Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90 18 Sosialurin SKÚLABYRJAN dagfinn@sosialurin.fo Ein av størru bókhandlunum í Føroyum er Bókabúðin í Saltagará. Bókabúðin var sett á stovn í juli 1976. Stovnarin, tann 25 ára gamli Sigmundur Hammer, var nýútbúgvin bókhandlari. Hann hevði staðið í læru hjá H.N. Jacobsens bóka­ handil í Tórshavn. Bókabúðin byrjaði sítt virksemi sum bóka- og pappírshandil í leigaum hølum, á Heiðavegi 80 í Stokkastovuni í Saltangará. Í 1980 keypti familjan eini sethús á Heiða­ vegi 66, og húsini vóru innrættaði við handli í niðaru hæddini, men skjótt var greitt, at hølini vóru ov lítil og tískil vóru húsini út­ bygd í 1986, so víddin bleiv tað dupulta, um­ framt størri goymsla í kjallaranum. Bókabúðin víðkaði sítt virksemi við at lata upp leikahandil í 1997 í leigaðum hølum á Heiðavegi 15, og hesin handil fekk navnið Leika­búðin. Í 2007 var avgerð tikin um at selja set­ húsini, har Bókabúðin helt til, og í hesum sam­bandi var eisini valt at selja Leikabúðina burtur úr, og at flyta Bókahandilin út í 250 fermetra hølini, har Leikabúðin hevði hildið til. Bókabúðin, ið er 42 ár í summar, er í dag ein nýmótans bókahandil og skriv­ stovumarknaður, ið veitur sølu og tænastur til privat og vinnu í allari Eysturoynni. Í dag eru knýtt 3½ ársverk til fyritøkuna. Ættarliðsskifti Bókabudin hevdi ættaliðsskifti í 2017, har Elin S. Hammer og Jákup Vàgsheyg keyptu bókabúðina frá stovnarnum, og samstundis gjørdist Jákup Vágsheyg nýggjur stjóri í fyritøkuni. Nútímans bókahandil við mongum árum á baki Bókabúðin í Saltangará er 42 ár í summar, og er í dag ein nýmótans bókahandil og skrivstovumarknaður