hósdagur 30. august 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018
SOSIALURIN 100
27
Komandi partur
Næsti partur um Glyvrasnikkaran kemur um 14 dagar. Hann verður um sambandið
millum Knud Lambaa og Peter Jacob, sum hann fór at sigla saman við á ungum árum.
Komandi partur verður ein frásøgn hjá Johs. Andreas Næs.
ommusonurin Sverri Joensen
hevur skrivað um hana í bók síni
á Høgabóli, sum ikki er komin út
alment. Hann skrivar m.a:
Omma á Høgabóli vakti áhuga
mín fyri ættarsøgu. Við sínum
frálíka minni dugdi hon at siga
frá øllum tí, hon hevði hoyrt
tey gomlu siga frá, og tí, sum
hon sjálv hevði upplivað. Líka
frá barnaárum mínum sat eg
hugagóður og lýddi á. Tíverri fór
eg alt ov seint at skriva niður, og
tí hvarv tað mesta, hon visti at siga
frá, tá ið hon doyði.
Ongantíð havi eg kent eitt
menniskja, sum hevði so gott
minni sum omma á Høgabóli.
Øllum, sum hon hevði hoyrt, og
øllum sum hon hevði upplivað,
dugdi hon so livandi at siga frá,
at tað kendist, sum tú vart við í
hendingunum. Hon visti, nær øll,
hon hevði kent, fyltu, giftust og
doyðu. Alt, sum fyrifarist hevði,
dugdi hon út í æsir at greiða frá.
Fyrimyndarlig hjún
Símun og Jóhanna livdu saman í 46
ár og 7 mánaðir í fyrimyndarligum
hjúnalagi. Í heimi teirra valdaði
tign, sómi og gudsótti. Eingin
hoyrdi tey nakrantíð deilast ella
hevja røddina ímóti hvørt øðrum.
Tosið hjúnanna millum var altíð
lágmælt, siðiligt og kurteisligt.
Tey vóru sjálvandi ikki samd í
øllum lutum her í verðini, eitt nú
politikki – Símun atkvøddi fyri
sjálvstýrinum, men Jóhanna at
kvøddi fyri sambandinum.
Teimum dámdi væl at spæla
kort av og á, tá ið høvi beyðst.
Altíð vóru tey í parti bæði. Jó
hanna hevði lyndi til at lata illa at
kortunum, sum hon hevði fingið,
og hon kundi sita og mutla fyri seg
sjálva: “Á, teir skortar, teir skort
ar.” So plagdi Símun at siga: “Íðan,
íðan, so meldi eg grann upp á tínar
skortar.” Hon segði “teir” – ikki toyr
– soleiðis sum sagt verður í Eyst
uroynni. Hon tosaði reint hoyvíks
mál líka til hon elligomul fór undir
grønu torvu.
Einki gerast sunnudagar
Sunnudagar mátti einki annað
verða gjørt enn at mjólka og am
bæta kríatúrunum. Konufólkini
máttu ikki so mikið sum taka einar
stokkar upp í hondina. Um veður
var til tess, so fóru øll til gongu út
á Nes í kirkju. Tey vóru skødd eftir
veðrinum, og oman fyri garðarnar
á Nesi skiftu tey í teir skógvarnar,
sum tey skuldu vera í í kirkjuni,
um veðrið ikki var ov vánaligt ,
annars skiftu tey í forkirkjuni.
Var ikki veður at fara í kirkju,
var lestur lisin heima. Áðrenn
farið varð at lesa lestur, vórðu
ketturnar koyrdar út ella oman
í fjósið. Kríatúr máttu ikki vera
hjástødd í eini gudstænastu. So
leingi, sum tey livdu, var tað gamli
Jógvan, (fosturpápi Símun), sum
las lesturin. Sálmar vórðu sungnir
fyri og eftir lestur. Gamli Jógvan
byrjaði sálmin, tó at hann hevði
ikki nóta skaptan í sínum høvdi.
Men fyrsta hann treiv í at syngja,
tók Malena (fosturmamma Símun)
undir. Hon hevði eina avbera vakra
songrødd, og hon var so nótaføst,
at tað nervaði hana ikki, at hann
sat undir liðini á henni og sang
upp á sín máta. “Hver fugl synger
med sit næb,” kundi hon onkutíð
taka til. Í kirkjutíð mátti eingin
vera uttandura.
Samrøða við Johannu í
Fjarbúgvanum í 1969
Ein av hinum elstu íbúgvunum í
Saltangará er Jóhanna á Høgabóli,
ið gongur á 93. ári. Til tess at fáa
at vita nakað um viðurskiftini
har á leið í gomlum døgum seta
vit henni nakrar spurningar.
Er Saltangará gomul bygd?
“Nei. Fyrsti maður ið setti seg her
æt Niels, og var hann ættaður úr
húsinum Úti í Gerði á Glyvrum.
Hann fekk sær trøð og bygdi tætt
við toftamarkið í nánd av har keiin
nú er. Tað var í 1844.
Tá ið hann nú hevði bygt so
langt burtur frá Glyvrum helt
hann, at hansara bygd skuldi hava
eitt egið navn. Hann fór tí fyrst til
próstin á Nesi og síðani fóru teir
báðir til amtmannin, og semja
gjørdist um, at bygdin skuldi eita
Saltangará. Hetta er navnið á tí
ánni, ið rennur úr Toftavatni og
fer á sjógv innanfyri Saltnestanga.
Men tað letur til, at Saltangará
navnið skalt útruddast, og kemur
tað av, at glyvrabøndur ikki
dámdu tað.”
“Vóru teir kanska ímóti, at
bygdin var gjørd?”
“Nei, tað var bara navninum,
teir høvdu nakað ímóti. Teir vildu,
at bygdin skuldi eita “Glibrehede”.
Og nú skal alt vera tann bera
runa. Havnin er Runavíkar havn,
telefonstøðin er Runavík, og tað
var nær við, at postnavnið eisini
gjørdist Runavík. Men Saltangará
er tað rætta navnið, og tað kann
ikki verða útruddað”.
“Hvørjum livdi Niels av?”
“Hann dugdi væl at klára seg.
Hann hevði eitt bakarí, og til
hansara komu fólk heilt úr Gøtu at
fáa sær breyð. Handil hevði hann
eisini. Pápi mín, Johan í Hoyvík,
plagdi at siga frá, at hann einaferð
kom inn til tey Uttan fyri Garðar í
Hoyvík á veg úr Havn. Næsta ætt
var, hann var beiggi Símun abba,
ið var fyrsti maður, ið búsettist
Uttanfyri Garðar í Hoyvík. Hann
segði tá, at nú fór hann at handla,
og á bakinum hevði hann trý ting,
hann skuldi byrja við, og tey vóru
tubbak, kaffi og sukur. So setti
pápi hann inn í Eysturoynna, og
handlaði hann alla sína tíð.”
“Nær komu tygum inn higar.”
“Tað var í 1900, tá eg giftist við
Símun, ið var fostursonur Jógvan
á Høgabóli. Tá vóru átta hús í
Saltangará, og umframt at takast
við vanligt arbeiði var Jógvan
eisini træsmiður. Hann og Símun
smíðaðu ikki bert hús, men alt ið
var nýtt í einum húsarhaldi. Men
lønin fyri arbeiði var ógvuliga lítil.
Í 1902 tá bedingin varð gjørd, fekk
hann 18 oyru um tíman, tí hann
var útlærdur. Teir, ið ikki vóru tað,
fingu 16 oyru.
Virkið hjá Símuni
Men í 1905 hevði Thomsen á Tvør
oyri spurt próstin á Nesi um hann
kundi vísa sær á ein álítandi mann,
ið kundi reka eitt íshús. Hann
hevði nógv skip, og tá tey fiskaðu
norðanfyri, var tað gott at hava eitt
íshús, at fáa agn úr. Prósturin vísti
so á mann mín, og byrjaði hann so
við hesum íshúsi. Tað hevði tvey
rúm, og um veturin bóru teir kava
inn í tað, og har løgdu teir sild inn
til at ísa. Fyri sildina fingu menn
eitt oyra stykkið.
Í 1907 bygdi maður mín síðani
handilshús har í íshúsið var, og
opnaði handilin hin 8. februar
1908.
Um tað mundi tóku nakrir
menn í Havn seg saman um at
gera eina mjókaforsýning. Ein
teirra var Napoleon í Dali, og kom
hann inn higar og spurdi, um
Símun kundi taka sær av báta
avgreiðsluni. Hann segði ja, men
báturin kom ikki fyrr enn eftir
Ólavsøku.
Enn leggur báturin at landi
sama stað sum tá, og tey gomlu
handilshúsini eru posthús, men
annars er ómetaliga nógv broytt
síðani tá.
Símun á Høgabóli, maður Jóhonnu, ein av okkara fremstu
vinnulívsmonnum fyrrapartin av 20. øld. Hansara
eftirkomarar á Bakka eru á odda nú 100 ár seinni
Símun og Jóhanna á
ungum árum.
Gudsonuirn hjá Jóhonnu í New Zealandi, Peter Jacob, við abbasynunum
David f. 1950, Michael f. 1943 og Peter f. 1946