Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 8 Langt á mál hjá sjófugli TÍÐINDI SÍÐA 8 Lítil línuveiða undir Før­ oyum Skulu vit trúgva teimum ting­monn­ um, sum vanliga siga seg vera meiri trúgv­andi enn hini tingfólkini, so stend­ur stórt hóttafall fyri durum. Undir umrøðuni at ólav­søku­røðu løg­mans var vitnisburður teirra mill­ um annað: – At samgongan er í ferð við at gera enda á familjuni, soleiðis sum vit kenna hana. – Av tí at løgmaður ikki nevndi teir níggju mánaðir, ein kvinna er við barn, so ætlar hann fría fost­ur­tøku. – At samgongan er í ferð við at nið­ur­laða tey kristnu virðini í sam­ fel­ag­num. – At samgongan er í ferð við at av­ taka familjuhugtakið. – At samgongan ætlar at gera Før­ oy­ar til eitt kynsneutralt sam­fel­ag. – At løgmaður hevur upployst kjarn­u­familjuna. – At samgongan er farin í stríð við skap­an­arverkið. Havnandi í huga, at hetta eru teir »mest trúgvandi« ting­menn­i­nir, sum bera hesi orð fram, so munnu teir sjálv­ir halda tey vera sonn. Vit hava ein rímuliga greiðan meir­i­luta á tingi, sum samtykti broyt­ingina í hjúnabandslógini so­ leiðis, at samkynd kunnu gift­ast. Nið­ur­støðan hjá »teimum mest trúgvandi« í Løg­ting­inum tykist vera, at ert tú fyri, at samkynd kunnu gift­ast, so er tú ímóti at kvinna og mað­ur kunnu giftast. Mangt verður sagt í politikki. Og pent er als ikki alt. Nógv verður nýtt. Alt frá útspillingum til beinleiðis lygnir. Men tá tað eru menn, sum nýta eitthvørt høvi at fortelja okkum, at teir hava betri samband við Várharra, enn fólk flest hava, so undr­ar, at teir eru so harðmæltir við løg­mann, sum teir vóru undir orða­skift­i­num miku­ dag­in og hós­dag­in. Man tað veruliga vera rætt, at Aks­el V. Jo­hann­e­sen sit­ ur við ætlanum um at avtaka kjarn­ u­fam­ilj­una, at hann er í ferð við at bjóða skap­an­a­rverkinum av, og at hann vil gera Føroyar til eitt kyns­ neu­tralt samfelag? Tað kunnu hesir sum kalla seg »trúgv­andi« menn ikki meina. Ella er tað bara tí, at teir eru ein partur av politiska syst­e­minum, har øll knep galda? Heldur skuldu hesir »mest trúgvandi tingmenninir« gjørt, so sum Jesus bað hin ríka ung­lingin gera, sum vildi hava ævigt lív: »Vilt tú vera full­komin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fá­ tæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!« Teir kundu byrjað við at tosa pent um onnur. NIÐURLAÐA KRISTNU VIRÐINI? Hósdagin verður hátíðarhald og almenn móttøka á Glasi í sambandi við, at Føroya størsta bygningsverkætlan er um at verða liðug. Høvi verður hjá al­menn­ing­ i­num at síggja hendan nýggja og snotu­liga skúladepilin í høv­uðs­stað­num. Á almennu móttøkuni hós­dag­in verður undirhald og røð­ur, har møguleiki eisini verður at síggja nýggja miðnámsskúlan. Um slakar tvær vikur flyta allir verandi og komandi mið­ náms­skúl­a­næmingar, sum eru og skulu undir útbúgving í Havn, í nýggja skúladepilin við Marknagil, Glasir. Mentamálaráðið skrivar, at hósdagin 9. august verður snotuligi skúlabygningurin form­lig­a avhendur, og síðani er klárt at flyta inn í nýggja bygn­ingin. – Í hesum sambandi bjóðar Lands­verk øllum áhugaðum til al­ment hátíðarhaldi úti á Glasi henda dagin frá klokkan 15-18. Dyrnar lata upp hálvan tíma áðrenn. Skráin: 14.30: Dyrnar lata upp. Finnur Hansen Trio spælir í Atrium 15.00: Hátíðarhaldið í Atrium byrjar við hesari skrá: - Bólkurin FRUM framførir - Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin - Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu - Kantata - Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, heldur røðu - Bjarke Ingels, arkitektur, BIG, heldur røðu - Rosan Bosch, innandura sniðgevi, Rosan Bosch Studio, heldur røðu - Jógvan Fríðriksson, biskupur, heldur røðu - Havnarkórið syngur - Dyrnar lata aftur klokkan 18.00 Glasir letur dyrnar upp fyri almenninginum hósdagin Passar tað, at løg­mað­ur hevur upployst kjarnufamiljuna? Higartil í ár eru seldir 219 bilar av slagnum Volks­wag­ en, ella VW, sum teir eisini van­liga verða nevndir. Tað merk­ir, at Volkswagen hev­ ur yv­ir­hálað Toyota og er mest seld­i bilur í Føroyum sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár. Toyota hevur selt 204 nýggjar bilar hetta tíð­ar­ skeið­ið. Á triðja plássið eru Ford og Renault lið um lið við 147 seldum bilum. Citroen, sum annars var væl við í kappingi liggur nú á 10. plássi við 77 bilum. So seint sum fyri einum mán­aði síðani var Toyota á fremsta plássi. Men av tí at tað er seldir 35 Volskwagen í mun til 18 Toyota í juli mán­ aði, er Volkswagen aftur far­ in fram um Toyota. 10 tey mest seldu bila­sløg­ ini sjey teir fyrstu mán­að­ir­ nar í ár eru: Bilmerki tal VOLKSWAGEN 219 TOYOTA 204 FORD 147 RENAULT 147 NISSAN 123 VOLVO 110 KIA 105 SUZUKI 81 MITSUBISHI 80 CITROEN 77 10 tey mest seldu bilasløgini í julimánaði í ár eru: Bilmerki tal VOLKSWAGEN 35 NISSAN 26 VOLVO 21 KIA 20 TOYOTA 18 RENAULT 14 FORD 13 VARIANT 10 CITROEN 9 BRENDERUP 8 Vokswagen mest seldi bilur Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin