formonnunum. Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur tikið myndina og skrivar soleiðis á Facebook: »Í morgun kom málningur av Hergeiri Nielsen, fyrrverandi ting­ formanni, upp at hanga í Løg­tingi­ num. Vangamyndina hevur Jógvan Andrias á Brúnni málað, og haldi eg at hann hevur rakt yvirbrá og skálkabrosið væl. Listamaðurin varð umboðaður av pápa sínum, Signari á Brúnni og familjuni. Ein hugnalig løta, har Hergeir fekk góð og væl uppiborin orð við á vegnum. Hjartaliga tillukku Hergeir, og takk fyri tann førning tú barst okkum, sum einaferð vóru nýggj í politikki, tá tú dagliga gav av drúgvu royndum tínum. Hergeir Nielsen trein inn  á lands­politiska pallin, tá hann í 1979 gjørdist landsstýrismaður í aðru samgonguni millum Javn­að­ arflokkin, Fólkaflokkin og Tjóð­ veldisflokkin við Atla P. Dam sum løgmanni. Hann var valdur á ting í 1984 og afturvaldur í 1988, 1990. Hann fall á valinum í 1994, men varð afturvaldur í 1998, 2002, 2004 og 2008. Til løgtingsvalið í 2011 stillaði hann ikki uppaftur. Hergeir Nielsen var løgtings­ formaður frá 1987–1988, eitt stutt skeið í 1989 og frá 2008 til 2011. Hergeir hongur nú á vegginum í Løgtinginum