mánadagur 13. august 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. august 2018 · Nr. 92
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Klaksvík
Frammanfyri áleið 2.150 gjaldandi
áskoðarum, vann HB 1-0 á KÍ í
ársins dysti í føroyskum fótbólti
higartil. Ari Mohr Olsen avgjørdi
dystin við sínum bara øðrum máli
í hesum kappingarárinum. Við
sigrinum er HB fimm stig fremst á
stigatalvuni, nú níggju umfør eru
eftir.
Broytingar á báðum liðnum
Heimaliðið er uttan stinna mið
verjan, Deni Pavlovic. Hann rennur
runt vøllin í tímunum upp til
dystin. Hann hevur leikbann, eftir
at hann fær sítt sjeynda gula kort
móti 07 Vestur. Eitt kort, sum skuldi
havt verið reytt, sambært dómara
num í dystnum, Peturi Reinert.
Mikkjal Thomassen, venjari hjá
KÍ, velur at halda fast í unga Ólavi
Niclasen í miðverjuni, meðan 32 ára
gamli kroatin, Predrag Pocuca, ikki
fekk afturval í verjuni. Hann bleiv
útskiftur í hálvleikinum móti 07
Vestur.
Fyri HB hevur tað stóran týdn
ing, at íslendski uppruddarin á
miðjuni, Brynjar Hlöðversson, er
tøkur aftur. Heimir Guðjónsson,
venjari hjá HB, velur at flyta Grétar
Snær Gunnarsson eitt longur fram
á miðvøllin, meðan Ari M. Olsen
fær afturval í álopinum, eftir at
hann hevur skorað sítt fyrsta mál
í ár móti Skála í undanfarna um
farinum.
Stúgvandi fult
Samanrenningin av týdninginum
av dystinum, liðunum á vøllinum
og Summar Festivalinum ger, at
tað er stúgvandi fult kring vøllin
við Djúpumýru, tá Alex Troleis
bríkslar fyri fyrstu ferð. Tummas
Lervig, formaður í KÍ, sigur at tað
eru 2.050 gjaldandi áskoðarar,
meðan einir 100 árskort eru, so
talan er um áleið 2.150 gjaldandi
áskoðarar. Hartil skulu roknast øll
tey, sum ikki hava goldið vegna eitt
nú aldur. Tí verður mett, at yvir
3.000 áskoðarar eru tilsamans.
- Hetta er tað størsta eg havi
upplivað í míni tíð sum formaður. Í
fjør vóru 1.400 gjaldandi áskoðarar
á Summar Festivalinum, tá Vík
ingur kom á vitjan. Hetta er nokk
tað mesta, síðani KÍ og B36 spældu
ein avgerandi dyst fyrst í 90 unum,
sigur Tummas Lervig.
Taktiskur fyrri hálvleikur
Tað er ikki nógvur munur á lið
unum í fyrra hálvleiki. Spælarar
nir hjá KÍ tykjast í støðum verða
ávirkaðir av týdningingum av
dystinum, men HB tekur ongantíð
av møguleikanum.
- Vit viðurkenna fult, at tað
manglaðu nakað av royndum hjá
okkum, og at tað eru nakrir spælar
ar, sum verða ávirkaðir av støðuni,
sjálvt um tað hevur verið eitt tema
hjá okkum í seinastuni. Vit skulu
royna at konsentrera okkum um
tað, sum er á vøllinum og verða
klárir, men tað er ikki altíð so ein
falt, sigur Mikkjal Thomassen,
venjari hjá KÍ.
Hóast HB er omaná leikliga, so
er tað KÍ, sum tykist vandamiklari
frammanfyri málinum. Einu ferð
ina fer bólturin eisini í málið, men
talan er um rangstøðu.
-Eg haldi, at HB í størri partum
av fyrra hálvleiki eru betri enn vit.
Teir spæla beinleiðis og hava nakrar
spælarar, sum leggja nakrar
sera
góða
avleveringar,
ið leggja okkum undir
trýst. Sjálvt um vit
hava møguleikarnar,
so haldi eg at HB
er omaná í fyrra
hálvleiki. Vit gera
nakrar broytingar
í seinna hálvleiki
og haldi, at vit
kundu havt fingið
eitt mál, men tað
skuldi ikki verða,
sigur
Mikkjal
Thomassen.
Steinbjørn Olsen,
Páll A. Klettskarð,
Jóannes Bjartalíð og
Semir Hadzibulic hava
vandamiklar
royndir
í
dystinum.
Ari dagsins maður
Seinni hálvleikur er tíggju minuttir
gamal, tá dagsins maður við
Djúpumýru, HB-miðverjin Lasse
Andersen, vinnur bóltin á egnari
hálvu. Hann rekur inn á hálvuna
hjá KÍ, har Grétar Snær Gunnars
son fær bóltin. hann dribblar
og spælir so Adrian Justinussen
leysan í høgru. Toppskjúttin í før
oyskum fótbólti setur ferð á og
leggur innfyri, har Ari Mohr Olsen
er staddur.
-Eg eri á veg til fremru stong,
men eg veit ikki ordiliga hvat
hendir. Brádliga standi eg við
aftaru stongt. Har koma einar fýra
ella fimm føtur á bóltin, sum so
endar hjá mær. Eg seti eina kalda
innarusíðu á, fortelur Ari Mohr
Olsen.
20 ára gamli sandoyingurin
hevur
annars
ikki
rakt
málið í ár, fyrr enn hann skoraði
móti Skála í farna umfari. Nú
hevur hann avgjørt ársins dyst.
-Fært tú álit, so kemur tað fyrr
ella seinni. Tú sær tað eisini í teim
um stóru deildunum, at menn
koma í ein málturk, men tá teir fáa
hol á, so steðga teir ikki aftur, sigur
áleyparin.
Hann tóktist ovurfegin, tá hann
skoraði móti Skála, men meiri ró
ligur, tá hann legði HB á odda í
Klaksvík.
-Tað vóru meira kenslur móti
Skála, tí eg endiliga fekk málið.
Frammanfyri tvey ella trý túsund
áskoðarum her, mást tú royna at
halda tær eitt sindur aftur, sigur
Ari Mohr Olsen og leggur
skemtandi afturat, at nú má
Adrian Justinussen ansa eftir sær
sum toppskjútti.
Ari Mohr Olsen hevur skotið
tvey mál, meðan Adrian Justinus
sen hevur skotið 15!
HB á FM-kós
Við sigrinum er HB nú fimm stig
fremst í landskappingini. Tað er ein
triðingur eftir og tað merkir, at KÍ
skal hava hjálp, um meistaraheitið
skal enda í Klaksvík. Tað liggur í
løtuni væl fyri hjá HB, sum hevur
tríggjar
dystir
móti
trimum
teimum niðastu á stigatalvuni. Tað
merkir væl, at HB i løtuni er á FM-
kós.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
KÍ-HB:
ARI AVGJØRDI
ÁRSINS DYST
NÓGVIR ÁSKOÐARAR
Tað vóru óvanliga nógvir áskoðarar til dystin í
Klaksvík fríggjakvøldið. KÍ hevði skipað fyri, at
plattar stóðu kring vøllin, so fólk kunnu standa
í fleiri røðum, meðan ongir bilar vóru á Bøgøtu,
har fólk eisini kundu standa. Mett verður, at
tað vóru yvir trý túsund áskoðarar við øllum
Ari Mohr Olsen skoraði málið, sum kann tryggja HB um 7,5
milliónir krónur. Ungi sandoyingurin skoraði einasta málið í
ársins størsta dysti higartil. Nú er HB aftur stórur FM-favorittur