Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96 Gøtu kirkja. kl. 11.00. Barnavinarlig gudstænasta. Ovi Brim Havnar kirkja kl. 11.00 Sonja Klein Hellurnar, kl 14: Guðstænasta v/altarg. Anne Mette Greve Klemensen Hests kirkja kl. 11.00: Heri J. Joensen. Altargongd. Hoyvík kl. 11, Theodor Eli Dam Olsen Hvannasunds kirkja, lestur, kl. 12.00. Leirvík, kl 11: Guðstænasta v/altarg. Anne Mette Greve Klemensen Mikladalur kl.11 Hanus á Gørðum altarg Oyra skúli (Skótahúsið): kl. 11 messa Emil Olsen. Skála kirkja kl. 11: Símun Persson Jacobsen Sumbiar kirkja kl. 12.30, gudstænasta. Dópur. Tvøroyrar kirkja kl. 11, barnagudstænasta, Jònsvein Bech. Vágs kirkja kl. 11.00, gudstænasta. Vesturkirkjan kl. 11.00: Derhard Jógvansson. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Viðareiðis kirkja, familjugudstænasta, Jóannes Purkhús, kl. 11.00. Undir guðstænastuni verða lættari sálmar og sangir sungnir, og eisini verður ein søga til børnini. Eisini fáa børnini okkurt gott at hava heim við. Øll eru hjartaliga vælkomin! Adventistakirkjan Leygardagin 25. august 2018 Kl. 10 Bíbliugransking: Birgir Johannesen Kl. 11 Sabbatsgudstænasta: Odd Fuglestad Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá 14-18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vit byrja aftur týsdagin 28. august. Ebenezer Fríggjamorgun kl. 10 til 12: Cafe fríggjamorgun. Sunnumorgun kl. 11: Minnismáltíð Harrans. Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20: Ungdómsmóti. Hjartaliga vælkomin www.Ebenezer.fo Filadelfia, Landavegur 22 Mánadagin 20.aug. Kl. 20.00 Bønarskúlin Frelsunarherurin, Tórshavn: Sunnudagur 26.8 kl 15.00 Møti. Samlingssunnudagur. Solfrid Bakken talar, Berit Kjærbo Kristiansen luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin! Frelsunarherurin í Vági Hósdagin kl 19.30 Andakt á Hamragarði Fríggjadagin kl 09.30 "Orðið á borðið" Sunnudagin kl 17 Møti v/Magnus Jacobsen og Sámal Midjord Mánadagin kl 19 Bønarmøti Øll eru hjartaliga vælkomin! Keldan, Skálafirði Týskvøldi kl. 20, Ísraelsmøti við Malcolm Hedding frá ICEJ Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við Búgva Olsen, barnamøti kl. 11 Kvøldmøti kl. 19 við Joel Ramsey o.fl. www.keldan.fo Kfum& K Klaksvík Mikudag Kl.20.00 Bíbliutími við Joannes Johannessen. Matt kap. 14-15 Sunnudag Kl.14.00 Sunnudagsskúli Kl.17.30 Bønarløta Kl.18.00 Møti við Óla Marner Christiansen. Evni. Paulus. Kl.20.30 Ungdómsmøti við Pól Johannessen Vitja okkum eisini á facebook: kfumogkklaksvík KFUK í Havn Øll eru vælkomin. August 2018. Mánadagin 20. augusat kl. 15.00: Vit byrja aftur eftir summarferiuna. Seinnapartsamkoman vi Bergur Debes Joensen. Hósdagin 23. august kl. 15.00: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Mánadagin 27. august kl. 15.00: Seinnapartsamkoman við Sólbjørg Símunarson. Hósdagin 30. august kl. 15.00: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. September 2018. Mánadagin 03. september: Seinnapartsamkoman við Marner av Kák Sørvágur. Hósdagin 06. september kl. 15.00: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Meinigheitshúsið í Havn Hósdagin kl. 20, Ungdómsmøti, Heri Kjærbo talar Sunnudagin kl. 14, Sunnudagsskúli, kl.17.30, Bøn, kl. 18, Møti, Bergur D Joensen talar Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Týsdagin 21. aug. kl. 19:30 Bøn og bíbliutími Fríggjagin 24. aug. kl. 21:00 Ungdómsmøti Vit síggja ein film Sunnudagin 26. aug. kl. 17:00 Familjumøti við Rósalind Olsen Nátturði verður aftaná Verið hjartaliga vælkomin www.glyvra.fo Missiónshúsið í Skopun Mikudagin 22. aug. Kl. 19.30 bønarløta. Kl. 20.00 bíbliutími v/Elisabeth Leo. Sunnudagin 26. aug. Kl. 17.30 bøn-& lovsangur. Kl. 18.00 møti. Innsavnan. Hjartaliga vælkomin. Soli Deo Gloria Hósdagin kl. 20.00 ungdómsmøti við Sannu Akurstein Sunnudagin kl. 17.00 bønarløta Sunnudagin kl. 18.00 møti við Hallgerð og Hendrik Akurstein Reyði Krossur Vitjunartænastan hjá Reyða Kross Føroya virkar nú eisini í hesum økum. Um fólk vilja gerðast vitjunarvinir ella fáa vitjunrvin, kunnu tey ringja til viðkomandi fyrisitarar. Tórshavn Eyrith tlf. 513784 ella Marin tlf. 284333 vitjunartanastan@redcross.fo Sørvágs Kommuna, fyrisitari Anna.S. tlf. 332705/272142 Vága Kommuna, fyrisitari Hansia tlf. 229705 Tvør­oyra Kommuna, fyri­sit­arir Marit tlf. 611087/ 281339 og Eileen tlf. 289563 og Bergljót tlf. 294216. Kommununar í Sandoynni, fyrisitarir Óløf tlf.561348 og Kristbjørg tlf. 281708. Eldraráðið í Norðoyggjum, fyrisitarir Maria Olsen tlf. 228488 og Gerda Absalonsen tlf. 215174 Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn. Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin. Tilhaldið í Tórsgøtu Tórsgøta 21 Er opið mánadag – Hósdag kl. 9.00 – 16-00 Fríggjadag kl. 9.00 – 15.00 Støkk inn á gólvið til eitt kaffiprát Allir pensionistar eru vælkomnir Virkin sum longst Vit møtast hvønn týsdag, frá kl 15 til 18 í Sørvágsskúla. Drekkamunnur og køka er at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin Vestmanna Missiónshús Sunnudagin 27. aug., kl. 18.00, verður møti. Øll eru vælkomin. AMBOÐ LEIGA STILLADS LØTT ALUMINIUM STILLADS BÍLING TIL LEIGU. ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ. GUTTORM MORTENSEN TLF 251160 ARBEIÐI Málara arbeiði vit átaka okkum alt málara arbeiði og arbeiða um alt landi. Ring ella skriva til malarin. fo@hotmail.com og vit geva óbindandi tilboð. 253766 Timburarbeiði Alt timburarbeiði verðu gjørt. HS Smíð Tlf 265151 BÝLI Í FØROYUM Íbúð 5. Sep-15. mars 35 m2 íbúð til leigu mitt í havn. Vælegnað til 1 persón. Egna inngong, fult møbilera, 6500kr mðr. 2 mðr depos. Heim@mail.fo Íbúð frá 15 sep til 15 marts 2019 Nýggj eittrúms íbúð í Tórshavn Fult møbelera ca 35 m2 til leigu til ein persón í ikki roykir, kr 6500 við hita og el 2 mdr depos. Heim@mail.fo Lítil familja søkir íbúđ Vit eru eitt ungt par, viđ einum 2 ára gomlum barni, sum leita eftir íbúđ í Tórshavn. Vit fara bæđi undir lesna, eru skikkilig og fara væl um. 275382 Íbúð søkist 43 árða gamla maður søkir íbúð í havn. 268640 HÚSARHALDSTÓL VASKIMASKINUR OG FLATSKERMAR VASKIMASKINUR, FLATSKERMAR O.A. TIL LEIGU VIÐ KEYPSRÆTTI. EINKI ÚTGJALD, ÓKEYPIS ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ. ÚR 290,-KR PR MÐR. HYGG Á : MEGNA.FO TLF 251160 TILTØK LÝSINGARTORG Minningarorð um Jacob Lindenskov Leygardagin 18. aug. var so fjørðurin hjá fyrr­ver­ andi politikaranum Jacob Lind­enskov rógv­in. Hann and­aðist á Boða­nes­heim­ in­um 85 ára gamal. Nakrar fáar dagar framman­und­an andaðist ein annar navn­ fram­ur polit­ik­ari, og tað má vera heldur sjáldsamt, at tveir fyrr­ver­andi tingmenn standa undir børu um somu tíð. Fyrst vóru boðini eftir tjóð­veldis­mann­inum Heina O. Heine­sen úr Kunoy, og nú vóru so boð eftir javnað­ar­ mann­inum Jacob Lind­en­ skov úr Havn. Jacob Lindenskov var fødd­ur í Havn í 1933. Hann var sonur Biritu og Edvard Lind­enskov. Jacob taldist mill­um tað nýggja og unga ætt­arliðið av javnaðarfólki, sum tók við, tá slóðararnir og stovnararnir av Javn­að­ ar­flokkinum vóru komnir nakað til árs. Longu 25 ára gamal í 1958 varð Jacob vald­ ur fyrstu ferð inn á ting, og røkti hann ymisk polit­isk álitisstørv fyri flokk­in í samfull 36 ár. So mong ár í tænastu fyri eina polit­iska hugsjón, ber boð um ein mann, sum ong­an­tíð hev­ ur ivast um sítt pol­it­iska kjøl­festi, og sum tí hevur vunnið sær álit mill­um manna, og sum flokk­ur­ in  hevur havt álit á. 1958 var eitt sermerkt ár fyri Javnaðarflokkin, tí til hetta løgtingsvalið fekk flokkurin heili 8 umboð vald á ting, og ein av hesum og nógv tann yngsti var Jacob Lindenskov. Hetta var valið, tá flokkurin hevði fólka­pensjónina í síni val­ skrá, og tá landsstýrið seinni varð skipað við P. M. Dam sum løgmanni, varð fólkapensjónin sam­tykt. Og tann seinasti á lívi av teim­ um, sum sam­tyktu nógv um­røddu fólka­pen­sjón­ina, var Jacob Linden­skov. Tað er lítið at ivast í, at floksleiðslan hevði stórt álit á hesum ungu fólkunum, sum nú stuðlaðu flokkinum, tí longu í 1957 setti flokk­ur­ in Villa Sørensen og Jacob Lindenskov sum blað­stjórar á Sosialinum. Hetta starv røktu Villi og Jacob, til teir báð­ir gjørdist lands­stýris­ menn í 1968, tá Damm­urin doyði, og lands­stýrið varð um­skipað. Jacob umboðaði Javn­ að­ar­flokkin á Føroya Løg­ tingi frá 1958 til 1966, og frá 1970 til 1990 undantikið drúgva skeiðið, hann var lands­stýrismaður. Hann var aftur á tingi frá 1992 til 94 sum varamaður. Hann sat sum løgtingsformaður ár­ini frá 1984 til 87. Hesi mongu ár sum valt umboð á tingi vísir greitt, at Jacob hevur havt trúgva og sterka undirtøku millum velj­ar­ar­ nar í valdøminum, sum var Suð­ur­streymoy. Var hann ungur, tá hann kom á ting fyrstu ferð, so var hann framvegis ung­ ur, bert 35 ára gamal, tá flokk­urin heitti á hann um at gerast umboð floksins í landsstýrinum. Hetta starv røkti hann í fleiri sam­gong­ um og sat øll árini frá 1968 og fram til 1979 sum lands­ stýris­maður. Fyrstu árini við Kristjani Djurhuus sum løgmanni og síðan øll ár­ini í 70´unum við Atla Dam sum løgmanni. Hóast rætti­liga ymiskir av lyndi, so sam­starvaðu Atli Dam og Jacob sera væl. Jacob var still­førur og hóvligur í all­ari sínari medferð, men náddi tó tey úrslit, sum hann hevði sett sær sum mál. Serliga umsat Jacob al­manna­mál og heilsumál í lands­stýrinum. Hann var mað­urin, sum tók stig til at fáa okkara egna fólk heim­aftur til Føroya, sum or­saka av menningartarni og øðr­um, vórðu send til Dan­markar á stovn. Hann fekk eisini tikið stig til, at vit fingu fyristingina av almannamálum á før­oysk­ar hendur, og at Al­manna­stov­ an varð sett á stovn. Jacob umboðaði eisini flokkin í Fólkatinginum frá 1979 til 84, 1987 til 88 og frá 1990 til 93. Her gjørdi Jacob eisini eitt dygdargott ar­beiði, og serliga mintust nógvir føroyingar og vóru takksamir fyri, at tað eydnaðist honum at fáa undirtøku á Fólka­tingi fyri, at føroyskir sjó­menn, sum høvdu siglt vanda­sjógv undir seinna ver­ald­ar­ bardaga, eisini fingu møgu­ leika at søkja um krígs­pen­ sjón. Jacob Lindenskov var alt sítt lív sera virkin innan frá­haldsrørlsuna. Hann var virkin í Losjuni og tók sam­an við øðrum stig til at stovna hondbóltsfelagið Kyndil. Eisini tók Jacob sam­an við Inga Mohr stig til, at føroyingar fingu møgu­ leika at fáa viðgerð fyri rús­drekkatrupulleikar her í Føroyum. Hetta hendi, tá teir báðir settu Heilbrigdið á stovn. Jacob Lindenskov var útbúgvin innan skriv­stovu­ yrkið og arbeiddi á Trygg­ ing­arsambandinum. Hann gift­ist við Jónu f. Jacobsen úr Fuglafirði, og fingu tey trý børn Elina, Biritu og Eir­ ik. Tykkum og tykkara send­ ir Javnaðarflokkurin sína djúp­astu samkenslu. Nú Jacob er far­in, so drýpa vit í Javn­að­ ar­flokkinum høvur og minnast í takksemi javn­ að­armannin Jacob Lind­en­ skov fyri tað stóra arbeiðið, hann á mongum ymiskum mót­um legði eftir seg fyri flokk­in. Javnaðarflokkurin MINNINGARORÐ