týsdagur 28. august 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. august 2018 · Nr. 99
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Frá hósmorgni til sunnu
kvøld er skráin fyri mentan
ardagarnar í Fuglafirði á
tremur
við
tiltøkum
og
spennandi upplivingum av
øllum handa slag. Her eru
listaframsýningar,
kon
sertir, matstovur og keféir,
kabarett,
kassabilakapp
koyring, sálmasangur, regn
skjólagøta, matmarknaður,
”memory lane” og mangt
annað á skránni.
Hvør
minnist
ikki
Silly
Boys,
Gentukórið
ella
Bros?
Hvør
kennir
ikki
Stanley
Samuelsen
ella
“Grísflísapætur”
hjá
Alexanduri
Kristiansen?
Og hvør dugir ikki ”Gakk tú
tryggur”, sum við lagnum hjá
Jógvani á Lakjuni er sungin
inn í hvørt barnahjarta í Før
oyum?
Eitt stórt brak
Eitt heilt serligt tiltak á
mentanardøgunum verður
ein konsert, har hópin av
fuglfirðingum
-
sangkór,
barnakór, hornorkestur og
einstaklingar - fara á tón
leikaferð við orðum og løg
um úr heimbygdini.
Fuglafjørður
hevur
fostrað
listafólk
á
so
mongum økjum og er serliga
kendur fyri nógvan tónleik
og sang.
Í skránni er tiltak, sum
verður rópt: ”Fuglafjørður -
100 ár á baki í stórum braki”.
Tiltakið verður lýst sum
eitt tónleikagildi ella ein
tónleikaferð inn í annan
heim, har vit fáa søguna við
tekstum og tónum borna
fram av kórum, einstakling
um og orkestrum, tónasmiðj
um, rithøvundum og øðrum
listafólkum.
Hetta verður ein spenn
andi og fjølbroytt konsert
uppliving, sum er sett saman
til høvið. Her verður ikki
bara sangur og tónleikur,
men í veruleikanum eitt
”show” til allar sansir, kunnu
vit siga, og her verður eisini
upplestur, videobrot, myndir
og málningar.
Alt, sum her verður sung
ið og spælt, lisið og sýnt
fram, er so ella so sprottið úr
Fuglafirði, og tað verða eisi
ni fuglfirðingar sum fara at
framføra.
Dánjal samskipar
Konsertin ella tónleikaferðin
verður øll framførd út í eitt,
og tað er Dánjal á Neystabø,
sum samskipar hesa stór
fingnu verkætlan og fær
hana at hanga saman, og
saman við øðrum frálíkum
tónleikarum myndar hann
eitt húsorkestur, sum fer at
spæla undir.
Tey, sum á ein ella annan
hátt vera við – ella eiga
tekstir og løg, sum verða
framførd
á
konsertini,
eru Fuglafjarðar sangkór
við
Heðini
Kambsdal,
Siloakórið
við
Eyðuni
á
Lakjuni,
Dupulkvartettin
Vega, Gentukórið við Frits
Johannesen,
Fuglafjarðar
Hornorkestur,
Stanley
Samuelsen, Helgi Midjord,
Alexandur
Kristiansen,
Bárður á Lakjuni, Jógvan
Joensen,
Niels
Midjord,
Lív Næs, Røkkvi, Jan Rúni
Poulsen, Maria á Lakjuni,
Benjamin Petersen, Jákup
á Lakjuni, Óli Johannesen,
Poul
Jacob
Lundsbjerg,
Linda
Toftegaard,
Jóhan
Hentze, Victor Danielsen,
Ismar Joensen, John Højbye,
Jógvan á Lakjuni, Magnus
Jacobsen, Hans Jacob Han
sen á Brúnni, Evald Johanne
sen og Torleik Mortensen.
Eisini síggja vit list hjá
Frits Johannesen, Øssuri
Mohr,
Kristinu
Joensen,
Heðini Kambsdal og Helga
Midjord.
Tríggjar framførslur
Tónleikaferðin ”Fuglafjørður
100 ár á baki við stórum
braki”
verður
framførd
tríggjar
ferðir
um
vikuskiftið,
leygardagin
klokkan 19.30 og sunnudagin
klokkan 16.30 og 18.15.
Á tónleikaferð - stórfingið
mentanartiltak í Fuglafirði
Fuglafjørður er hesa vikuna karmur
um mentanardagar og hátíðarhald
í samband við, at kommunan fyllir
100 ár sum sjálvstøðug kommuna