týsdagur 28. august 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. august 2018 · Nr. 99
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Týsdagin
og
mukudagin
hevur Útnorðurráðið fund í
tinghúsinum í Havn.
Politikararnir, sum um
boða Ísland, Grønland og
Føroyar fara at tosa um,
hvønn leiklut økini her á
okkara leiðum fara at hava í
nýggja heimspolitiska veru
leikanum.
Fundurin
er
skipaður
soleiðis, at bæði íslendski,
grønlendski og føroyski ráð
harrin við uttanríkismál
um luttaka og teir tríggir
ráðharrarnir
fara
eisini
at koma við boðum uppá,
hvussu teir síggja fram
tíðina.
-Uttanríkisráðharrarnir
fáa hvør nakrar minuttir at
siga teirra hugsan, so teir
hava rímiliga góða tíð, sigur
Kári P. Højgaard, sum er for
maður í Útnorðurráðnum.
-Tá ið teir so hava lagt
fram, so ber til hjá út
norðurráðslimunum
at
setta spurningar, bæði til
ráðharrarnar og til hvønn
annan.
Stórar broytingar
Leiðirnar
í
útnorði
eru
blivnar nógv meira áhuga
verdar fyri restina av heimi
num hesi seinastu árini.
Høvuðsorsøkin er, at ein
siglinarleið er við at lata seg
upp norðanfyri og ísurin
bráðnar so mikið nógv, at
atgongdin til ráevni í undir
grundini
eru
lættari
at
sleppa til nú.
Stórveldini halda eygu
við broytingunum. Tað er
ongin loyna, at Russland og
USA hvør í sinum lagi royna
at kradda sær so stóran part
av hesum øki, sum til ber,
men nú sæst áhugi eisini frá
øðrum stórum londum.
Vit hava hoyrt um kin
verska áhugan fyri Grøn
landi, men tað er eisini ein
hópur av heimsins londum,
sum royna at ryggja sær
plass í Arktiska Ráðnum, tí
metinganar eru, at hetta ráð,
fer at hava eitt avgerandi orð
at siga um, hvat skal henda á
arktisku leiðunum.
Tað eru júst hesi viður
skifti, sum formansskapurin
fyri
Útnorðurr´ðanum
hevur valt at varpaljós á á
fundinum í Havn í næstu
viku.
Samstarvið
Umframt
stóra,
almenna
kjakið um leiklutin hjá lond
unum ít útnorði, so verður
høvi hjá ráðnum eisini at
hyggja eitt sindur inneftir
fyri at vita, hvat er komið
burturúr, bæði hjá ráðnum,
men eisini í samstarvinum
á stjórarstigi millum londini.
Fyrst og fremst er ætlanin
at kjakið skal snúgva seg um
samstarvið í útnorði. Hvussu
kann tað styrkjar, bæði í
almenna rúminum, millum
stjórnirnar og innanhýsis í
Útnorðurráðnum?
Tað er ongin loyna, at
mangar verður tosað í polit
iskum krókum um, hvat
kemur burturúr ferðing og
fundum, sum verða hildnir.
Tí er onki at ivast í, at
tað hevði styrkt ráðið í al
menna rúminum, um tað
eydnaðist at loyst onkur mál
í felagsskapi – heldur enn
bert at tosa og fundast.
Útnorðurráðið
hevur
fingið eina avtalu í lag við
ES yingið um at partarnir
hittast einaferð um árið og
ráðið hevur eisini fingið ein
eygleiðarasess í Arktiska ráð
num.
Tað er soleiðis, at Útnorð
ur ráðið ikki beinleiðis kann
taka avgerðir vegna lima
londini, men kann koma við
áheitanum um ymiskt..
Millum annað verður tos
að seinna dagin í næstu viku
um áheitanina frá ráðnum
um at taka havdálkingina av
plasti í álvara. Serliga verður
víst til mikroplast, sum nú
í stóran mun sæst aftur í
livandi tilfeinginum í havi
num.
Kári P. Højgaard, for
maður í Ráðnum er júst
á ráðstevnu á Álandi, ahr
spurningurin um havdálking
eisini er á skránni. Har snýr
tað seg mest um Eystrasalti
og hvat skal gerast fyri at
reinsa hann aftur.
STØÐAN HJÁ ÚTNORÐI Í
HEIMSVERULEIKANUM
Tá ið Útnorðurráðið heldur fund í Føroyum í næstu viku, verður
høvuðsevnið leikluturin hjá Útnorði í nýggja geopolitiska heiminum
Poul Michelsen,
landsstýrismaður
við uttanríkismálum,
luttekur á fundinum
hjá Útnorður ráðnum
Kári P. Højgaard, Sjálvstýri, er formaður í ráðnum
Íslendski uttanríkisráðharrin Guðlaugur T.
Torðarson kemur eisinitil Føroyar
Vivian Motzfeldt, er landsstýriskvinna
við uttanríkismálum í Grønlandi