Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um dagarnar hevur Johan Dahl, fyrr­verandi løgtings- og lands­stýr­ is­mað­ur boðað frá, at hann ætlar sær at stilla upp aftur til komandi løg­tings­val. Hann varð fyrstu ferð valdur í 2002, men til seinasta løgtingsval, sum var í 2015, stillaði hann ikki upp­aft­ur – hann var liðugur í pol­ i­t­ikki, boðaði hann frá. Men nú er vent í holuni. Hann hev­ur fingið áheitan frá einum val­ fel­ag hjá Sambandsflokkinum um at stilla upp. Hann hevur tó ikki sagt, hvat felag talan er um, ella um tal­an er um tað felag, sum hann sjálv­ur er formaður í, Føroya Væl, val­felag Sambandsfloksins í Havn. Tað eru eisini aðrir politikarar, sum ikki skuldu stilla upp aftur til kom­andi løgtingsval. Ein er Annika Ol­sen, borgarstjóri í Havn. Hon er í­myndin av mótstøðuni ímóti dup­ ultman­dat­um – at borgarstjórar eis­ini sita í løg­ting­i­num. Hon hevur eisini víst verki, at hon mein­ar tað við at leggja ting­sess­in frá sær, eftir at hon tók við borg­ar­stjór­a­sess­i­ num í Havn. Tað er kortini okkurt, sum bend­ ir á, at Annika Olsen ætlar sær aft­ ur í løgtingið – ella at hon ikki vil lata kjansin fara aftur við borð­i­ num. Í sambandi við málið um inn­ koyr­ing­ar­veg­in hevur hon boðað frá, at hon kanska verður noydd at taka sæti á tingi til tess at fáa málið »aft­ur á beint«. Men tað er fyri so vítt líka mik­ið, hvat Annika Olsen sigur og mein­ar. Tí tað er einki at ivast í, at hon verð­ ur høvuðsvalevni hjá Fólk­a­flokk­i­ num í Havn til løgtingsvalið. Hon fekk 961 atkvøður á sein­ asta løgtingsvali. Uttan iva nógvar at­kvøð­ur, sum ikki nátúrliga fella til Fólkaflokkin, um hon ikki tel­ist millum valevnini. Bara í Havn og á Argjum fekk Ann­ika Olsen 457 atkvøður. Næstir á fólka­floks­list­a­num vóru Jacob Vest­er­gaard við 187 og Jørgen Nicl­ a­sen við 156 atkvøðum. Fólkaflokkurin finnnur ikki fræg­ari valevni enn Anniku Ol­sen, og at hon samstundis er borg­ar­ stjóri í Havn, tað kann bara gera tað enn bet­ur. So mugu prinsippini hjá Ann­iku Olsen um dupultmandat bara víkja, og tað gera tey uttan iva. Vit eru komin inn í síðsta árið í hes­um valskeiðinum. Tí fara flokk­ ar­nir nú at gera skjútsið klárt til val­ið, sum kann koma nær tað skal vera. Tann flokkurin, sum vinnur slag­ið um Havnina, hann vinn­ur løg­tings­val­ið. Sein­ast fekk Javn­að­ ar­flokk­ur­in líka nógvar atkvøður í Havn sum Fólk­a­flokk­ur­in og Sam­ bands­flokk­ur­i­n til sam­a­ns. Tí hava hesir flokkar ikki ráð at missa ein tann einasta atkvøðuslúk. FJÁLGAST AT SITA VIÐ VALDIÐ Innanhýsisstríðið í Javn­að­ ar­flokk­inum á Tvøroyri er valla av enn, hóast Javn­að­ar­ flokk­urin aftur eigur meiri­ luta, meðan Kristin Mich­el­ sen situr sum borgarstjóri í and­støðu. Tað ljóðaði so pent, at nýggi meirilutin við Javn­ að­ar­flokk­inum ikki fór at koppa borg­ar­stjór­a­num. Tað kundu tey gera við at nokta honum at hava sæti á tingi. Tá má hann velja, um hann vil vera borgarstjóri á Tvøroyri ella løgtignsmaður, segðist. Men spurningurin er tó, um tað er so einfalt, og um nýggi meirilutin klárar at gjøgnumføra ta tilgondina, áðrenn valið, sum tey leggja upp til. Tí tað skal nógv til at fáa ein borgarstjóra frá, sum ikki vil frá. Men tað hendi í Klaks­vík eft­ir næstseinasta løg­tings­ val, at Klaksvíkar býráð nokt­aði Jógvani Skorheim at røkja ting­sessin samstundis sum hann borgarstjóri. Í gjár sendi Javn­að­ar­ flokk­urin í býráðnum á Tvør­ oy­ri út soljóðandi kunning: »Nú eru vit komin fram til, at dup­ultmandatið hjá borg­ar­stjór­a­num á Tvøroyri skal end­ur­skoðast. Sum vit hava víst á, so røkir borg­ ar­stjór­in ikki sín­ar skyldur, sum hann skal sambært komm­un­u­stýr­is­lógini. Listin av sam­tykt­um, sum ikki blíva framd­ar, verður longri og longri og tað kunnu vit ikki góð­taka. Er tað tí, at hann ikki megnar at røkja tvey full­tíð­a­r­størvstørv? Borgarstjórin hevur dag­ ligu leiðsl­una av komm­un­ un­alu fyrisitingini og hev­ur á­byrgdina av, at allar býr­áðs­ sam­tyktir verða av­greidd­ar; ikki vanligi bý­ráðs­poli­t­ik­k­ ar­in.« Skrivað undir kunningina hava tey fýra, sum nú um­ boða Javnaðarflokkin í bý­ ráð­num á Tvøroyri: Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen, Bogi Johannessen og Bjarni Ham­m­er. Eitt politiskt stríð kann verða beiskt. Men loysnin er kann vera einføld. Javn­að­ ar­flokk­urin hevur nú meir­ i­lutan einsamallur. Tí kann hann bara lata borg­ar­stjór­ an velja, um hann er borg­ar­ stjóri ella løgtingsmaður. Kristin Michelsen kann so fella samgonguna í Løg­ ting­i­n­um. Men har eru tey kom­in so langt, at tað kann gera tað sama. Og um tað end­i­liga var, so kann Magni Laks­afoss altíð útlíknað at­ kvøð­una hjá Kristini, um sam­gongan skuldi havt hana fyri neyðini. So vit gita, at Javn­að­ar­ flokkurin á Tvøroyri nú vil kroysta Kristin Michelsen í sambandi við løgtingsvalið komandi. So er spurningurin, sum Kristin Michelnsen fer heima aftur í Javnaðarflokkin, ella um flokkurin letur tað støkka á Tvøroyri og noktar honum upp á listan. Nú spenna tey lykkjuna um Kristin Michelsen Annika Olsen fer heilt víst at stilla upp til løgtingsvalið Spurningurin er, á hvørjum lista Kristin Michelsen stillar upp til løgtingsvalið Tá freistin til skald­søg­ u­kappingina hjá Bók­ handl­ar­a­felagnum og Sprotanum var úti 1. september, høvdu 17 persónar sent eitt hand­ rit inn. Tað upplýsir Kári Ár­ting, formaður í Bók­ handl­a­r­afelagnum fyri Kring­varpinum. Talan er um 12 kvinnur og fimm menn, ið hava sent hand­rit inn til kappingina, ið bleiv útskrivað á Ment­an­ar­ náttini í Havn í fjør. Kapp­ ingin er eitt úrslit av, at bókhandlarnir og Sprot­in vóru samd um, at ov lít­ið verður útgivið av upp­run­ aligum føroyskum skald­ skapi. Vinningurin hesaferð er 100.000 krónur og út­gávu­sátt­máli við Sprotanum. Vinn­ar­ in verður eftir ætlan kos­in á Bókadegnum í Norð­ur­land­a­húsinum leygardagin 24. novembur. Fimm fólk eru í dóms­nevnd­ini og eru tey Berglót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eileen Anthoniussen, Jon­hard Mikkelsen og Bergur D. Han­sen. 17 hava skriva skaldsøgu Eigur sess­in Kristin Michelsen skilir lít­ið av hóttanini frá bý­ráðsm­eiri­ lutanum á Tvør­oyri. Býráðsmeirilutin hóttir nú við at endurskoða av­gerð­ina um at lata borg­ar­stjóran sleppa at sita bæð­i í býráðnum og í løg­ ting­inum. Orsøkin skal vera, at listin av sam­tykt­um bara veksur og veksur. Kristin Michelsen veit ikki, hvar hesin langi listin av samtyktum skal vera. – Eg kenni til eitt mál um eitt sambýli her á Tvøroyri, sum tað fram­veg­is verður arbeitt við, og eitt mál um ein lim í eini eft­ ir­skúlanevnd. Annað enn tað liggur einki á láni, sigur hann. Sjálvur spyr hann, hvar avrikslistin hjá Jav­n­að­ar­flokk­ inum er. Kristin Michelsen heldur, at tað er løgið, at hoyra tey fýra javnaðarumboðini tosa soleiðis nú, tí tey hava áður lovað, at tey einki fara at gera við borgarstjórasessin. Tað søgdu tey stutt eftir, at tey skipaðu nýggja meirilutan í Tvøroyrar býrað. – Sessin í løgtinginum eigi eg og eingin annar. Eg havi við mínum nevndarsessi í fíggj­ar­ nevnd­ini tryggjað okkum nógva játt­an her suðuri. Tað er mær ein gáta, hví býráðsmeirilutin held­ur ynskir ein norðoying í Løgtingið, segði Kristin Mich­el­sen við in.fo. Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin