Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Høvdu pol­itikarar bara tosað sam­ an sum vaksin fólk, so var nógv vunnið Eftir orðaskiftinum um menn­ing­a­r­kvot­ur­nar at døma tykist tað sum um, at and­støð­an er við at draga nakað í land í hørðu mót­støðuni av menningarkvotunum. Retorikkurin er á sama lága støði, sum hann vanliga er millum politikarar í Før­oy­ um. Skoðs­málini eru altíð øgilig. Á pall­ borðs­fund­inum í Klaksvík mikukvøldið gav for­mað­ur Sjálv­stýr­is­floks­ins fiski­vinnu­ný­ skip­an­in skoðsmálið »sera vánaligt«, meðan Jørg­en Niclasen gav henni 2 av 10 og Bárður Niel­sen 4 av 10. Tað er altíð soleiðis í føroyskum poli­tikki, at tann sum er í andstøðu heldur, at tað er for keð­iligt, um eitt projekt hjá sam­gong­uni eydnast. Tí verður tað – mest sum fyri eina sikkur­heitss­kuld – sáplað niður í sand og øsku. Menningarkvoturnar einki undantak. Tað gav so at býta hjá Bárði Nielsen og Jørg­en Niclasen. Vestmanna og Vágar hava fing­ið sín stóra lut í menningarkvotunum. Og tað høvdu hesi øki ikki fingið, um and­støð­ an ráddi. Bárður Nielsen hevur sjálv­ur lagt broyt­ing­ar­upp­skot fyri tingið í des­e­m­b­er, sum merkti, um tað varð samtykt, at als einki fiski­vinnuvirksemi hevði verið í Vest­manna – sum hevur fingið sløk 17.000 tons av fiski um ár­ið tey komandi fýra árini. Fólkaflokkurin vil rulla nýskipanina aft­ uraft­ur, so vit fáa gomlu skipanina, sum var gald­andi. Sjálvandi hava fólk ymsar hugsanir um hes­ar menn­ing­ar­kvot­ur­nar. Men sam­ gong­an hev­ur alla tíð­ina havt ta stevnu, at virð­ini, at til­feing­ið, skal býtast javnari, at fleiri skulu hava burt­urav. Tí verður tað sera áhugavert at frætta nærri um hesar níggju verk­æt­l­an­ir­nar, sum nú hava fingið tillutað kvot­ur, og um og hvussu nógv virksemi hetta fer at skapa. Eisini um tað yvirhøvir loys­ir seg at spjaða virksemi út um landið, so fleiri fáa lut í ríki­døminum. Vit hava eisini kjak um, hvørt almenn ar­beiðs­pláss skulu spjaðast kring landið ella ikki. Sjálvandi kunnu vit koma við grund­gev­ ing­um um, at tað loysir seg best at hava alt al­ment virksemi í Havn og fáa tað at síggja pent út á einum rokniarki. Men vit kunnu væl eisini grundgeva fyri, hvussu nógv av­leitt virk­semið almenn arbeiðspláss úti á bygd kunnu skapa. Høvdu vit bara kunna skorið alt tað pol­it­ iska øvundsjúkukeglið frá, so høvdu vit eitt skilagott kjak til gagns fyri okkum øll. Ósemja um at býta javnari? Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri 17. AUGUST 2018 Effo sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum persóni, at arbeiða sum oljufýrsteknikari hjá Effo í Suðurstreymoy og Vágum. Hitatænastan hjá Effo er ein skipan, ið tryggjar kundum okkara tænastu 365 dagar um árið. Tænastan snýr seg um árligt eftirlit og viðlíkahald av oljufýrum, ketlum v.m. Arbeiði umfatar Arbeiði umfatar reinsan av oljufýringum, ketlum og kannan og stillan av oljufýringum. Hetta verður gjørt eftir fastari avtalu sum t.d. árligt eftirlit, men eisini, tá talan er um bráfengisútkalling, har trupuleikar eru við oljufýringini. Tú kemur at starvast í eini vaktarskipan, har tit eru fýra í toyminum, hvørs ábyrgd er at veita tænastu til kundar okkara í Suðurstreymoy og Vágum. Tínir førleikar Tú ert førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, at fylgja avtalaðum mannagongdum og hevur fulla fatan fyri okkara trygdarskipanum. Tú ert fleksibul og klárur at taka ímóti avbjóðingum, tá vit og kundin ynskja tað. Vit vænta, at tú hevur eina handverk- araútbúgving sum t.d. elektrikari, rørsmiður, maskinsmiður ella líknandi. Somuleiðis vænta vit, at tú hevur góð handalig evnir, ert ágrýtni, íðin og røkin. Telduførleiki og enskt á brúkarastøði er ein fyrimunur. Royndir frá líknandi arbeiði og tekniskt innlit er somuleiðis ein fyrimunur. Tað er ein treyt, at tú hevur koyrikort. Vit bjóða tær Vit kunna bjóða tær eitt spennandi starv í einum góðum og skipaðum umhvørvi. Vit bjóða løn eftir nærri avtalu, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Ert tú rætti persónurnin, fært tú neyðuga upplæring. Umsókn Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. september 2018. Umsóknin skal sendast til: Pf. Effo, Postboks 3098, 110 Tórshavn ella til hr@hr.fo. Frámerk “Hitatænastan”. Miða verður eftir at seta starvið ultimo september 2018. Fleiri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Eyðfinn Sigurstein, goymsluleiðara á tel. 214266. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Pf. Effo Óðinshædd 3 Postboks 3098 110 Tórshavn Tel 34 35 00 www.effo.fo Fólk til hitatænastuna hjá Effo