týsdagur 21. august 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Føroyingar eru kendir fyri at vera
gestablíðir og taka sær væl av fólki,
ið vitjar hendan vegin. Tað kann
vera, at økta talið á ferðafólkum
er við at leggja trýst á hetta gesta
blídni, men grundleggjandi kenslan
er, at vit eru fyrikomandi og hjálp
som mótvegis gestum her í landin
um.
Soleiðis eigur tað eisini at vera,
nú krúnprinsafamiljan kemur á
vitjan í Føroyum. Jú, hetta er ein
sermerkt vitjan, tí viðurskiftini
millum Føroyar og Danmark eru
hugsjónarliga fløkt. Føroyar eru
partur av danska kongsríkinum,
men vit hava stórt sjálvræði, og ein
partur av fólkinum vil hava full
veldi. Hesa politisku støðu hava vit
livað við í nógv ár, og hana kenna
danir eisini – ikki minst tey, sum
hava eitthvørt vald í Danmark.
Kortini eigur hetta ikki at forða
fyri, at vit taka væl ímóti konga
ligu gestunum, sum koma til landið
hósdagin. Tey skulu sum onnur
vera hjartaliga væl komin at vitja
oyggjarnar, og tey skulu fáa góð
viðferð her. Føroyingar kunnu
sjálvir avgera, um teir vilja vera við
í almennum móttøkum og vitjan
um hjá teimum kongaligu, og tað er
sjálvsagdur rættur hjá fólki at siga,
at tey vilja ikki luttaka í nøkrum
kongaligum hátíðarhaldi. Politisk
ella onnur sannføring er rímilig
grundgeving fyri tí.
Løgtingsformaðurin
hevur
boðað frá, at hann fer ikki til døg
urða umborð á kongsskipinum
Danneborg
leygarkvøldið.
Grundgevingin er, at hann sum
fullveldismaður ikki vil fara til
døgurða í Føroyum, har danska
kongshúsið er vertur. Løgtings
formaðurin hevur annars roynt
at lyft seg upp um tað dagliga
politiska stríðið og kjakið, og hann
mundi fáa eina stjørnu hjá fleiri,
tá ið hann farna summar steðgaði
fastrenda fiskivinnuuppskotinum.
Ta ferðina vísti hann, at hann var
løgtingsformaður fram um sam
gongumaður og tók eina skilagóða
avgerð, sum onnur ikki megnaðu.
Hesaferð er løgtingsformaðurin
á skeivari leið. Hann hevur sum pol
itikarin við hægstu tign skyldu at
umboðað okkara løgting og land á
skilagóðan hátt – eisini í sambandi
við útlendskar vitjanir. Tað er ikki
óvanligt, at gestir í einum landi
eisini bjóða inn til døgurða – tað
gera føroyingar eisini aðrastaðni.
At siga nei til eina innbjóðing til
døgurða við teimum kongaligu við
einari fullveldisgrundgeving er
óhóskandi hjá júst honum. At Páll
á Reynatúgvu er fullveldismaður
er í fínasta lagi, men hann er eisini
løgtingsformaður, og í hesum sam
bandi eigur hann at bera seg at sum
løgtingsformaður og ikki sum full
veldismaður.
Útlendskir gestir – eisini
teir kongaligu – skulu hava
góða viðferð í Føroyum
KONGALIGIR GESTIR VÆLKOMNIR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Sjúkrarøktarfrøðingar til Føðideildina
Umsóknarfreist 29. August 2018
Deildarleiðari til Føðideildina
Umsóknarfreist 29. August 2018
Sjúkrarøktarfrøðingar til B8
Umsóknarfreist 29. August 2018
Varaleiðari til G1
Umsóknarfreist 3. September 2018
Sjúkrarøktarfrøðingar til B6
Umsóknarfreist 4. September 2018
Innkeyps- og goymsluleiðari
Umsóknarfreist 4. September 2018
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo
www.ssh.fo
Sjúkrarøktarfrøðingar
til seingjadeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heiliráðsdeild
við akuttari móttøku.
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til:
•
farloyvisstarv á starvsbrøki 0,7 í skiftandi vaktum
frá 1. okt. 2018 til 28. feb. 2019.
•
farloyvisstarv á arbeiðsbrøki 0,7 í skiftandi vaktum
frá 1. nov. 2018 til 31. mars 2019.
Um møguligt kann annar starvsbrøkur avtalast.
Vit vænta at umsøkjarar:
•
hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari
menning og førleika
•
hava góð samstarvsevnir og evni at arbeiða
sjálvstøðugt
•
kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á
deildini
•
hava telduførleika – vit nýta Cosmic
Vit kunnu bjóða:
•
ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman
við góðum starvsfeløgum
•
eitt starv við mennandi avbjóðingum
•
innleiðslu og upplæring
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita:
um størvini við at venda sær til Sonny Ellendersen,
deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra.
Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:
Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Ronnié Midjord, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo
Umsóknarfreist: 5. sept. 2018