Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 12 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Vælkomin til steypa­ blaðið 2018 Tú situr nú við steypablaðnum hjá ÍtróttarSosialinum. Hetta steypablaðið snýr seg fyri tað mesta um finaluna um løgmanssteypið, har B36 og HB møtast á fyrsta sinni síðani 1991. Í 27 ár hava tey ikki megnað at vunnið seg í steypafinaluna í senn, hóast tey hava vunnið 14 FM-heiti hesi árini. Sum tú sær á forsíðuni, so verður spælt við eini tiltiknari mynd, sum bleiv tikin í 1991 undan steypafinaluni. Hendan myndin hevur heft seg í minnið hjá mær. Eg havi síðani spurt meg fyri, og tað tykist mær, sum at tey flestu minnast myndina. Tí valdu vit at endurskapa myndina. Í 1991 vóru tað Tummas Eli Hansen úr B36, og Kaj Leo H. Johannesen úr HB. Nú eru tað Ødmar Færø úr B36 og Jógvan Rói Davidsen úr HB. Vegna ÍtróttarSosialin, so skal eg takka teimum fýra fyri at vilja endurskapa myndina. Tað var ein hugnalig løtu í hølunum hjá Fótbóltssambandinum. Nú er bara eftir hjá Odmari Færø og Jógvan Róa Davidsen at skriva sína søgu. Gev mær hornini aftur Eg havi tvey ráð til Fótbóltssambandið. Spæli hálvfinalurnar dag um dag, og gev mær so hasi veðrahornini aftur! Tað kann ikki passa, at vit ikki kunnu gera steyp, sum líkjast burturúr. Dagsins steyp sær út sum ein raket. Eg vil hava veðrahornini aftur, takk! trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR TRÓNDUR ARGE L eygarkvøldið klokk­an 19.45 verður steypa­ finalan í føroyskum mans­fótbólti. Hetta er størsti einstaki klubb-dysturin í kapp­ingarárinum. Steypa­finalan er støðugt blivin størri og meiri um­fatandi. Tað er útselt og helst hevði tað eisini verið tað, um gamla FSF-hús­ið og vestursíðan ikki var rivin niður í samband við umbyggingina. Tað er 27 ár síðani, at HB og B36 hava verið í steypafinaluni. Í hes­um 27 árunum hava tey vunnið FM tilsamans 14 ferðir. HB hevur ikki vunnið steypafinaluna síðani 2004, meðan B36 seinast vann hana í 2006. Grannauppgerðirnar hava sein­nu árini verið spennandi og mál­rík­ir dystir, har javnleikurin mang­an hevur verið útfallið. Tí er ikki óhugsandi, at talan verður um ein góða steypafinalu millum tvey lið, sum tráa eftir løgmanssteypinum. Jákup á Borg útilokar ikki Lukasz Úr B36-leguni er søgurnar eitt sindur ymiskar. Lukasz Cieslewicz meiðslaði sær knæið í Europa League dystinum móti Besiktas í Turka­landi, men tað er ógreitt, um hann er í spæl til steypafinaluna. Hann hevur verið í Danmark til skanningar. Undan fráferðini segði bóltsterki miðvallarin, at hann ikki væntaði at klára at spæla í steypafinaluni. Í dag er tónin ein annar. -Lukasz Cieslewicz er ivasamur. Vit fara at testa hann beint áðrenn dystin. Her er talan um ein týdn­ingar­miklan dyst, so vit gera tað vit kunnu, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Hann sigur eisini, at Ró­ald­ ur Jakobsen er tøkur til steypa­ finaluna, men at spurn­ingurin er meiri hvussu leingi hann klárar at spæla. - R ó l a d u r e r t ø ku r. Spurningurin er bara um hann skal byrja inni, ella um hann skal koma inn seinni í dystinum, sigur Jákup á Borg. Tað er eitt sindur torført at lesa av, um talan er um sokallaðar “mind-games”, har venjarar royna at órógva fyrireikingina hjá mót­ støðuliðnum. Venjarin hjá B36 sigur tó, at teir fara at halda seg til tað, sum teir plaga. - V i t skulu halda fast í okkara DNA. Vit royndu tað í Evropa og tað riggaði væl. Størsti parturin er, at fyrireika spælararnar sálarliga. Vit vilja gjarna hald fast í okkara góða spæli, sigur Jákup á Borg og leggur afturat: -Tað hava verið tveir tættir dystir móti HB higartil í ár, men eg haldi at vit hava verið eitt sindur óhepn­ir. Eg haldi, at vit hava gjørt nøkur góð ting, og vit fara ikki at víkja heilt frá tí, sum hevur fing­ ið okkum hertil, sigur venjari hjá B36, sum í fjør royndi at tapa steypa­finaluna. -Eg havi lært av steypafinaluni í fjør, har vit taptu 1-0 móti NSÍ. Tá var Anders Gerber bara gløggari, og mansvardi millum annað Lukasz Cieslewicz og Róald Jakobsen. Nú veit eg, at tú kanst ikki bara gera tað sama sum altíð í eini finalu, sigur Jákup á Borg. Hann ætlar ikki at mansverjan nakran hjá HB, men ætlar at halda eyguni við vengurnar hjá HB. -Vit koma ikki uttanum, at Adrian Justinussen hevur skotið 18 mál í ár. Hann dominerar ikki dystirnir, men tað er í løtum, at hann ger um seg. Vit skulu eisini halda eyga við Símun Samuelsen og hansara gløggu renningum, sigur Jákup á Borg. Ongin orsøk at broyta nakað Í HB eru boðini, at allir mans eru tøkir. undantakið er danski fram­ herjin, Sebastian Pingel. Hann hevur í longri tíð verið skaddur í knæn­um, og tað verður rúm tið, áðrenn hann spælir aftur. HB er odda­lið í føroyskum fótbólti við átta stigum. Tí er ikki neyðugt at telva so nógv við HB-liðnum. -Status er, at allir mans eru tøkir. Vit haldi ikki, at vit skulu broyta ov nógv. Vit vita hvat hevur riggað, og hvat ikki hevur riggað. So tað er ongin orsøk, at gera ov nógvar broytingar bara tí tað er ein finala, sigur Rasmus Nolsøe, hjálpar­venjari hjá HB. - Vit hava stóra virðing fyri B36, men fyrireika okkum sum til ein og hvønn dyst, leggur tvøramaðurin í HB afturat. Góða gongdin í landskappingini hevur gjørt, at fleiri hava HB sum favoritt. Tað hugsar hjálpar­ venjarin hjá HB ikki so nógv um. -Vit hugsa ikki um hvør er favorit­t­ur í eini steypafinalu. Tað er ein finala og tað er ein granna­ dyst­ur, so tað er líka mikið, um tú er nummar eitt ella nummar fimm í landskappingini. Hetta verður ein jøvn finala, sigur Rasmus Nolsøe og leggur afturat: - B36 spælir góðan og skjótan fót­bólt. Tað fara vit at royna at dekka upp fyri. Vit vita eisini, at teir hava skorað nógv mál upp á deyð­bóltar. Tað mugu vit halda eyga við, sigur hjálparvenjarin. Hóast gongdin hevur verið góð, so hevur HB einki vunnið enn. Tað er ein boðskapur hjá venjara­ toyminum hjá HB. -Vit hava einki vunnið. Tað nyttar einki, at gleðast um góðu gongd­ina og halda, at tú ert nakað enn. Tað royna vit at fortelja teim­ um, sigur Rasmus Nolsøe at enda. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Hvørki í B36 ella HB verður hugt stórvegis eftir grannanum. B36 ætlar at spæla sítt álopsspæl, meðan HB verður í somu útgávuni, sum vit hava sæð meginpartin av árinum Grannarnir halda seg til sítt spæl Løgmanssteypið 2018: