Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Ofta etur hundur tað hann havnar – og tað kann av sonn­um sig­ast um dansk­ar pol­it­ikarar í hesum døg­ um. Gjáramorgunin skrivaði Ritz­au stór­tíðindi um, at danski inn­flutn­ ing­ur­in av gassi úr Russlandi er seks­fald­aður seinastu fimm árini. Upplýsingar, sum tíðindastovan hevði fing­ið fatur á vístu, at gass­ inn­flutn­ing­ur­in til Danmarkar frá russ­iska statsfelagnum Gazprom, var seksfaldaður seinastu fimm ár­ini. Hetta sampakkar illa við revs­i­ til­tøk­ini, sum ES og Danmark hava sett í verk ímóti Russlandi, og við tann ofta harðrenda og speiska kri­t­ikk, sum danskir politikarar hava havt ímóti før­oy­ing­um, tí vit eru uttan fyri bæði russisku og ev­ rop­isku tiltøkini. Sambært Ritzau, so var inn­ flutn­ing­urin av russiskum gassi í 2012 0,3 millardir rúmmetrar. Í 2017 var hann 1,8 milliardir rúmmetrar. Tað er enntá ikki fyri at selja gass á danska marknaðinum, at Danmark inn­flytir gass úr Russlandi, men fyri at selja gassið víðari niður á ev­rop­iska meginlandið. Í síðstu viku fekk annar før­ oyski fólka­tings­maðurin, Sjúrð­ur Skaale, svar frá utt­an­rík­is­ráð­harr­ a­num, Anders Samuelsen, upp á fyr­i­spurning um danska út­flutn­ ing­in til Russlands. Tað vísti seg, at bæði samlaði útflutnignurin hjá Dan­mark er nógv vaksin, men eis­ ini samlaði útflutnignurin hjá ES. Eisini fyri matvørur eru út­flutn­ ings­tølini hjá Danmark munandi hægri. Her kann av sonnum stað­fest­ ast, at høgra hond ikki altíð veit, hvat vinstra ger. Danski staturin eig­ur meira enn helmingin í danska orku­felagnum, sum fyrr æt Dong Energy, men sum nú eitur Ør­sted. So hvussu skal tað vera við ein­um almennum boykotti, tá eitt danskt statsfelag keypir frá einum russ­isk­um statsfelag, og tá báðir stat­ir­nir boykoytta hvønn annan? Tað er ikki tí, vit skulu ikki und­ ir­meta týdningin av, at lond standa saman og gera vart við tað, tá eitt fólka­ræðisliga tilafturskomið land sum Russ­land legst á onnur lond og tek­ur vald í øðrum londum. Tað skal sjálvandi ikki góðtakast. Nú er tað bara so, at Føroyar eru ikki partur av hesum stríðnum, sjálvt um onkur heldur, at vit áttu at ver­ ið tað. Men tá londini, sum látast ganga í fremstu røð, ikki sjálvi halda tiltøkini, so hjálpir so lítið at peika eftir føroyum og gera okkum til teir stóru skurkarnar. Áhugavert verður at frætta, at danska stjórnin fer at gera. Onkrar røddir eru frammi, sum siga, at hetta ber ikki til. Men har frá og til at steðga hesum innflutningi, er langur vegur. Livst so spyrtst. Danmark hevur seksfaldað innflutning av gassi úr Russlandi HALDA IKKI EGIÐ BOYKOTT vlopstíð, og okkum vantar kvotur. Tá vit k feløg, er tað fyri at fylla upp í tíðini, Kristian Martin Rasmussen reiðari C gr Færri børn í skúla SKÚLABYRJAN SÍÐA 26 Heim við fullari frystilast TÍÐINDI SÍÐA 11 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Hann vann Gekka­mill­ i­ón­ir­nar í fyrstu roynd fríggjakvøldið og fór soleiðis avstað við methøga gekk­ i­num upp á 3,4 milliónir krónur. – Hjartað hoppar øvugtan veg, segði vinnarin glaður í Gekki­num – og segði seg vera heilt málleysan. Við Kringvarpið leyg­ar­ dag­in segði Benny Nielsen, at tað kendist framvegis ó­ver­ u­ligt, tí hann hevði ikki fing­ ið pengarnar. Men nú hevur han­n fingið pengarnar á bók. Um middagsleitið í gjár vitj­aði Benny Nielsen í Kring­ varpinum, har hann fekk hand­að gekkin frá Kára Sól­ stein, virkandi stjóra í Kring­ varp­i­num. Og við in.fo sigur Kári Sól­ stein, at Benny Nielsen hev­ur fingið pengarnar á konto. Myndina eigur Kring­varp­ ið. Benny hevur nú fingið milliónirnar Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Fyrrapartin í gjár hednir eitt ferðslu­óhapp á Argjum Ein bilur, sum kom koyr­ andi heim eftir Glyv­ur­s­veg­ num kom av einvhvørji or­ søk yvirí skeiva síðu, upp á gongu­breyt­ina og rendi inn í grótgarðin undir berg­inum við býlingin undir Konga­ varða. Ferðslan varð tarnað eina løtu, meðan hjálparfólk fingu gjørt sítt arbeið, og til Sløkk­ i­lið­ið fekk flutt bilin av stað­ num. Av løgreglustøðini varð sagt, at tvey vóru fólk í bili­ num, tvær kvinnur, sum báð­ ar vórðu fluttar á Lands­sjúkr­ a­hús­ið til kanningar. Rendi inn í garðin við Glyvursveg á Argjum Bilurin kom oman av Argjahamri, tá hann fór í skeiva síðu og rendi inn í grótgarðin