týsdagur 14. august 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í morgin byrjar skúlagongdin á
Glasi, tá studentaskúlanæmingar,
handilsskúlanæmingar og mána
dagin eisini lærlingar byrja skúla
gongd í nýggja og stásiliga bygn
inginum.
Tað er eitt stórt stig og eitt
gagnlig stig, sum myndugleikarnir
tók, tá teir í sínari tí fóru undir
stóru
skúlaverkætlanina.
Tað
tóktist kanska fyri summum eitt
sindur óítøkiligt at blanda allar
skúlarnar saman, men tað skal
uttan iva fara at hepnast væl.
Tað
má
vera
eggjandi
og
stimbrnadi hjá ungu fólkunum
at hava sín skúladag í einum so
glasiligum bygnini sum Glasi.
Og tað er ikki av ongum, at fólk
longu nú eru farin at tosa um eitt
Fróðskaparsetur í eins stásilgu
umstøðum.
Tað er løgið, at vit eftir at hava
havt Fróðskaparsetur í hálva øld
ikki enn hava unnað stovninum
virðiligar hølisumstøður. Sjálvandi
skuldi tað langt síðani verið syrgt
fyri, at vit høvdu ein stásiligan
bygning til tað føroyska universi
tetið, okkara lærda háksúla Fróð
skaparsetrið.
Tað kann væl vera, at tú einki
lærir av einum bygningi. Men øll
vita, hvussu nógv hølisviðurskift
ini hava at siga – ikki bara fyri tey,
sum skulu ganga í hesum skúlum,
men tað sigur eisin inógv um,
hvussu vit sum samfelag virða
okkara útbúgvingarstovnar. Vit
hava í mong ár havt trupulleikar
við fráflyting. Og tá hundraðtals
ungdómar á hvørjum ári fara utt
anlands at lesa, so vita vit eisini, at
heldur færri koma heimaftur. Tað
er altíð eitt fráfall, tá fólk fara utt
anlands at lesa.
Enn hava vit einki ítøkiligt
hoyrt um ætlanina at byggja
eitt nýtt Fróðskaparsetur. Men
sambært
Kristinu
Háfoss,
fíggjarmálaráfrú, so verður tað
kanska ikki so leingi at bíða. Hon
skrivaði á Facebook um dagarnar
um størstu íløgurnar hjá landinum
í løtuni:
At
í
2020
verður
nýtt
Havrannsóknarskip liðugt.
At í 2021 er stóra útbyggingin av
Landssjúkrahúsinum liðug.
At tá er Eysturoyartunnilin
eisini tikin í nýtslu, og gongur
sum ætlað eru Sandoyartunnilin
og Hvalbiartunnilin tá eisini lidnir.
Niðurstøðan hjá henni var, at
frá 2021-2022 og úteftir er rúm fyri
fleiri størri íløgum aftur í landsins
íløguætlan – og so nevnir hon nýtt
Fróðskaparsetur og tunlar norður
um Fjall sum tvær av hesum, ið tá
standa á skrá sambært íløguætlan
samgongunnar.
Jú búskaapurin er heitur, men
hugaligt hevði verið við bestu
umstøðum til okkara útbúgvandi
ungdóm.
So stendur Fróðskaparsetrið
næst at fáa glæsiligar umstøður
GLÆSILIG HØLI TIL LESANDI
Heini
O. Heine
sen farin
NØVN SÍÐA 14
Eiga
at fáa
fólk úr
AlS
GUNVÁ VIÐ KELDU
KJAK SÍÐA 15
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Seinastu
vikurnar
hevur
verið arbeitt hart við at seta
innbúgv uppá pláss, áðrenn
Glasir lat upp fyri almenn
inginum í síðstu viku. Nema
hevur leverað áleið 2500 stól
ar, 800 borð, 550 skáp og reol
ir og ymiskt annað til Glasir,
ið er størsti ordri í søguni hjá
Nema innan innbúgv.
Nema vann útboðið sum
veitari av borðum, stólum,
faklokalum, skáp og goymslu
og ymiskum øðrum innbúgvi
við einum tilboðið á 8,6 mió.
kr. og hevur havt eini 3 vikur
til at levera risa ordran. Inn
búgvið til skúlan kom í áleið
30 40-fóts bingjum.
– Vit eru glað og takksom
fyri møguleikan, og samstarv
ið við Landsverk, Glasir og
aðrar arbeiðstakarar hevur
gingið væl, sigur Júst í Túni
Vang, stjóri á Nema. Tað er
spennandi at vera við til at
skapa eitt gott umhvørvi fyri
ung at læra og mennast í.
Vikuna upp undir móttøk
una arbeiddu fólk hjá Nema
nærum alt samdøgrið fyri
at fáa alt uppá pláss til tíð
ina. Glasir er ikki minni enn
19.500 fermetrar til støddar,
so starvsfólk hjá Nema hava
gingið nógvar kilometrar og
borið borð, stólar og annað
upp á pláss.
Størsti ordri í
søguni hjá Nema
Tríggir Nema-menn: Arnbjørn Danielsen, leiðari fyri innbúgv,
Júst í Túni Vang, stjóri, Ólavur Herup Olsen, Grand old man
innan innbúgv
Jógvan Philbrow
Formaður í Føroya
Pedagogfelag
Vit gleðast sjálvsagt um
mongu
útbúgvingarmøgu
leikarnar á okkara Fróðskap
arsetri, men verða útbúgv
ingarnar skipaðar á best
hóskandi hátt í mun til tørvin
á arbeiðsmarknaðinum í Før
oyum?
Í farnu viku var Lærara
felagið frammi við grein um,
at vit útbúgva lærarar til ar
beiðsloysi.
Er tað ikki eitt gylt høvi at
arbeiða fram ímóti at leggja
útbúgvingarnar hjá Fróð
skaparsetrinum um, so vit
ístaðin til dømis fáa fleiri
námsfrøðingar?
Leystliga mett er tørvur
á umleið 400-500 fleiri út
búnum námsfrøðingum á
arbeiðsmarknaðinum í Før
oyum. Tað gongur ikki ein
vika har tað ikki verður lýst
eftir námsfrøðingum á port
alunum, og tað skapar órógv
á arbeiðsmarknaðinum tá
so nógv tøk størv eru innan
sama fakøki.
Fróðskaparsetrið
kundi
ístaðin tikið fleiri av umsøkj
arunum til námsfrøði inn,
samstundis við at upptøkan
av til dømis læraralesandi
minkaði, so tey ikki verða
útbúgvin til arbeiðsloysi.
Meðan tað er torført hjá
nýggjum lærarum at fáa
starv, so er støðan ein heilt
onnur hjá námsfrøðingum.
Á vøggustovum, í barnagørð
um ella í sosialpedagogiskum
arbeiði innan almannaverki
og fólkaskúlan er stórt trot
á námsfrøðingum.
Um eitt miðvíst arbeiði
verður sett í verk at útbúgva
fleiri námsfrøðingar, so vildi
tørvurin á arbeiðsmarknaði
num sjálvsagt minka skjótt,
og lítil iva kann verða um, at
tað hevði verið ein skilagóð
avgerð.
Umraðfesting av útbúgvingum
á Fróðskaparsetur Føroya