Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. august 2018 · Nr. 93 Fríggjadagin hevði Havn­ar Svimjifelag for­kunnuga vitjan av russ­iska OL- gullvinnaranum, Al­ex­and­er Popov á venj­ing­arlegu í Bulgari Havnar Svimjifelag hevur sein­astu tvær vikurnar ver­ið á venjingarlegu í Kran­evo við Svartahavið í Bul­g­ ar­ia. Ferfaldi olympiski gull­vinn­ arin, russiski Alexander Po­p­ov – ein av skjótastu sprint­a­r­unum í heiminum nakr­an­tíð, kong­urin av sprint – hev­ur venj­ing­ar­leg­ur á sama stað, og seinn­a­part­in fríggja­ dag­in vandi hann Havnar Svim­ji­ fel­ag. Nógv minnast Popov frá Olym­ p­isku Leikunum í 1992 í Barce­lona og í 1996 í Atlanta, tá ið hann báðar ferðirnar vann gull í 50 m og 100 m frí. Popov endurvann so­statt gull­ heiðursmerkini í báð­um grein­ unum, og tað hev­ur eing­in gjørt undan ella seinni. Popov hevði heims­met­ini í 50 m og 100 m frí í á­ vik­a­vist 8 og 6 ár. Hann er føddur í 1971 og var 20 og 24 ára gamal, tá ið hann vann gullini við OL. Sum 31 ára gamal megn­aði hann at vinna gull í Heims­meist­ar­a­skapinum í 100 m frí. Til stuttleika kann nevn­ast, at Popov hevði vatn­skrekk, tá ið pápi hansara meld­aði 8 ára gamla drongin til svimj­ing. Komin í hylin, fekst hann ikki upp aftur. Rest­in er søga. Popov vann íalt 48 al­tjóða heiðursmerkir, 4 gull og 5 silvur við OL og á­vik­a­vist 13 og 26 heiðurs­ merk­ir við Heims- og Eu­rop­a­meist­ ar­a­stev­nur. – Popov vísti seg at vera ein sera fyrikomandi ítrótt­ar­maður og legði øllum eina við at taka allar venjingar í álv­ara, tí í síðsta enda er tað bara upp til ein sjálvan, søgdu tey í Havnar Svimjifelag úr Kran­ evo í Bulgari fríggjadagin. ALEX­AND­ER POPOV VANDI HAVNAR SVIMJIFELAG Svimjararnir hjá Havnar Svimjifelag, sum hava verið á venjingarlegu í Bulgaria, saman við OL-gullvinnaranum, Alexander Popov, sum sæst í bláari troyggju aftast í myndini Erling Eidesgaard, foramður í Havnar Svimjifelag (høgrumegin) heilsar upp á heimskenda OL- gullvinnaran, Alexander Popov