týsdagur 21. august 2018síða 24
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Effo sóknast eftir einum dugnaligum
og ágrýtnum persóni, at arbeiða sum
oljufýrsteknikari hjá Effo í Suðurstreymoy
og Vágum.
Hitatænastan hjá Effo er ein skipan, ið tryggjar
kundum okkara tænastu 365 dagar um árið.
Tænastan snýr seg um árligt eftirlit og viðlíkahald
av oljufýrum, ketlum v.m.
Arbeiði umfatar
Arbeiði umfatar reinsan av oljufýringum, ketlum
og kannan og stillan av oljufýringum. Hetta verður
gjørt eftir fastari avtalu sum t.d. árligt eftirlit,
men eisini, tá talan er um bráfengisútkalling,
har trupuleikar eru við oljufýringini.
Tú kemur at starvast í eini vaktarskipan, har tit eru
fýra í toyminum, hvørs ábyrgd er at veita tænastu
til kundar okkara í Suðurstreymoy og Vágum.
Tínir førleikar
Tú ert førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, at fylgja
avtalaðum mannagongdum og hevur fulla fatan
fyri okkara trygdarskipanum. Tú ert fleksibul og
klárur at taka ímóti avbjóðingum, tá vit og kundin
ynskja tað. Vit vænta, at tú hevur eina handverk-
araútbúgving sum t.d. elektrikari, rørsmiður,
maskinsmiður ella líknandi.
Somuleiðis vænta vit, at tú hevur góð handalig
evnir, ert ágrýtni, íðin og røkin. Telduførleiki og
enskt á brúkarastøði er ein fyrimunur. Royndir frá
líknandi arbeiði og tekniskt innlit er somuleiðis ein
fyrimunur. Tað er ein treyt, at tú hevur koyrikort.
Vit bjóða tær
Vit kunna bjóða tær eitt spennandi starv í einum
góðum og skipaðum umhvørvi. Vit bjóða løn eftir
nærri avtalu, sum verður ásett eftir royndum og
útbúgving. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum.
Ert tú rætti persónurnin, fært tú neyðuga
upplæring.
Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving
og royndir skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
7. september 2018.
Umsóknin skal sendast til:
Pf. Effo, Postboks 3098, 110 Tórshavn
ella til hr@effo.fo. Frámerk “Hitatænastan”.
Miða verður eftir at seta starvið ultimo
september 2018.
Fleiri upplýsingar fáast við at seta seg í samband
við Eyðfinn Sigurstein, goymsluleiðara
á tel. 214266.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Pf. Effo Óðinshædd 3 Postboks 3098 110 Tórshavn Tel 34 35 00 www.effo.fo
Fólk til hitatænastuna
hjá Effo
Tórshavn: Vegurin Langi 41, Hoyvík, Tel 35 30 40
Klaksvík: Klingrugarður 3, Tel 47 30 40
Lærlingar til mekaniska
verkstaðin
Vit bjóða eina útbúgving í einum livandi og
áhugaverdum umhvørvi, har nøgdsemi og
kundatænasta eru í hásæti.
Um tú hevur bensin í blóðnum og kundi
hugsað tær at gerast ein partur av einum væl
skipaðum verkstaðstoymi, ert tú vælkomin at
søkja.
Tú fært alla ta vegleiðing, tú hevur tørv á, fyri
at kunna útinna fjølbroyttu upp gávurnar til
lítar.
Um tú metir, at hetta kundi verið nakað fyri
teg, ert tú vælkomin at senda eina umsókn til
Reyni Service.
Heðin Hansen, hh@reyniservice.fo ella
tel 210050
Vit lesa umsóknirnar so hvørt, tær koma inn,
so send gjarna umsóknina skjótast til ber.
Starvsetan: Skjótast gjørligt.
Ert tú í iva, um hetta er nakað fyri teg - ella
hevur tú spurningar - so ert tú vælkomin at
seta teg í samband við okkum.
Søkt verður eftir lærlingum
til okkara verkstað í Havn
Reyni Service, sum varð sett á stovn í 1947, er størsta bilfyritøka í Føroyum við fleiri enn 50 starvsfólkum.
Við deildum í Havn og í Klaksvík er Reyni Service heildarveitari innan bilvinnuna.
STARVSMARKNAÐUR