hósdagur 16. august 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
25
RUNAVÍK HAVA
BORGARARNAR
kanna møguleikarnar fyri hvat
kann gerast. Saman við EM Ráð
geving og Landsverk vóru møgu
leikarnir kannaðir, men Landsverk
fór úr arbeiðnum, tí stovnurin boð
aði frá, at teirra loysn er at gera
ein tunnil úr Gøtudali til Millum
Fjarða.
-Tað kann gott vera, at hetta er
ein loysn, men als ikki fyri meir
ferðsluna her í býnum, var fleiri
ferðir sagt á fundinum.
Magni Thomsen frá EM Ráð
geving legði nakrar loysnir fram á
borgarfundinum. Í viðgerðin hava
teir býtt økið millum tunnilsmunn
an og inn á Bakka í trý.
Í uppskotunum skal vegurin
býtast sundur á leið við omankoyr
ingina til Bakkafrost á Glyvrum.
Um tað verður við rundkoyring,
ferðsluljósum ella við flættingum
er støða ikki tikin til, men ætlanin
er, at vegurin haðani skal ganga
gjøgnum fjørðuna út á Rókalandi.
Har eru bara fleiri forðingar á
vegnum, sum mugu loysast. Millum
annað hvussu uttasti parturin
av vegføringini skal gerast. Har
var eitt uppskot, sum legði vegin
í eina sokallaða “lokarennu”,har
koyrt verður í eini rennu við loki
á til bilarnir eru komnir gjøgnum
havnaøkið í sjálvari Runavíkini.
Á borgarafundinum vóru fleiri
viðmerkingar og uppskot um aðr
ar loysnir. Sumt hevði arbeiðs
bólkurin viðgjørt og hevði svar
uppá. Annað vóru nýggj hugskot.
Miðbýurin
Samstundis, sum EM Ráðgeving
hevur arbeitt við innkomuvegnum,
so hevur teknistovan hjá Ósbjørn
Jacobsen, arkitekti, arbeitt við
eini ætlan um at skapa ein miðbý
í Runavík.
Arbeiðið er ikki fult koordinerað,
men samband hevur kortini verið
millum bæði ráðgevarafelagøgini.
Vegføringin av innkomuvegnum
fær stóra ávirkan á, hvussu miðbý
urin verður skaptur, tí eftir upp
skotinum, so skal hann liggja heilt
úti í Runavíkini – í sjóvarmálanum
niðanfyri Hotel Runnavík.
-Hetta er seinasti møguleikin
at gera eitt torg ella miðbý við
atgongd til sjóvarmálan, segði
Ósbjrøn Jacobsen, arkitektur,
millum annað undir framløguni á
borgarafundinum.
Hann legði afturat, at staðið í
Runavík, har ætlanin at gera mið
býin, sum í verkætlanini verður
kallað Gula Torg, liggur stak væl
fyri.
-Her er sera veðurgott, umframt
at vesturskini hitar økið, segði
Ósbjørn Jacobsen.
Politikkarnir
Eftir framløguna var ein pallborðs
fundur, har býráðslimir søgdu sína
hugsan um uppskotini um inn
komuveg og miðbýarætlanina.
Frá øllum teimum, sum sótu
við pallborðið, vóru bert rósandi
orð til tað, sum var lagt fram, men
samstundis var víst á, at tillagingar
mugu gerast á fleiri økjum.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin
við samferðslumálum, Kári P. Høj
gaard, Sjálvstýri, tók orðið og
minti á, at tað júst eru fimm ár
síðani fundur var í Løkshøll um
privatu ætlanina at gera undir
sjóvartunnilin.
-Men tað undrar meg nógv, at
ongin úr býráðnum hevur heitt á
meg um at arbeiða við innkomu
vegnum, segði hann.
Borgarstjórin gjørdi vart við, at
kommunan sjálvandi vendi sær til
landsstýrið og ikki til andstøðuna,
tá ið hetta skal geerast.
Eisini Terji Vestergaard tók
orðið. Hann gjørdi vart við, at hann
persónliga hevði tosað við Kára P.
Højgaard um málið.
-Annars er tað soleiðis, at ein
tingmaður, sum er valdur í økin
um, sjálvandi skal arbeiða fyri sín
um øki. Feskasta dømi eru menn
ingarkvoturnar. Tær fella har sum
tingfólk hava arbeitt fyri at fáa
tær, segði hann.
Uppskotini, sum vóru sýnd fram
á borgarfundinum, eru ikki endalig
á nakran hátt. Tí ber væl til hjá
borgarunum at koma við nýggjum
hugskotum og uppskotum. Ongin
endalig støða er tikin – hvørki til
innkomuvegin ella til sjálva mið
býarætlanina.
Eitt uppskot er at ferðslan úr tunlinum ferð gjøgnum
eina lokarennu tvørtur um havnalagið
Hetta er eitt av uppskotunum um hvussu vegføringin
verður á Glyvrum. Til høgru vegurin fram við fjørðuni
Soleiðis fyristillar Ósbjørn Jacobsen, arkitektur sær at miðbýurin í Runavík kann síggja út
Hesir sótu við pállborðið saman við Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra