Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 32 So nógv fáa tey kongaligu HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO 85,9 milliónir krónur. Tað er tað, ið Margretha drotning fær frá Fólkatinginum fyri at liva fyri komandi ár. Tað sæst í fíggjar­ lóg­aruppskotinum hjá donsku stjórnini fyri 2019, ið bleiv lagt fram í vikuni. Sambært Ritzau er talan um ein hækking á 1,3 milliónir krónur frá 2018. Krúnprinsaparið, sum júst er afturkomið frá einari ferð í Før­ oyum, kunna eisini gleða seg til eina hægri samsýning komandi ár. Sambært uppskotinum fær Fríðrikur krúnprinsur 21,2 milliónir krónur í 2019, ið er 300.000 krónur meira enn í fjør. Krúnprinsessan fær tíggju prosent av upphæddini hjá krúnprinsinum. Restin av kongahúsinum fær eisini nakrar milliónir at liva fyri. Joakim prinsur fær 3,7 milliónir krónur, fyrrverandi kona hansara Alexandra greivinna fær 2,5 milliónir krónur, Ingolf greivi fær 1,8 milliónir krónur og Benedikte prinsessa fær 1,3 milliónir krónur, sambært Ritzau, Danska grundlógin tryggjar kongahúsinum eina árliga sam­ sýn­ing og sambært Ritzau er tað siðvenja, at allir flokkar á Fólka­ tingið góðtaka uppskotið hjá stjórnini um samsýning til tey konga­ligu Spor til ættarlið at greina VILMUND JACOBSEN VILMUND@SOSIALURIN.FO V it kenna tað øll. Hetta, at tú alt í einum – upp á eitt lítið sekund – verð­ ur fluttur í annan heim. Tú steðgar á, dvølur við minn­ir og heldur síðan fram við tí, tú vart í holt við. - Tað kann vera eitt lag, tú hoyrir og sum knappliga minnir teg aftur á ungdómsár við vinum – ella ein serligur smakkur frá farnari tíð, sum flytir teg til løtuna, tá tú toygdi teg upp til tær ovastu greinarnar í hav­anum hjá grannakonuni, tí har vóru tey bestu berini. Ella rákin av tara og tjøru ber teg aftur á løtur við abbanum og sildagørnum á fjørð­inum eitt vakurt kvøld. Rønn Eliasen, mentanarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu, vísir á, at tað at vera fluttur í annan heim fær okkum menniskju at steðga á, sansa, og tað vekir okkum til nær­ lagni og ríkar okkum góðu løt­ur­nar við minnum og søgum. Mentanardagar 2018, sum eru í Fuglafirði í døgunum 28. august til og við 2. september, nema við hugtakið spor. - Vit leita aftur til tey, sum gingu undan okkum. Hvørji vóru tey? Hvussu livdu tey? Og hvør var teirra søga? Søgur er júst tað, sum ment­anardagar snúgva seg um. Ym­iskar søgur. Søgur um tað un­ ika, sum rørist millum fjøll og fjøru. Søg­ur sagdar við penslum, litum og leik­um á framsýningum, og søgur sagdar við pennum og tónum. Søg­ur um fólk og sál, um fólk sum savn­ast um okkara uniku mentan og seta spor til komandi ættarlið at greina. Sum mentanarleiðari í Fugla­ fjarð­ar kommunu bjóðar Rønn Elia­sen øllum – bæði nær og fjar – at vera hjartaliga vælkomin til ment­anardagarnar. Tann stóra skrá­in fyri mentanardagarnar í Fugla­fjarðar kommunu byrjar hós­dagin og heldur fram til og við sunnu­dagin, 2. september.