Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93 TÍÐINDI Árni Gregersen 38 ymisk feløg og samstørv søktu um lut í teimum menn­ ingarkvotunum, sum fiski­ mála­ráðið bjóðaði út í vár. Talan var um menn­ingar­ kvotur av makreli, sild og svartkjafti. Søkjast kundi um part av 8.750 tonsum av makreli, 7.500 tons av sild og 42.000 tons av svartkjafti. Í treytunum stendur, at kvot­urnar kunnu latast sum eitt, tvey,trý ella fýra ára kvot­ur. Fiskimálaráðið hevur gjørt av, at níggju kvour eru lætnar. Tær eru lætnar til øki í landinum, sum uppfylla treytirnar í kunngerðini. Grundgevingar Tá ið kvoturnar vóru lætn­ ar í gjár, so fingu allir um­ søkjarar svar samstundis, bæði tey, sum fingu játtandi svar og tey, sum onga kvotur fingu. Ein arbeiðsbólkur mælti til,m hvussu kvoturnar skuldu býtast út og síðani er tað fiskimálaráðið, sum hevur tikið sær av fyri­sit­ ingar­liga partinum. Lógin um fyrisiting sigur, at grundgevingar skulu til, bæði til teirra sum fáa játt­ andi svar og so til teirra, sum ongar kvotur fáa. Tí hevur verið neyðugt at grundgeva fyri øllum svar­ um einsæris. Møguligt hevur ikki verið at sent eitt felags­ svar til teirra, sum fingu játt­ andi svar og so eitt svar til øll, sum fingu noktandi svar. Í kunngerðini um menn­ ingar­kvotur, eru rættuliga neyvt ásettar treytir: Ein umsókn um menn­ ingarkvotu skal sum minsta­ mark hava hesar upp­lýs­ ingar: 1) Umsóknin skal lýsa í hvørjum øki ella økjum í landi­num menningarætlanin verður framd. 2) Umsóknin skal ná­ greiniliga lýsa eina vinnuliga menningarætlan í ávísum øki ella økjum í landinum, sum menningarkvotan skal nýtast til. 3) Umsóknin skal lýsa, hvørja nøgd av fiskaslagnum ella nøgdir av fiskasløgum søkt verður um og fyri hvat ára­mál. 4) Umsóknin skal lýsa, hvussu menningarætlanin, ið kvotan skal nýtast til, kann skapa virðisøking, virk­semi, arbeiðspláss, før­ leika­menning og inntøkur í ávísa økinum ella økjunum í landinum. 5) Umsóknin skal lýsa virkis­ætlan og fíggjarætlan og ymsu tættirnar í menn­ ingarætlanini, harundir hvussu kvotan er ætlað at verða nýtt og virðisøkt frá veiði til hagreiðing, virking, sølu, marknað o.a. 6) Metingarnevndin kann seta seg í samband við um­ søkjara við umbøn um fleiri upplýsingar, nágrein­ing­ar ella annað tilfar enn tað, ið latið er við umsóknini. Tað stendur eisini rættu­ liga greitt, at kvotan verður latin til ávísa vinnuliga verk­ ætlan og at hon ikki kan av­ hendast. MENNINGARKVOTURNAR ERU FARNAR TIL VINNUNA Seinnapartin í gjár fingu umsøkjararnir um menningarkvotur svar frá fiskimálaráðnum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at talan er um, at tað er fiskimálaráðið og ikki hann, sum letur kvoturnar Níggju av teimum 38 sum søktu, hava fingið játtandi svar