hósdagur 30. august 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Dimmalætting og Norðlýsið hava
vrakað føroysku Prentmiðstøðina
Á Sosialurin hava vit altíð sæð stórt virði í at
prenta í Føroyum. Og tað lá frammalaga frá
stovnan blaðsins fyri góðum 91 árum síðani at
útvega sær sína egnu prentsmiðju.
Og vit skulu viðganga beinanvegin, at
gegnið hjá okkum í hesum máli er bundið, tí
Sosialurin eigur 34 prosent at partapening
inum í P/F Prentmiðstøðini, sum er einasta
rotatiónsprentsmiðja í landinum.
Tað vóru Sosialurin og Dimmalætting,
sum stovnaðu P/F Prentmiðstøðina í 2000.
Tá vórðu prentmaskinurnar hjá Sosialinum,
sum síðani 1982 høvdu staðið á prentsmiðjuni
á Argjum, fluttar í bygningin, sum Dimma
lætting tá átti á Hálsi í Havn. Við frægastu
maskinum hjá báðum pørtum, og við nýggjum
litprentmaskinum, sum vórðu keyptar, fór
Prentmiðstøðin í gongd – og støðugt útbygd,
so hon í dag kann veita bestu góðsku.
Hesum eru vit sum eigarar errin av. Soleiðis
kann hendan prentserfrøðin varðveitast í Før
oyum og arbeiðsplássini eisini.
Tá Dimmalætting hoknaði í 2010 endaði
parturin hjá P/F Dimmalætting hjá íløgu
felagnum P/F Tjaldur, hvørs dóttirfelag
framvegis eigur ognarlutin í P/F Prentmið
støðini. Prentmistøðin megnar sum einki at
prenta alt rotatiónsprent, sum er í Føroyum.
Maskinurnar kunnu koyra at kalla alt sam
døgrið. Tí er ikki grundarlag fyri fleiri prent
smiðjum, og um menn høvdu dugað betur at
samstarvað í hinari øldini, so kundu øll tey
bløðini, sum tá vóru, átt eina megnarprent
smiðju í felag. Men tað var sundurlyndi heldur
enn samstarv, sum tá ráddi.
Tá nýggj ættarlið komu til bar til at sam
starva og fáa tað litprentsmiðju, sum kundi
verið komin 30 ár fyrr.
Nú ræður aftur sundurlyndi. Løgið kortini.
Hann sum eigur Dimmalætting legði nógv fyri
at varðveita ein føroyskan sílastovn, byggir
víkingabústaðir í Kvívík og lænir sperdum
pørtum av føroyska vinnulívinum pengar –
men prentar blaðið í Danmark. Blaðið, sum
í 130 ár er prentað í Føroyum – enntá undir
sambandsleiðslu.
Norðlýsið er prentað í Føroyum í 103 ár –
somuleiðis undir sambandsleiðslu seinastu
nógvu árini. Men nú tjóðveldis- og sjálv
stýrismenn tóku um stýrisvølin fóru teir
glaðbeintir til Danmarkar at prenta – enntá
við miðlastuðuli frá Løgtinginum.
»Føroysk framleiðsla« er fyri summi ein
býur í Danmark! Skil tað, hvør skilja vil...
Gips gevur sera dálkandi útlát frá sær, tá tað
verður brent. Hugsið tí um umhvørvið og latið
gips til tyrvingar - eisini allir smærri avskurðir.
Gips er eitt náttúruligt tilfeingi, sum skal tyrvast.
Tað sigur IRF í tíðindaskrivi. Umframt at
brenningin av gipsi gevur dálkandi útlát frá sær,
fer tað eisini sera illa við Brennistøðina hjá IRF,
tá ið gips verður brent.
Borgarar kunnu lata gips inn á kommunala
endurnýtsluplássið. Sambært reglugerð frá
Umhvørvisstovuni má gips ikki blandast
saman við øðrum burturkasti. Gipsið skal
latast inn í lokaðari bingju ella stórsekki, og
tað er týdningarmikið, at regn ikki sleppur at
gipsinum. Upplatingartíðirnar fyri kommunalu
endurnýtsluplássini kunnu síggjast á
heimasíðuni. Fyritøkur og kommunur kunnu
lata gips til tyrvingar eftir avtalu við IRF.
Gipsið, sum kemur inn til IRF, verður tyrvt
í mold á umhvørvis
góðkendum tyrv
ingarplássi, har tað
ongan skaða ger á
umhvørvið, av tí
at tað, sum nevnt
omanfyri, er eitt
náttúrutilfeingi.
Um at vraka tað føroyska
Gips
má ikki
brennast
IRF
Les eisini blaðið
á telefonini
Funnin aftur hinu
megin knøttin
Siðsøga síða 26-27
Nú fer Nina
á festival
Síða 22
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
– Eg kann vátta, at Liljan Weihe í
gjár fekk sítt fjórða ætlanarskriv.
Tað sigur Sigmund Poulsen, sakfør
ari hjá Liljuni Weihe. Hann greiðir
frá, at hetta er tað fjórða í røðini
– Tað fyrsta ætlanarskrivið var ein uppsøgn,
sum varð annulerað av Mentamálaráðnum.
Annað ætlanarskrivið var um, at Liljan
Weihe skuldi flytast í annað lægri starv –
tað bleiv tikið aftur, áðrenn kæruavgerð
fyrilá. Tað triðja ætlanarskrivið var um at
flyta hana í annað akademiskt starv uttan
lønarmiss – tað varð annulerað eftir kæru
til Mentamálaráðið. Og hetta fjórða er eitt
ætlanarskriv um uppsøgn, samstundis sum
henni verður boðið sama akademiska starv
ið, men hesaferð við nakað minni løn, sigur
Sigmund Poulsen í dag.
– Tað er í veruleikanum ein gjøgnumfør
ing av broytingini, sum Johnny í Grótinum
byrjaði upp á, men sum Mentamálaráðið
kolldømdi og sum púra óvæntað so endaði í
føvninginum á Kára Sólstein, sigur Sigmund
Poulsen.
Hann heldur, at í øllum førum er enda
málið, at Liljan Weihe skal úr starvinum sum
tíðindaleiðari.
– Tekur Liljan ikki av tí síðsta tilboðnum
skal hon úr Kringvarpinum, sigur Sigmund
Poulsen. Liljan Weihe og sakførari hennara
hava 14 dagar at umrøða ætlanarskrivið og
svara Kringvarpinum aftur.
Liljan fingið fjórða ætlanarskrivið
Fyri fjórðu ferð hevur Liljan Weihe,
frákoyrdur tíðindaleiðari í Kring
varpinum, fingið ætlanarskriv. Annað
hvørt fer hon í annað starv við lægri
løn, ella verður hon uppsøgd
31. AUGUST 2018
– Um ein er uttanlands, og leingist heim, so
skal ein bara lurta eftir andøgsløtuni á r7 eina
lítla løtu, tí so er heimlongsulin ikki longur
Jógvan Páll Lassen á Facebook