týsdagur 7. august 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90
22
Sosialurin
SKÚLABYRJAN
Dagfinn Olsen
Skúlarnir hava við fartelefonunum fingið
eina avbjóðing, sum teir mugu taka støðu til.
Ásannandi, at fartelefonin er hvørsmansogn,
og at hon kann mangan órógva undirvísing
ina, hava fleiri skúlar havt skipanir og tiltøk,
so fartelefonirnar órógva sum minst.
Í skúlanum við Løgmannabreyt hava tey
tikið henda trupulleika í álvara. Í 2016 stóð
millum annað soleiðis at lesa á heimasíðu
skúlans:
Í fríkorterunum stendur tað næming
unum frítt at spæla borðspøl, fótbólt og
annað, umframt at brúka høllina ella at sita
í sofunum og práta.
Tá ið børnini koma í skúla á Løgmanna
breyt mánadagin, skulu tey leggja telefonir
nar í skápið ella ein kassa, sum er gjørdur til
endamálið.
- Telefonin verður liggjandi har, til skúla
dagurin er liðugur. Hetta merkir sostatt, at
næmingurin ikki at brúka telefonina í skúla
tíðini – heldur ikki í fríkorterinum.
Hugna sær við spølum
Í Eysturskúlanum í Havn hava tey eisini tikið
støðuna í álvara. Har gjørdu tey eina roynd
í hádeildini, har ikki var loyvt at hava far
telefon í skúlanum.
- Talan var um eina roynd í hádeild. Far
telefonir er ongin trupulleiki í grund- og
miðdeild. Royndin riggaði væl, næmingarnur
hugnaðu sær upp á aðrar mátar við spølum,
men tey vistu, at hetta var ein roynd, sigur
Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóri.
- Tiltakið var eitt hugskot frá lærarum,
men ikki allir eru samdir, at forboð er rætta
loysnin. Sjálv helli eg til skilagóða digitala
uppaling, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Vanligt er í dag, at skúlar hava viðtøkur,
har til ber hjá lærarum at taka fartelefonir
frá næmingum, um næmingur órógvar við
nýtslu av telefonini, og hjá fleiri skúlum
síggjast hesar viðtøkur á heimasíðuni hjá
skúlanum.
Vit loyva okkum at taka av eini tilvildar
ligari heimasíðu hjá einum føroyskum skúla:
Fartelefonir skulu verða sløktar, meðan
undirvísing er. Lærari hevur rætt at taka
fartelefonir, sum ikki eru sløktar í tímunum.
Tær verða handaðar leiðsluni, sum bert letur
tær aftur til foreldur ella onnur avvarðandi.
dagfinn@sosialurin.fo
Fartelefonin er blivin ein fastgrógvin
partur av gerandisdegnum hjá børnum í
dag. Í Fraklandi eru tiltøk nú sett í verk fyri
at minka um fartelefonnýtsluna hjá børn
um og ungum.
Eftir summarfrítíðina verður tað bannað
at brúka fartelefonir í skúlum í Fraklandi.
Hetta hevur franska tjóðartingið samtykt
í gjár, skrivar franska tíðindastovan, Le
Monde.
Hetta bannið verður ikki bara galdandi
í tímunum, men á øllum skúlans øki. Tað
hevur annars longu verið bannað við lóg
síðan 2010 at brúka fartelefonir í tímunum,
og ranska stjórnin hevur síðan í fjør havt
ætlanir um eitt alforboð av fartelefonum í
skúlunum.
- Tað almenna forboðið av fartelefonum
í skúlum og studentaskúlum er blivið
samtykt av tjóðartinginum í dag, váttar
franski forsetin, Emmanuel Macron, á
Twitter í gjárkvøldið.
Summi í flokkinum hjá Macron hava
enntá talað fyri, at forboðið skuldi vera
galdandi fyri starvsfólk á skúlunum eisini,
soleiðis at tey vaksnu kunnu vera eitt
gott fyridømi hjá børnunum. Hetta bleiv
ongantíð til nakað.
Har verður tó enn pláss fyri undantøkum
til útbúgvingarlig endamál og til børn, ið
bera brek.
Kelda: www.in.fo
Næmingarnir hugnaðu
sær við spølum
Í Eysturskúlanum í Havn hava tey í hádeildini gjørt
teina roynd við at hava skúla uttan fartelfonir,
og royndin riggaði væl, sigur skúlastjórin
FARTELEFONIR BANNAÐAR Í FRONSKUM SKÚLUM