Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Heldur enn at seta trúvirði hjá Betri-sam­takinum upp á spæl Tað tyktist sum enn ein gøla um Betri sam­ tak­ið fór at merkja føroyska fjøl­miðla­heim­ in, tá ­stjórin í P/F Betri og nevnd­ar­for­mað­ ur­in í um­boðs­ráðnum báðir vistu sín iva um á­lit­ið á sterka mannin í felagnum í Degi og Viku týskvøldið. Tí var tað væntandi, at okk­urt fór at henda miku­dagin. Vit eru bara ikki so von við, at leið­ andi menn bara taka í egn­an barm og leggja kongin soleiðis, sum Birg­ir Niel­sen gjørdi. Gølan um skattafrádráttin hjá Eik, sum nú kall­ast Betri, vísti sterkar menn, sum ikki vildu geva seg. Sjálvt um trúvirðið hjá bank­ a­num stóð upp á spæl. Hvussu tann søgan endar, vita vit ikki enn, tí løg­regl­an hevur ikki boðað frá, hvørj­a nið­ur­støðu tey eru komin til við kann­ing­ar­ ar­beið­i­num – um nakað kriminelt fór fram við­víkj­andi skattafrádráttinum upp á 90 mill­i­ón­ir, sum tó tódnaði niður á 0 krónur, eft­ir at fjølmiðlarnir tóku málið upp. Tað sigur seg sjálvt, at slíka togtogan hevði Betri-samtakið ikki tolt eina ferð aft­ ur­at. Hvat er gjørt og ikki – um nevnd­ar­for­ mað­u­r­in hevur selt ognir ella ikki, so kast­aði hetta mál­ið ein myrkan skugga yv­ir sam­tak­ ið, tá fólk í leiðsluni ikki vistu, um tey kundu hava álit á ovasta nevndarformanninum. Tað krevur ábyrgd at sita í slíkum nevnd­ ar­sessi og formanssessi. Tað er væl saktans eis­ini orsøkin til, at nevndarlimirnir sjálvir halda, at teir skulu hava so góða løn, sum teir fáa. Tí er skjótt at falla, um bara onkur ivi tekur seg upp. Vit vita av góðum grundum ikki, um Birgir Nielsen hevur verið við til at selja hend­an famøsa bygningin uppi í Hoy­vík og hvarvið forbrotið seg ímóti kapp­ing­ar­klau­ suli hjá Betri. Vit vita heldur ikki, um Birgir Nielsen er orsøkin til, at Betri hevur mist eitt gott leigumál við Tórshavnar komm­ unu, sum ætlaði at leiga bygningin hjá Betri á Hálsi til læknamiðstøð. Men vit vænta av nevndini, at hon kemur við eini frágreiðing. Vit skilja væl øll ivamálini. Og tey mugu koma Betri samtakinum til góðar. Tí hetta er ein spuringur um álit og um trú­virði á Betri, á tryggingina og bankan fyrst og fremst. Tí átti nevndarformaðurin at verið meira var­in í sínum privata virki. Tað hevur hann helst ikki verið, og tí var tað skilagott av honum at leggja kongin uttan svørðslag. Býráðið í Havn hevur nú sett spónin í verk­ætl­ anina um at byggja íbúðir á Frúutrøð, har Mu­ sikk­skúli, læknamiðstøð og parkeringspláss eru. Longu mánadagin er freistin út um at søkja um undangóðkenning at fara undir verkætlanina, skrivar Tórshavnar kommuna: »Tann 22. mai 2018 var almennur fundur um útbjóðing av íbúðarbygging á Frúutrøð. Kommunan hevur gjørt ein bústaðarpolitikk, og Frúutrøð er fyrsta ítøkiliga ætlan at byggja fleiri bústaðir, m.a. leigubústaðir. Øll kunnu søkja um undangóðkenning, tó eru ávísar treytir, ið skulu vera loknar«, skrivar Tórshavnar kommuna. Skilagott av Birgiri at leggja kongin Taka nú fyrsta stigið at byggja á Frúutrøð TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Les eisini blaðið á telefonini Hans Pauli Klein var ein pressari Siðsøga síða 26-27 Ríkisumboð í før­ oysk­um klæðum Síða 6-8 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Áðrenn samanleggingina av út­ varpi og sjón­varpi vóru nógv fleiri tíð­inda­sendingar í útvarpi og sjónvarpi Fyrr var niðurlagið í Kringarpinum, at teim­ um vant­aðu pengar og tí kundu tey hvørki eitt ella ann­að. Hetta var eisini lagið, tá tey funnu upp á at skerja flaggskipið »Deg og Viku« summ­ar­mán­að­ir­nar. Men tað kann so ikki passa, at Kring­varp­ i­num nú tørvar pengar. Nýggja lógin um kring­varps­gjald hevur givið stovninum nógv­ ar pengar aft­urat, so tað skuldi verið lagað manni at sent Deg og Viku við so gott um full­ari megi, sjálvt um feri­u­tíð er. Fyrr høvdu vit tveir stovnar. Útvarp og Sjón­varp. Tá var einki sovorðið fjas og grenj um, at tíð­ind­a­send­ingar ikki kundu gerast. Tá vóru ráðini verri enn í dag. So tað kann bara vera ein bílig um­ber­ ing og prógv um, samanleggingin av út­varpi og sjónvarpi er ein skandala fyri tíð­inda­ flutningin, sum er smeltaður saman til ein lítlan farveg av tí sum tað fyri 20 árum síðani. Verri fyri hyggjaran. Staðfestast kann, at síðani Jógvan á Lakjuni í óðum verkum knallaði útvarpið og sjónvarpið saman í ein stovn eru 18 tíðindasendingar færri í útvarpinum um vikuna, og í sjónvarpinum tykist tað, sum tey gera tað tey kunnu fyri at sleppa frá at gera tíðindasendingar. Tað sigur seg sjálv, at fremsta uppgávan hjá einum landstíðindamiðli er at framleiða tíðindasendingar. Gev okkum Deg og viku aftur! 10. AUGUST 2018