Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 220 - 17. november 2004 Nr. 220 - 17. november 2004 31 Fríkirkjan Oasan Uppi á Brekku 3, Hoyvík Hóskvøldið kl. 20 Ungdómsmøti v/ Rúna Rasmussen. Fríggjakvøldið kl. 20 After Eight. Leygarkvøldið kl. 20 Møti v/ sørvingum. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli,kl. 18 Møti v/ klaksvíkingum. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. Mikumorgun kl. 7 Bøn. Missiónshúsið v/ Landavegin Hóskvøldið kl. 20 Møti. Hebron, Argir Mikudagin kl. 20.00 Bíbliu- tími og bønarløta. Páll Poulsen talar um Opinber- ingina kap. 5. Lívdin í Hoyvíkar skúla Sunnumorgunin Familjumøti kl. 10.30 har tala Símin Ósá og Óli Steinberg um »Trúboð- aravirki í Grønlandi«. Á til- biðjanarmøtinum kl. 12 talar m.a. Jógvan Zachariassen um »Týdningurin av einum – partur 1«. Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldur á báðum møtunum. Sunnudagsskúli er kl. 12. Drekkamunnur er millum møtini. Týskvøldið kl. 20 Bøn- og bíbliutími. Øll eru vælkomin. www.livdin.fo Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Hósdagin kl. 20 Bíbliutími v/ Jóannis Fonsdal, evnið: Op. 19. Fríggjadagin kl. 20 Ungdóms- møti. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Finn Arvé prestur í Mariu- kirkjuni, kl. 14 Sunnudags- skúli. »Hann fer undan tykkum til Galileu, har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum«. Mk. 16.7. Mikukvøldið tann 17. nov. kl. 19.30 fyrireika vit okkum til Adventina, saman við Finn Arvé presti. Aftaná verður ein kaffimuður í Meinigheits- hølinum. Øll eru hjartaliga vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mikudagin kl. 19 í KFUM: Ten-sing kórið hittist. Ung frá 13 ár og uppeftir eru væl- komin við. Mikudagin kl. 18 í KFUK: Vit gera klárt til basarin. Hósdagin kl. 19 í KFUK: Basarur, sí aðra lýsing í blaðnum. Meinigheitshúsið Mikukvøldið kl. 19 venur Meinigheitskórið. Hósdagin kl. 16-17 venur Gentukórið, 8 ár og eldri. Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms- møti. Fríggjadagin kl. 19.30-21.30 Juniorhugni, frá 5. flokki. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti – eyka meinigheitsfundur. Manskórið syngur. Frelsunarherurin, Tórshavn Týsdag kl. 17.30 og 20 Horn- venjing. Mikudag kl. 15 Bønarfundur. Barnarøddir venja kl. 17.30. F. H.-ungdómur skipar fyri fundi kl. 19.30 har tema er Rús og Rúsevni. M. Garalíð tosar um »Lív mítt við og uttan rúsevnir«. P. H. Midjord »Ungur í dag og rúsevnir« N. E. Olsen »Hví eri eg avhalds- maður«. N. Djurhuus tekur samanum og endar. Drekkamuður. Øll eru væl- komin. Hósdag kl. 20 Heimaforbund- ið – fyri allar kvinnur. Frá Ebenezer Týsdagin kl. 17 Frítíðar- arbeiði fyri børn 9 ár og eldri, kl. 20 Evangel. møti. Talarar: Poul Johan DJurhuus og aðrir. Mikudag kl. 16.45 Sang-venj- ing – yngra barnakórið, kl. 17.30 Awana fyri børn í 1.-4. flokk, kl. 20 Evangel. møti. Talarar: Óli Wolles og aðrir. Hósdag kl. 10 Fyrrapartsløta fyri eldri menn í Sloans húsi, kl. 17 Sangvenjing – eldra barnakórið, kl. 20 Ungdóms- møti. Fríggjadag kl. 20 Teen-Night. www.ebenezer.fo Filadelfia Landavegur 22 Í dag kl. 17 Bøn fyri býnum og Ísrael, kl. 19 Delli. Fríggjadagin kl. 20 Ung- dómsmøti v/ Vagn í Geil. Evnið er: »Andi, sál og likam«. Leygardagin kl. 17 Landsbøn. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti v/ Tummas Jacobsen kl. 11.50 Sunnudagsskúli og ABC v/ Malenu Meitilberg, evnið er: Gestablídni 1. partur, kl. 16 Samkomu- fundur. Mánadagin kl. 20 Bønar- skúlin. Um tær tørvar persónliga samrøðu og/ella forbøn ring 211067. www.filadelfia.fo Tórshavnar Hvítu- sunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti og kl. 18.00: Evangel- iskt møti. Øll eru vælkomin. Sandavágur Sjómanskvinnuringurin kemur saman í Meinig- heitshúsinum hóskvøldið 18. nov. kl. 20. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Missiónshúsið Libanon Sjómanskvinnuringurin kemur saman hóskvøldið 18. nov. kl. 20. Mint verður á jólapakkarnar. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Saron, Haldórsvík Í kvøld verður bíbliu- undirvísing og bønarmøti kl. 20 hjá Elianu og Magnus Olsen. Verið hjartaliga vælkomin á møti. Haldórsvík Missiónsvikan byrjar í Avhaldshúsinum hóskvøldið kl. 20. Olaf Magnussen talar, Petur Hans og Thomas Dam syngja. Øll eru hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Fríggjakvøldið kl. 21 skipar Sangbólkurin Salt fyri konsert. Leygarkvøldið kl. 21: Awake við Alice Frederiksberg. Sunnudagin kl. 9.30-13 Tema- morgun fyri hjún, øll áhugað vælkomin, kl. 17 Møti við Jastrid og Paula Høj, evnið: Familjan. Barnamøti kl. 17. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Samkoman Lívsins Orð, Saltangará Mikukvøldið kl. 19.30 Missiónsmøti v/ Jens og Malenu Meitelberg. Hósdagin møta Tim5 og Liljur kl. 18.30. Sunnudagin kl. 10.30 Møti. Mánadagin kl. 20 Ungdóms- møti. Eiði Týskvøldið kl. 20 Kate- kismusgudstænasta í kirkjuni. Evnið: Rong og røtt læra um grøðing og salving. Mikukvøldið kl. 20 Katkis- musgudstænasta í kirkjuni. Evnið: Niður farin til heljar. Hóskvøldið Karmel kl. 19.30 Bíbliutími: Efesusbrævið, kl. 20 Møti við Ámundi Berthel- sen, Strondum. Menn av Strondum syngja. Siloa, Fuglafirði Bøn, bíbliulæra og hugnalig samvera við drekkamunni verður í Siloa í kvøld kl. 19.30, Sigurð Vang talar. Evnið: Rutt 1. kap. – Týdn- ingarmiklar avgerðir. Á møtinum sunnudagin kl. 11 talar Jústnes Eliasen um Rutt 2. kap. – Signingar á akrinum, og á møtinum kl. 18 talar Klæmint Eliasen um Rutt 3. kap. – Náttarfundurin. Mikukvøldið 24. nov. kl. 19.30 talar Karl Jóhan Nielsen um Rutt 4. kap. – Loysarin. Øll eru hjartaliga vælkomin. KFUM & K, Klaksvík Missiónsvikan er hesa vikuna. Mikukvøldið kl. 19.30 Øssur Kjølbro, Askham syngja. Hóskvøldið kl. 19.30 Alfred Olsen, Streingjakórið syngur. Fríggjakvøldið kl. 19.30 Niels Jacob Nielsen, Gratia syngur. Betesda, Norðoyggjar Mikukvøldið kl. 20 talar Bárður Ljósheim, trúboðari í Grønlandi. Sunnudag kl. 11 Minnismáltíð Harrans, kl. 12.30 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangel. fundur. Mánadag kl. 20 Bønarfundur. Mikudag kl. 20 Uppbygging- arfundur. Hósdag kl. 21 Ungdóms- fundur. Soli Deo Gloria Mikukvøldið kl. 19 Barna- møti »Jesus vinir«. Hóskvøldið kl. 20 Ung- dómsmøti. Sunnudag kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Missiónshúsið í Skálavík Missiónsvikan byrjar hós- kvøldið kl. 20 við Absalon Matras, sum eisini greiðir frá ferð til Rumenia. Fríggjakvøldið kl. 20 talar Andras Miðskarð o.a. úr Klaksvík. Leygarkvøldið kl. 20 talar Regin høgnesen o.a. úr Leirvík. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 19 Møti við Regin Høgnesen o.ø. úr Leir- vík. Bæði kvøldini innsavning til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Í kvøld kl. 20 Bíbliutími. Áps. kap. 16. Hóskvøldið kl. 20 kemur Sjó- manskvinnuringurin saman. Minnist til jólapakkarnar. Hjartaliga vælkomin. Evangel. møtirøð í Vági Í døgunum 19.-21. nov. verða evangel. møtir í Framtíðini. Fríggja- og leygarkvøldið byrja møtini kl. 20. Sunnukvøldið byrjar møti kl. 21. Møguleiki fyri forbøn verður á øllum møtunum. Eftir øll møtini er eisini møguleiki fyri at fáa eitt andaligt prát við tey, sum standa fyri. Tað eru suðringar úr ymsum sam- komum, ið standa fyri. Øll eru hjartaliga vælkomin at hoyra Guds orð. Frelsunarherurin í Vági Hósdagin kl. 20 Streingja- kórið venur jólasangir. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evangel. møti, Eingrím Holm talar. Mánadagin Bíbiltími v/ Eingrím Holm, 1. Jóhs. Br. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ørkin, Reykjavík Møti hvørt sunnukvøld kl. 20.30. Aftaná er kaffi. TILTØK Alzheimerfelagið Tórsbyrgi 16 100 Tórshavn Form: Sigrun Mohr Tlf: 315298 Heimasíða: www.alzheimer.fo t-postur: sigmo@post.olivant.fo Samband fæst við felagið á tlf: 313102 Demenslinjan. tlf 313102 svarar týsdag kl: 18-20 Føroya Astma- og Allergifelag. Íslandsvegur 10 c, 100 Tórshavn Form: Evy Danelsen Tlf: 311419 / 265321 t-postur: astma@post.olivant.fo LFA-Landsfelagið fyri fólk við autismu Niðari vegur 34 660 Søldarfjørður Form: Lea Wolles Tlf: 442031 / 509031 T-postur: leawo@kallnet.fo Føroya Blindafelag Íslandsvegur 10 a, Box 2074 165 Argir Fartlf: 219908 Cøliakifelag Føroya Postadressa: MBF-húsið Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Form: Anne Gretha Hansen tlf: 448664 Deyvafelag Føroya Íslandsvegur 10b 100 Tórshavn Form: Hermund Zachariassen Skrivstovan er opin mánadag til hósdag kl: 10-15 Tlf: 317597, fartlf: 222381, skrivtlf: 316929, fax 313609, T-postur:deaf_fo@post.olivant.fo Heimasíða: www.deaf.fo Diabetesfelag Føroya Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Form: Kristiana Rein Tlf: 319508 / 225012 T-postur:diabetes@diabetes.fo Epileptikarafelag Føroya Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Form: Randfríð Sørensen Tlf: 313978 T-postur: randfrid@post.olivant.fo Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Form: Solveig Isfeldt Tlf: 313484 / 219584 T-postur: hoyr@post.olivant.fo Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Form: Anna Petersen Tlf: 310237 Heimasíða: www.gikt.fo T-postur: gikt@gikt.fo Opið er týs og hósdag frá 13:00 til 16:00 Heilafelagið Felagið fyri apopleksi- og afasirakt Íslandsvegur 10c Form: Hanna á Reynatúgvu Telefon 361933 T-postur: heilaf@post.olivant.fo Høgættarfelagið Heiðavegur 4 100 Tórshavn Form: Johan Jacobsen Tlf: 313379 / 213379 T-postur: jojac@post.olivant.fo Javni Hoyvíksvegur 40 110 Tóshavn Form: Malena Arnholdsdóttir Tlf: 314827 / fax 310557 T-postur: javni@javni.fo Heimasíða: www javni.fo Opið: týsdag til fríggjadag kl: 10-14 Lymfødemfelagið 187 Hvítanes Form: Harriet Nybo Tlf: 317617 Felagið MBD/DAMP-børn Smærugøta 5 100 Tórshavn Form: Bára Johannesen Tlf./fax 317912 Morbus Bechtrew Niðaragøta 54 188 Hoyvík Form:Tróndur Ennistíg Tlf: 319995 Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn Form: Tummas Pauli Thomsen tlf: 315928 thomsen1@post.olivant.fo Parkinsonfelagið MBF-húsið Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Form: Kristina Vesturklett tlf: 317317 T-postur: fhkv@post.olivant.fo Hildubjørg Weihe tlf: 313897 T-postur: jwimport@post.olivant.fo Føroya Psoriasisfelag Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Form: Majgunn Poulsen Tlf: 424179 T-postur: jsemma@kallnet.fo Sclerosefelagið Á Byrgisheygg 1 627 Lambi Formaður: Hendrik Jacobsen Tlf: 449325 T-postur: hendrik.jacobsen@skulin.fo Heimasíða: sclerosufelag@sclerosufelag.fo Heimasíða: www.sclerosufelag.fo Sinnisbati Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Tlf: 322544, Fax 310813 T-postur: sinnbati@post.olivant.fo Skrivstovan er opin mikudag frá 16:00 -18:00 Fyrsta mikudag í mánaðinum er opið til kl. 19:30. ÍSB Ítróttarsamband fyri brekað ÍSF-húsið Gundadalur 100 Tórshavn Form: Jógvan Jensen Tlf: 317579/216760, Fax 312421 T-postur: isb@post.olivant.fo Heimasíða: isb.fo Spastikarafelagið Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Formaður: Sólrun Mortensen Tlf: 319027 / 229101 T-postur: s-felagid@post.olivant.fo Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum Íslandsvegur 10c Heimasíðan: www.mbf.fo 100 Tórshavn T-postur: mbf@mbf.fo Form: Leila Solmunde Skrivstovan er opin: Tlf: 317373, Fax 310813 Mánadag til fríggjadag frá kl. 09.00 til 16.00 MBF umfatar 23 limafeløg: Fleiri upplýsingar um feløgini fáast á heimasíðu www.mbf.fo hjá MBF Mikudagin 17.11.kl. 2100 Mikudagin 17.11.kl. 2315 Hósdagin 18.11.kl. 2100 Hósdagin 18.11.kl. 2315 Mikudagin 17.11.kl. 1600 Mikudagin 17.11.kl. 1830 Hósdagin 18.11.kl. 1600 Hósdagin 18.11.kl. 1830 Mikudagin 17.11.kl. 2215 Hósdagin 18.11.kl. 2215 – Seinasta sýning Frumsýning Fríggjadagin 19.11. kl. 1900 Fríggjadagin 19.11. kl. 2115 Fríggjadagin 19.11. kl. 2300 HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Mikudagin 17.11.kl. 1930 Hósdagin 18.11.kl. 1930 – Seinasta sýning KOMANDI FILMAR Frumsýning Fríggjadagin 19.11. kl. 2030 Fríggjadagin 19.11. kl. 2330 C M Y K 31 30 Nevndarformaðurin í Smyril Line vísir staðiliga aftur øllum tosi um samanlegging millum Smyril Line og norska felagið Fjord Line. Norröna fer eisini næsta summar at sigla til Føroya, hóast onkur hevur róð fram undir, at hon kanska fer at verða skift um við annað skip, sigur hann FERÐAVINNA Edvard Joensen Tosið um samanlegging við norska felagið Smyril Line hevur einki upp á seg. Og Norröna fer eisini komandi summar at sigla eftir van- ligu summarferðaætlanini, sigur nevndarformaðurin i Smyril Line, Klæmint Weihe, sum vísir aftur øll- um tosi um, at Fjord Line skal yvirtaka Smyril Line eftir trýsti frá fíggingar- stovnunum hjá Smyril Line. Smyril Line hevur ongar ætlanir um at selja Norrönu, sigur hann. Hann váttar, at samráð- ingar eru við fíggingar- stovnarnar um støðuna hjá Smyril Line, ið sum øllum kunnugt er nakað strævin. Men hann væntar, at tað fer at liggja ein semja á borðin- um nakað skjótt, og hon fer at vísa, at Smyril Line fer at halda fram sum sjálvstøð- ugt felag, metir hann. Men hann váttar, at tað gongur ikki nóg væl á nýggju vetrarrutuni til Ís- lands, og har má finnast ein loysn. Inntøkurnar hava svikið, og so ber ikki til. Eingin samanlegging Nógvar søgur ganga um lagnuna hjá Smyril Line, eftir at felagið saman við norska felagnum Fjord Line sendi út tíðindaskriv, har boðað varð frá, at ar- beitt varð við eini sam- starvsavtalu millum feløg- ini. Frammi hevur verið, at fíggingarstovnarnir hjá báðum feløgunum skulu hava kravt, at feløgini leggja saman fyri at fáa betri rakstur. Eisini hevur verið gitt, at norska felagið fór at svølgja Smyril Line og fara avstað við Norrönu fyri síðan at seta annað skip á summarrutuna hjá Nor- rönu. Hesar søgurnar hava millum annað botn í, at hetlendski nevndarlimurin í Smyril Line, Morgan Goodlad, og kunningar- stjórin í Fjord Line, Atle Kvamme, hava sagt við ávikavist hetlendskt blað og føroyskt útvarp, at talan kann gerast um samanlegg- ing. Men Klæmint Weihe vís- ir staðiliga aftur, at nakað er um hetta. Í hvussu er ikki, sum hann kennir støð- una í løtuni, sigur hann. – Eg fekk eitt teldurbræv frá Morgan (Goodlad, blðm.) beint eftir, at hatta hevði staðið í hetlaendska blaðnum, har hann segði, at hann var ikki rætt endurgiv- in í blaðnum, greiðir Klæmint Weihe frá. Sosialurin hevur roynt at fingið orð á Morgan Good- lad, men tað eydnaðist ikki. Av skrivstovu hansara varð sagt, at hann var í Keyp- mannahavn og hevði onga fartelefon. Klæmint Weihe váttar, at øll leiðslan hjá Smyril Line er í Keypmannahavn, har tosað verður um innanhýsis viðurskiftini hjá felagnum. Ongar samráðingar eru við aðrar partar beint nú, sigur hann. Um tað, sum kunningar- leiðarin á Fjord Line hevur sagt við Útvarpið, sigur Klæmint Weihe, at tað kann hann ikki gera viðmerking- ar til. – Eg havi ikki hoyrt hatta. Eg kenni ikki mannin og veit ikki, hvat hann heldur kann fara at henda í framtíðini, sigur Klæmint Weihe. Gomul avgerð Nevndarformaðurin í Smyril Line sigur, at tað, at Fjord Line flaggar síni skip út og skrásetir tey í før- oysku altjóða skipaskráset- ingini, einki hevur við komandi samstarvið við Smyril Line at gera, sum onkrar keldur vilja vera við. – Her er talan um eina gamla avgerð hjá teimum, sum nú gerst møgulig, tí norsk lóg nú loyvir tí, sigur Klæmint Weihe. Smyril Line og Fjord Line kennast soleiðis professionelt, sigur hann, og tað er tí, at tingast hevur verið um eina samstarvs- avtalu. Einki við lánveitarar at gera, leggur hann dent á. – Vit brúka somu havnir í Noreg og í Danmark, og tað var tí natúrligt at tosa sam- an um samstarv heldur enn bara kapping. – Fjord Line hevur eisini trupulleikar at dragast við, eins og øll onnur reiðarí í hesari vinnuni, so tað er upplagt, at eisini teir royna at finna avtalur, sum kunnu minimera útreiðslurnar. Júst sum Smyril Line alla tíðina noyðist, sigur Klæm- int Weihe, nevndarformað- ur í Smyril Line. Annað skip Eina avleiðing av eini kom- andi samstarvsavtalu við Fjord Line metir Klæmint Weihe fara at gerast, at Norröna um veturin fer at sigla á eini av rutunum hjá Fjord Line. Til dømis mill- um Noreg og England. Tað merkir so, at hon verður tikin úr aftur vetrar- siglingini her norðanfyri, og at Smyril Line so má fáa sær annað skip til ta sigl- ingina. Smyril Line fór í heyst undir at sigla til íslands við Norrönu, og var ætlanin, at hendan rutan skuldi vera allan veturin. Men rutan hevur ikki gingið serliga væl, og lítið hevur higartil verið at flutt av farmi, ásannar Klæmint Weihe. Hann gevur lutvíst veðrinum skuldina, men sannar tó, at tað er ikki bara sum at siga tað at byggja nýggja rutu upp. Tað er ikki heilt óvist, ásannar hann, at neyðugt verður at gevast at sigla við Norrönu til Íslands um veturin og heldur fáa annað skip at sigla. Verður so Norröna leigað út um vet- urin, verður tað kortini neyðugt. Íslandsrutan hevur ikki fignið tann farm, sum neyðugur er, so tað kann kanska gerast neyðugt kortini at skifta skip har, hóast Norröna siglir í norð- urhøvum um veturin, heldur nevndarfomaðurin í Smyril Line. Hann heldur ikki, at tað er rætt at sleppa rutuni beinanveg, hóast hon ikki ber seg enn, tí tað tekur tíð at byggja slíka upp, vísir hann á. Royna skáa Tað er einki dulsmál, at Smyril Line flýtur tungt í løtuni, og arbeitt verður av allari makt við at fáa ein avdráttarskáa, sigur nevnd- arformaðurin. Hann vónar, at tað fer at bera til at fáa ein slíkan nøkur ár fram. Smyril Line hevði vónað at fáa part í flutningi av alifiski, sum væntandi skuldi vera ein stórur partur av føroyska búskapinum. Men hesar ætlanir felags- ins fóru mestsum heilt fyri einki við fallinum í alivinn- uni. Og tað sær einki út tey tvey komandi árini heldur, sigur Klæmint Weihe. Men at Norröna verður at síggja aftur í Føroyum næsta summar, sum hon plagar at vera, er hann ivaleysur í. Mangt er frætt sum ei er satt Klæmint Weihe, nevndarformaður í Smyril Line, vísir staðiliga aftur øllum tosi um samanlegging av Smyril Line og norska felagnum Fjord Line. Heldur ikki hava lánveitararnir lagt nakrar teytir á felagið í so máta, heldur hann uppá