hósdagur 30. august 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018
SOSIALURIN 100
30
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í
Sosialinum.
Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við
Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar
innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger
arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir
útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri
ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda
spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so
svarar Holger tær her í Sosialinum.
20.8. 2018 BYRJAÐU 284 NÝGGJ LESANDI Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA
SPURNARSÍÐAN
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
FRÁ STUDNI.FO:
STUDNI bjóðar fram fleiri ymiskar fíggjarligar
stuðulsskipanir og her fara vit at vísa á tvær av teimum.
Hetta er stuðul til verkætlanir og stuðul til málslig
fyrireikingarskeið.
1. Verkætlanarstudningur
Endamálið við ferðastudninginum til verkætlanir er at
stuðla lesandi føroyingum á hægri lærustovnum í Føroyum
og uttanlands í sambandi við størri verkætlanir, ið skulu
gerast í øðrum landi enn í lestrarlandinum. Hetta verður
gjørt við at veita studning til ferðina millum lestrarlandið
og landið, har verkætlanin skal gerast.
Studningurin er tann skjalprógvaða upphæddin
av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó
í mesta lagi upphæddin fyri lesandi sbrt. talvuni um
ferðastudningin.
Ferðastudningsupphæddir
Danmark
Europa
Aðrastaðni
(-Danmark og Grønland)
Lesandi kr. 1.500
kr. 3.100
kr. 4.100
Hvat er ein verkætlan ?
Við eina verkætlan skilst:
a) størri uppgáva í sambandi við hægri lestna. Talan skal
verða um kanningarferð í sambandi við høvuðsuppgávu
ella størri ritgerð, ið er kravdur partur av lestri, sum telur
í minsta lagi 10 ects,
b) starvsvenjing í minst 2 vikur, t.d. á læraraskúla í
øðrum landi,
c) uppihald á øðrum lærustovni, herundir skiftislestur.
Víst verður til "vegleiðing verkætlan", ið liggur
undir"umsóknarbløð" her: studni.fo
Treytir
Tú kanst søkja um verkætlanarstuðul, um tú lýkur
fylgjandi treytir:
1) Umsøkjarin skal hava serligt tilknýti til Føroyar og
kravið er:
•
at umsøkjarin hevur búð í Føroyum í minsta lagi tvey
av teimum seinastu trimum árunum beint undan
lestrarbyrjan, ella
•
at umsøkjarin hevur búð í Føroyum í minsta lagi
helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan.
2) Umsøkjarin skal ganga á eini góðkendari hægri
fulltíðarútbúgving, ið er 2 lestrarár ella longri ella tekur
heiltíðarútbúgving til heilsuhjálpara ella heilsurøktara.
3) Umsøkjarin skal vera lestrarvirkin.
4) Umsøkjari kann bert partvís fáa løn í útbúgvingartíðini.
Harumframt skal verkætlanin vera partur av
útbúgvingini og góðkennast av útbúgvingarstaðnum.
Vert er eisini at leggja merki til, at tað bert verður
veittur studningur fyri ferðing millum lond, og at
tann lesandi í mesta lagi hevur møguleika at fáa henda
studning tvær ferðir í samlaðu útbúgvingartíðini og
bert til eina ferð aftur og fram í hvørjari verkætlan.
Mannagongd
Ætlar tú at søkja um studning, kann hetta antin gerast
áðrenn farið verður undir verkætlanina, ella meðan tú
ert í gongd við verkætlanina. Tað ber ikki til at søkja um
studning, eftir at verkætlanin er liðug. Les her: studni.fo
2. Málslig fyrireikingarskeið
Henda skipanin veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið
til hægri útbúgvingar í ikki enskt-talandi londum uttan
fyri Norðurlond, og er ætlað teimum, ið fara at lesa hægri
lestur í hesum londum.
Stuðulin verður í fyrstu atløgu veittur sum lán til
skúlagjald og lán til livikostnað.
Til skúlagjaldið verður veitt lán, tó vanliga í mesta
lagi kr. 20.000,00. Skúlagjaldið umfatar bert útreiðslur, ið
hava beinleiðis við lesturin at gera. Til livikostnað verður
veitt lán. Lánsupphæddin, ið verður veitt hvønn mánað er
mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja
tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum – skúlaárið
2018/2019 er henda upphædd kr. 4.315,00.
Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir, men er
talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp
til 1 ár.
Tað serliga við hesi skipan er, at um tú, innan 15 mánaðir
eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fert undir
hægri lestur á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama,
sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini
umløgd til studning. Umleggingin verður framd, eftir at tú
hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í útbúgvingini.
Treytir
Fyri at verða heimilað til studning eru niðanfyristandandi
krøv til málsligu fyrireikingarskeiðini:
1. Skeiðini skulu vera málsliga førleikagevandi til hægri
lestur. Hetta merkir, at luttøkan á skeiðnum ella tann
endaliga próvtøkan á skeiðnum er á einum tílíkum
støði, at tú nært tann málsliga førleikan, ið skal til fyri
at lesa á hægri lærustovni. Skjalprógv, fyri at so er, má
viðleggjast umsóknini.
2. keiðini skulu vera fulltíðarskeið við í minsta lagi 15
tímum um vikuna.
3. Skeiðini skulu eisini góðkennast av Studna.
Skipað var fyri felags
innleiðslu í Kongshøll í
Sjóvinnuhúsinum, áðrenn
farið var út á deildirnar, har
útbúgvingarnar eru staðsettar
Fyrr í summar, í juli mánað, fingu 298
av umsøkjarunum til lestur á Setrinum
svar um, at tey vóru upptikin. Tey fingu
freist fram til 1. august at svara, um tey
tóku av hesum tilboði. Tað valdu tey
allar flestu, men onkur tøk pláss
góvu nú ein nýggjan møguleiki hjá
umsøkjarum at søkja inn.
Hetta broytti myndina nakað og
vórðu tað 28 umsøkjarar, sum tá tóku
av tøkum lestrarplássi.
So nú byrja hesi 284 nýggju lesandi
eitt nýtt spennandi kapittul í lívinum.
Niðanfyri sæst eitt yvirlit, sum vísir
býtið av lesandi millum útbúgvingarnar.
Meira fæst at vita á setur.fo