hósdagur 9. august 2018síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
SOSIALURIN 91
32
BARBARA HOLM
E
in teirra, sum hevur havt
mong ferðafólk við sær í
gjónni við Gjógv og tikið
manga mynd av hesum
risakrabbunum, er Ingi Sørensen.
Men í dag er eingin risa krabbi eftir.
Orsøkin er, at fyri nøkrum døgum
síðani vitjaðu nøkur ferðafólk við
Gjógv. Hesi høvdu kavaraútgerð, og
tá tey fóru úr gjónni aftur, høvdu
tey allar risa krabbarnar við sær.
So nú eru hesir nógv avmyndaðu
krabbar helst blivnir ein betri
biti hjá nøkrum ferðafólkum. Ein
hending, sum Ingi Sørensen er sera
harmur um.
- Tað ringasta av øllum er, at vit
kunnu jú einki gera við tað. Eingin
lóg forðar, at fólk taka tað teim
um lystir úr havinum, sigur Ingi
Sørensen.
Umframt at hann kavar nógv í
Føroyum, so hevur Ingi Sørensen
eisini drúgvar royndir við at kava
í øðrum londum.
- Eg havi so ongantíð enn upp
livað, at tað ikki er ólógligt at taka
nakað úr sjónum. Har eg havi
verið er mottoið vanliga “tak bara
myndir við tær avstað, lat bara
bløðrur liggja eftir tær”. Hetta tí,
at man sjálvandi ikki kann oyða
náttúruna, har man er. Men tað
kann man so í Føroyum, sigur ein
mótfallin Ingi Sørensen.
Í næstum skal Ingi Sørensen
eftir ætlan til Finnlands á kavara
ferð. Men til tað krevst serligt loyvi,
sum tú skalt søkja um.
- Tað er eisini av trygdarávum,
men tað er púra vanligt, at tú skalt
hava loyvi og ein guide við tær, tá
tú kavar í øðrum londum, sigur Ingi
Sørensen, sum eftirlýsir reglur á
økinum.
- Tað er sjálvandi keðiligt at gera
forboð, men sum tað allarminsta
má man gera tað ólógligt at taka
nakað við sær úr sjónum. Ímynda
tær, um ferðafólkini fóru avstað við
øllum fuglunum teir sóu í einum
bergi. Tað hevði neyvan fallið á
góða jørð, sigur Ingi Sørensen og
vísir á, at tað eigur at vera tað sama
fyri tí, sum livir í sjónum.
Gjáarmaður harmast
- Tað eru nógvir kavarar her við
Gjógv, og tey reypa altíð um teir
stóru krabbarnar, sum vóru í gjón
ni, sigur Hans Andrias Djurhuus,
gjáarmaður.
Hans Andrias Djurhuus hevur
hús á gjónni, so hann sær alt virk
semi, sum er í gjónni. Hann sá
eisini, tá ið ein bilur parkeraði við
tveimum ferðafólkum, sum fóru at
kava, og komu uppaftur við fleiri
av risa krabbunum.
- Eg fór út og segði við tey, at
hatta var ótrúliga synd. Tað vóru
tey samd í, tá ið eg greiddi teimum
frá, at nú var einki at hyggja eftir
hjá teimum, sum komu næst at
kava, sigur Hans Andrias Djurhuus.
Ferðafólkini spurdu hann,
hvar tað stendur, at tað ikki er
loyvt at taka krabbar ella annað
úr havinum.
- Eg vænti ikki tað stendur
nakrastaðni. Men tað burdi verið
ólógligt at tikið nakað úr havinum,
og tað burdu ferðaskrivstovurnar
fortalt fólki. Ferðafólkini vita jú
ikki meira enn tað, sum tey fáa
at vita frá ferðaskrivstovunum,
sigur Hans Andrias Djurhuus, sum
sigur seg harmast um, at føroyska
náttúran mest av øllum tykist sum
eitt sjálvtøkuborð hjá ferðafólki.
Er eingin lóg ímóti tí
- Mær vitandi eru ongar forðingar
fyri, at fólk kunnu heinta og fiska
tað tey vilja úr sjónum, sigur
Peter Flugge, skrivar í Yvirfrið
ingarnevndini. Í Heilsu- og Inn
lendismálaráðnum vísa tey til
Yvirfriðingarnevndina í málinum
um krabbarnar.
Peter Flugge, skrivar í Yvir
friðingarnevndini sigur, at upp á
standandi fót fær hann ikki sagt,
um krabbarnir av onkrari orsøk
skuldu verið friðaðir. Men helst eru
teir ikki tað, og sostatt eru ongar
reglur, sum forða fólki at taka teir
- og alt annað ein kundi hugsað
sær - úr gjónni við Gjógv og fyri so
vítt eisini alla aðrastaðni í havinum
kring Føroyar.
- Í Danmark og aðrastaðni við
eru fiskakort, sum fólk skulu hava
frá tí almenna, fyri at sleppa framat
at fiska í alment atkomiligum
støðum. Men tað hava vit ikki í
Føroyum. Í Leynavatni og nøkrum
fáum vøtum aftrat skalt tú tó hava
fiskakort, tá tú ætlar tær at fiska
laks í sesongini, men tað er til eitt
felag, sum hevur rættindi og ikki
til landið, greiðir Peter Flugge frá.
- Krabbarnir eru at helst at meta
sum alt annað fiskarí. Fólk fara
við tráu har tey vilja at fiska, tað
eru ongar forðingar fyri tí, greiðir
Peter Flugge frá.
Útlendingar ruddað
gjónna fyri krabbar
Gjógvin við Gjógv er tiltikin vøkur. Seinastu mongu árini hevur hon verið eina
vitjan verd hjá mongum kavarum. Og eitt, sum hevur verið at upplivað undir
vatnskorpuni, eru fimm/seks risa stórir krabbar, sum hava verið at sæð við sama øki
í gjónni í fleiri ár. Men í dag er eingin krabbi eftir, tí nú eru teir tiknir av ferðafólki
UMHVØRVI: Einki eftirlit