týsdagur 7. august 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90
SKÚLIN BYRJAR Í ALFA BÓKAHANDLI
Nólsoyarpálsgøta 2 - 700 Klaksvík
SKÚLABYRJAN
Sum ein lið í arbeiðinum við Barnasangbók
Føroya hevur Mentamálaráðið skrivað til
barnagarðar og vøggustovur kring landið
og biðið tey skotið góðar og vælumtóktar
barnasangir upp.
- Tá vit nú skulu gera eina almenna barna
sangbók, er skilagott at biðja børnini um ráð,
tí eingin veit betur enn tey, hvørjar sangir
teimum dámar best at syngja, sigur Rigmor
Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, sum
varðar av Barnasangbók Føroya.
Og svarið frá børnunum kring landið er
púra greitt. Klárt á odda er »Dukka mín er
blá«, sum Hans Andrias Djurhuus hevur yrkt.
Hóast sangurin eftirhondini er vorðin
gamal, fekk hann næstan tvífalt so nógvar
atkvøður, sum næstvaldi sangurin.
Í síni áheitan bað Mentamálaráðið stovn
ar kring landið senda inn uppskot við fimm
teimum best umtóktu sangunum. Stovnarnir
gjørdu sjálvir av, hvørt øll børnini í felag
sendu eitt samlað uppskot inn – ella um
børnini á hvørji stovu sær sendu inn.
- Freistin var stutt, men kortini komu
nógv uppskot inn úr øllum landinum, og vit
hava fingið eitt áhugavert innlit. Tað vísir seg,
at nógvir av teimum góðu, gomlu sangunum
ganga aftur. Til dømis eru fleiri hjá Hans
Andriasi á topp 5 listanum. Samstundis eru
eisini uppskot um nýggjari sangir – til dømis
hjá Kulumrótum, Bubu og Jensinu. Vit síggja
eisini, at fleiri stovnar eru óførir at yrkja
sjálvir og at taka útlendskar sangir inn eisini,
sigur landsstýriskvinnan og takkar hjartaliga
øllum børnum, sum hava hjálpt til við at velja
sangir út.
Uppskotini frá børnunum verða nú latin
nevndini, sum arbeiðir við Barnasangbók
Føroya.
Bókin skal ætlandi latast fyrstu nýføðing
unum seinni í ár.
Topp 5 listin yvir sangirnar, sum barna
garðs- og vøggustovubørn hava viðmælt, sær
soleiðis út:
(nakrir sangir vóru javnir í atkvøðum, og tí
eru fleiri sangir á nøkrum plássum)
Nr 1:
Dukka mín er blá
Nr 2:
Eg banki, eg buki
Nr 3:
Ein lítil laksur eri eg
Mala henda veg
Nr 4: Lítla Elsa
Mítt lítla fitta lambamæ
Másin sigur pli pli pli
Vilt tú, vilt tú
Nr 5: Kúgvin hjá Petur hevur horn
Vestan fyri Mykines
Kelda; www.mmr.fo
»Dukka mín er blá« er
nógv best umtóktur