týsdagur 7. august 2018síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90
STARVSMARKNAÐUR
Námsráðgevar
til fólkaskúlan
Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari
menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina-
ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan
galdandi sum námsráðgevi.
Málið er at byggja upp eina ráðgevaskipan við atliti at fjølbroytta virksemi og
endamálsorðing fólkaskúlans. Ráðgevin verður tí eisini partur av tvørgreinaligum
samstarvi. Í fyrsta lagi verður søkt eftir fýra námsráðgevum í ávikavist:
•
føroyskum og lesimenning
•
náttúruvísindaligum lærugreinum – í fyrstu atløgu støddfrøði
•
handaverki og list
•
fremmandamálum
Um starvið
Ráðgevin skal fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum
part av hesum kunna seg um námsætlanir, námfrøðiliga gransking og fakligu
avbjóðingarnar og menningina, sum eru á fólkaskúlaøkinum í londunum kring
okkum, serliga í Norðurlondum.
Ráðgevin skal virka fyri at menna námsætlanina og gera tilmæli til Mentamálaráðið
um dagføringar. Hann skal samskifta við skúlar og kunna svara námsfrøðiligum
og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini, tilfari og undirvísingarligum
spurningum.
Ráðgevin skal ráðgeva um próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir, herundir
ráðgeva uppgávunevndum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum
umframt serligar førleikar og royndir í viðkomandi lærugreina- ella læriøkjum.
Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru, at viðkomandi skal hava:
•
áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
•
góð samstarvsevni og vera fyrikomandi
•
góðar samskiftisførleikar
•
góðan málførleika, serliga í føroyskum
Setanarviðurskifti
Ráðgevin verður knýttur at Námi, men skal frammanundan eisini vera í starvi sum
fólkaskúlalærari í einum fólkaskúla. Ráðgevastarvið telur 720 árstímar skúlaárið
2018/2019, og fær ráðgevin samsvarandi niðurskurð í lærarayrkinum.
Ráðgevin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag. Talan er um eina royndarskipan, har setanartíðin er trý skúlaár frá 1.
september 2018, og kunnu broytingar ávegis verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og aðrari viðkomandi útbúgving skal
vera Námi í hendi í seinasta lagi 19. august 2018.
Umsóknin skal sendast til:
Nám
Hoyvíksvegur 72
FO 100 Tórshavn
ella við t-posti á eydun@nam.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til
Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150.
Nes kommuna
søkir eftir næmingi
í skrivstovuyrkjum
Á kommunuskrivstovuni er eitt lærupláss
í skrivstovuyrkjum – fyrisiting – leyst at
søkja.
Umsøkjarar mugu hava staðið FHS
prógv, ella prógv frá Gymnasialum
miðnámi (HH-, Students- ella HF prógv).
Lærutíðin verður fastløgd alt eftir, hvat
prógv næmingurin hevur
frammanundan.
Løn verður veitt eftir sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya
og Starvsmannafelagið.
Umsóknir, saman við prógvum og
møguligum viðmælum, skulu verða Nes
Kommunu í hendi í seinasta lagi 17.
august 2018.
Viðmerk skrivstovunæmingur.
Nes Kommuna
Fo-650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo
N E S K O M M U N A
650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á
Dreymastarvið finnur tú á in.fo