Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. august 2018 · Nr. 89 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Politikkur er at vilja broytingar plagdi Oluf Palme at vera end­ur­ giv­in fyri at hava sagt. Og í hesum ligg­ur tað sjálvsagda, at politikkur er at rað­festa. Politikarar reka ikki sam­fel­ag­ið. Tað ger fólkið, men pol­it­ik­arar kunnu ávirka sam­fel­ ags­gongd­ina og gera av, í hvørji rað­fylgju tingini skulu gerast. Ofta tykist politikkur at vera at stinga fingurin í jørðina og vita, hvat fólk­ið held­ur. Ser­liga við­ hvørt. Eitt gott dømi um tað eru tunn­ils­við­ur­skif­tini í Norð­oyggj­ um. At kalla øll andstøðan hevur lagt uppskot fyri tingið um, at nú skal ikki gerast so, sum teir sjálvir hava raðfest. Nú skulu tunlarnir norð­ur um Fjall gerast fyrr enn ætl­að. Landsverk hevur langt síðani gjørt sínar raðfestingar. Men tær hava politikararnir, sum halda seg vita betur, langt síðani skrottað. Soleiðis var Viðareiðistunnilin gjørd­ur áðrenn tunlarnar norður um Fjall. Tað var ikki logiskt, at broyta hesa raðfesting. Men tað var eina og al­eina politiskur taktikkur. Politiski snillingurin á Viðareiði visti, at um Viðareiðistunnlin ikki fyrst varð gjørdur, so var seinur dag­ur, áðrenn hann kom – um hann kom. Tí skuldi hann rykkjast fram um tunlarnar norður um Fjall. Tað merkti so aftur, at tunl­ ar­nir norður um Fjall fóru aftur í kø­i­na – men ráð eru fyri tí. Við at leggja politiskt trýst á, so fór at bera til at spreingja raðfestingina, og tað er júst tað, sum er í gongd í hes­um døgum. Tað merkir so, at tað gongur út yvir onkran annan. Tað kundi verið Hvalbiartunnilin. Valið nærkast, og í Norð­oyggj­ um verður arbeitt við at stovna ein flokk, sum hevur hesar tunlar sum hjarta­mál. Tí mugu flokkarnir, sum halda seg eiga atkvøðurnar í økinum, gera tað teir kunnu at for­ purra ta ætlanina. Eitt er at andstøðuflokkar leggja oppurtunistiskt uppskot fram, sum teir vita framm­anundan kort­ini verð­ur felt. So kunnu teir siga, at teir hava gjørt sítt. Men tá eis­ini pol­it­ik­arar í samgongu eru við í hes­um leiki, so mugu vit bara stað­festa, at púra einki skil er á rað­fest­ing­u­num, sum poli­ti­k­ar­ar­ nir gera. Vit skilja sera væl ynskið um at fáa nýggjar tunlar. Teir áttu fyri langari tíð síðani at verið gjørdir. Tað líkist ongum, at ein lands­ partur skal hava so vánalgt sam­ band, sum bygdirnar norðan fyri Fjall á Borðoynni og Viðoy hava. Tað sum nú gongur fyri seg er ein glantr­i­leikur og politiskt spinn. Minsta kravið er, at politikararnir semj­ast um eina seriøsa raðfesting av, hvussu samferðsluentið verður út­bygt. Finnið nú eina felags semju, sum tit eru før fyri at halda TUNNILS OPPORTUNISMA Hugn­ aðu sær í Bylgjuni SÍÐA 8-9 Á tón­ leik­a­ferð í Fugl­a­ firði SÍÐA 15 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Bergur Løkke Rasmussen, son­ur Lars Løkke Ras­mus­sen og føroysku konu hans­ara Sólrun, stillar upp til ES-tingið fyri danska Vinstr­a­flokkin 28 ára gamli Bergur ætl­ ar sær í Evro­pa­ting­ið, eftir at Vinstra í Keyp­mann­ahavn hev­ur skotið hann upp sum val­evni. – Eg eri ótrúliga glaður fyri, at nevndin heldur, at eg eri eitt sterkt valevni, sigur Bergur Løkke Rasmussen. At gera danir meira til­vit­ að­ar um ES – og serliga egna ætt­ar­lið hansra, er eitt að­al­ mál, sum hann ætlar sær at stríð­ast fyri. – ES skal heim til okkara – kanska serliga til tað ætt­ar­ lið­ið, sum eg sjálvur eri part­ur av. Fyri mong ung kennist ES ó­trúliga fjart, sigur hann. Bergur Løkke Rasmussen vón­ar, at størri innlit í ES kann geva fólki meira hug til ES-sam­starv­ið, sum sam­bært honum er ótrúliga týdn­ing­ar­ mikið. Hann lýsir seg sjálvan sum ein stór­an fortalara fyri ES-sam­starv­inum – men ikki treyt­a­leyst. – Mítt sjónarmið er, at tað skal samstarvast, har tað gev­ ur meining, men tað skal eisini vera pláss fyri sjálv­ræði. Veljararnir leggja merki til eft­irnavnið. Og tað heldur Berg­ur Løkke Rasmussen kann geva honum ein lítlan fyri­mun. – Eg havi tann fyrimun, at fólk kenna eftirnavnið. Tað kann vera gott, og tað kann vera ringt, sigur hann. Men for­sæt­is­ráð­harr­a­ sonur­in vón­ar, at velj­ar­ar eis­ ini fara at leggja merki til for­ navn­ið. – Eg vóni, at veljararnir verða áhugaði í, hvør hesin fýr­ur­in er, sum stillar upp. Vón­andi vilja teir fegnir vita, hvat eg sjálvur haldi. – Í hesum føri er tað Berg­ur og ikki Lars, sum stillar upp til Evropatingið, sigur hann. Endaliga avgerðin um val­ evn­ini verður tikin á upp­s­till­ ing­ar­fundi millum lim­ir­nar í Venstres Storkreds í Keyp­ mann­a­havn 11. september. Bergur Løkke Rasmussen er ikki ó­royndur í politikki. Hann hevur áður sitið í reg­i­ óns­ráð­num fyri Vinstra í Reg­ i­on Hovedstaden. Soleiðis skrivaði Ritzau. Men her kunnu vit skoyta uppí, at tá tað snýr seg um pol­ i­tikk, so er Bergur Løkke Ras­ mussen av góðum bergi brot­in. Eitt er, at pápin er for­sæt­i­s­ráð­ harri, fyrrverandi inn­an­rík­ is, heilsu, og fíggj­ar­mál­a­ráð­ harri, fólkatingsmaður síð­ani 1994 og fyrrverandi amts­borg­ ar­stjóri. Mamman, før­oyska Sólun, hevur eis­ini sit­ið í býráðnum í Græ­sted/Gilleleje frá 1998 til 2006. Før­oyski abbin, Jákup Petersen, still­aði upp til løgtingsvalið í 2008 fyri Tjóðveldi. Lang­abb­in, Sigurð Joensen, um­boð­aði Tjóð­veld­is­ flokk­in í Løgtinginum frá 1958 til 1970. Og oldurabbin, Sím­un av Skarði, umboðaði Sjálv­stýr­ is­flokk­in í Løgtinginum frá 1906 til 1914. So tað er einki meira nát­ úr­ligt, enn børnini hjá Lars Løkke Rasmussen fara poli­t­ isku starvsleiðina. Bergur stillar upp til ES tingið Konsertin í fjør, sum varð kall­að Bach í Kertu­ljósi í Kirkjubø var so mik­ið væl­ eydn­að, at fyrireikingarnar til eina líknandi jólakonsert í ár eft­ir sama leisti við Bach, bara við kertuljósum, longu eru byrjaðar. Sang solistur í ár verður kenda Birita av Sondum sum les­ur tónleik í Berlin. Konsertin verður 6. des­ em­ber 2018, og tað verður bert tann eina fram­førslan hóast á­hugin longu er stórur fyri kon­sert­ini. Bach í Kirkjubø á jólum Hálvir føroyingurin og son­ur forsætisráðharran, Berg­ur Løkke Rasmussen, ætl­ar sær í ES-tingið Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin