hósdagur 30. august 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018
SOSIALURIN 100
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Tvær gentur
gingu seg fastar
í Suðuroynni í
vikuni. Bjarginarlið
fór við línu eftir
gentunum, og tók
tær upp ein og ein.
Fýra døglingar løgdu í
vikuni beinini í Hvalba
Theresa
Turiðardóttir
Kreutzman,
fyrrverandi stjóri í
Visit Tórshavn, letur
upp kafé á Tvøroyri
Tveir bilar fingu skaða
í Norðoyartunlinum
í óhappi í vikuni,
sum stóðst av, at ein
prutlførari royndi at
umvæla sær útstoyti
á vegnum í tunlinum.
Tá krúnprinsaparið
vitjaði í Fuglø á
Føroyaferð teirra
fingu tey vakran
málning eftir
Edward Fuglø.
Dára
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
ára føðingardagur
hjá Fuglafjarðar
Kommunu
er í ár?
100
Aftaná Sosialurin mánadagin
koyrdi orðið "dára" á forsíðuna
í søgu um kongaligu vitjanina,
hevur tað víst seg, at tað eru nógv
fólk, sum ikki kenna hetta orðið.
Tí hava nógv kjakast um hetta á
netinum og somuleiðis vent sær til
Miðlahúsið við spurninginum.
Um orðið sigur Sprotin:
Dára:
tøla, lokka, eg dáraði meg til at gera tað helt meg til
nakað, sum eg ikki var førur fyri el. gjørdi nakað, ið
eg kanska ikki átti at gjørt; (bíbl.) ormurin dáraði
meg; dárandi yndisligur, tølandi
Føroyskir LGBTarir eru
djarvari enn allir hermenn
heimsins lagdir saman
Hægsti formurin av skemti fyri einum
havnardrongi í 1. flokki var, tá ið man
teknaði yvir lektiubókina, so tað stóð
ommuskúlin í staðin fyri kommunuskúlin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul
upp í hvassan vind av suðri, 10 til
15 m/s. Fyrrapartin sól, men sum
frá líður yvirhøvur skýggjað og um
kvøldið regn. Um náttina snarar
hann vindin í útsynning og vestan og
makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til
10 m/s. Samregn, men um náttina
klárar í og tað verður yvirhøvur turt.
Hitin um dagin millum 10 og 13
stig, um náttina niður í 8 stig.
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp
í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13
m/s, seinni av vestri og makar
vindin í gul til stívt andøvsgul,
6 til 10 m/s. Samregn, men um
kvøldið klárar í, tó okkurt æl. Hitin
um dagin millum 10 og 12 stig,
um náttina millum 6 og 10 stig.
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi
og vestri, 5 til 10 m/s, seinni av
útsynningi og um náttina av suðri.
Yvirhøvur turt og sólglottar, men um
kvøldið dregur saman um og tað fer
at regna. Hitin millum 9 og 12 stig.
10-15 m/s
8-13 m/s
Tað er ómetaliga stuttligt, at so mang
ferðafólk velja at leggja leiðina higar til
Føroyar.
Visit Faroe Islands, Atlantic og Smyril
Line hava gjørt eit megnararbeiði at fáa
fólk at síggja Føroyar, sum eitt ferðamál.
Tað er eisini sett út í kortið, at vit skulu
royna at syrgja fyri, at ferðavinnan verður
eitt eykabein at standa á fíggjarliga.
Hvussu nógvir pengar liggja eftir her
á landi, tá ið ferðárið verður gjørt upp?
Vit hava havt tøl – stór tøl, men eg sakni
enn eina meira nágreiniliga uppgerð, har
ferðavinnan verður mett upp ímóti øðrum
vinnum. Kanska vit fáa eitt slíkt yvirlit,
sjálvt um vit aftur nú eru farin at hoyra,
at hesum hava vit ikki álítandi hagtøl fyri.
Persónliga ivist eg ikki í, at ferðavinnan
skapar nógvan aktivitet, men um hon ger
tað so nógv meira enn aðrar vinnur veit
eg ikki.
Eg veit eisini væl, at stóra innrásin
av útlendskum ferðafólkum, forstýrar
gerandisdagin hjá mongum. Og eg taki
undir við teimum sum siga, at tað kann
ikki vera rætt, at tað bert eru feløg í Havn,
sum fáa nakað burturúr.
Tey lokalu skulu hava sín part – uttan
mun til alt annað.
Ája
Hægstu politikararni í hesum landi eru
í hesum døgum á Viðareiði. Tey royna at
hyggja eitt ár fram og semjast um, hvat tey
skulu gera, nú bert eitt ár er eftir til væl í
seinasta lagi verður.
Sjálvandi fara tey at taka skilagóðar
avgerðir, men vit mugu ikki gloyma,
at tá ið ein samgonga fer inn í seinastu
tingsetuna undan einum vali, so eru
freistingarnar ómetaliga stórar.
Tey einstøku fólkavaldu skulu tá
prógva fyri veljarunum, at tey hava gjørt
sítt arbeiðið til lítar. Tey vilja eisini fegin,
at okkurt verður raðfest soleiðis, at tey
kunnu vísa á tað í valstríðnum og siga, at
hetta hava tey verið við at fingið gjørt.
Tað er torført í einum slíkum ári hjá tí,
sum skal sita á kassalokinum og siga nei.
Men vita eftir – hesu ferð verður tað
eisini so, at sumt verður framt, sum
annars kann bíða nøkur ár.
Ája!
Vit liva í fíggjarliga góðum tíðum,
men tað er á ongan hátt nøkur trygd fyri,
at almennar uppgávur verða loystar á
bestan hátt.
Uppgávurnar við sjúkum og gomlum
og teimum ímillum, sum á ein ella annan
hátt ikki kunnu luttaka í gerandislívinum,
skulu loysast, men ferð eftir ferð hoyra
vit ræðusøgur, sum oftast eru komnar í
av vánaligum loysnum.
Skrankipávar liva góðar dagar
í Føroyum. Fjarleiðslan við ongari
beinleiðis kontakt við kundar ella fólk, ið
hava hjálp frá tí almennu fyri neyðini.
Lat okkum hyggja inn í
skipanina og so sammeta hana
við gerandisdagin hjá hesum
fólkum.
Tað gevur eina aðra mynd.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At Janus Rein
ikki longur
starvast sum
flogskipari?
5-10 m/s