mánadagur 3. september 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ADRIAN NÆRKAST METINUM
Adrian Justinussen hevur nú skotið 19 mál í
landskappingini. Hann nærkast nú metinum
hjá Una Arge og Súna Fríða Johannesen,
sum báðir hava metið við 24 málum í einum
landskappingarári. Adrian Justinussen
hevur nú seks dystir at taka metið.
Tróndur Arge – Gundadalur
HB vann leygardagin lættan og
ódramatiskan 3-0 sigur á argja
monnum. Hóast AB hevði trý tey
fyrstu skotini á mál, so var ongan
tíð ivi um, at HB fór at vinna dystin.
Adrian Justinussen og Símun
Samuelsen skoraðu í fyrra hálv
leiki, meðan Bartal Wardum setti
punktum í seinna hálvleiki.
Stemningurin í Gundadali var eitt
sindur løgin, tí sjálvt um kappingar
neytarnir úr KÍ og NSÍ settu stig til,
so var ikki nógv gleði at fá eyga á.
Leygardagur er tiltikin vána
ligur fótbóltsdagur í Gundadali,
men kanska eisini skelkurin frá
steypafinaluni sat í høvdinum á
teimum í og rundan um HB.
Við sigrinum er HB so langt
fremst, at 23. meistaraheitið er so
gott sum tryggjað. Tey munnu
verða fá, sum væntaðu hetta undan
kappingarbyrjan. Alíkavæl kendist
tað sum, at hetta var ”business as
usual”.
Her eru nakrar orsøkir, at HB
vinnur FM.
10 stig fremst
Tú verður ikki heiðraður, fyri at
staðfesta at HB vinnur FM, tí teir
eru tíggju stig fremst. Tað eru seks
dystir eftir og 18 stig at spæla um.
Sostatt skal HB tapa tríggjar ferðir
og spæla ein javnan, áðrenn tað ber
til hjá KÍ at yvirhála HB.
Skulu vit ikki bara siga, at
frástøðan sigur nokk?
Vinna á botn fimm
HB hevur 13 ferðir spælt móti botn
fimm liðum. Higartil er tað blivið
til 13 sigrar. HB hevur funnið ein
leist, har liðið hvørja ferð megnar at
vinna á teimum lægru styrkismettu
liðunum.
HB hevur tveir slíkar dystir eftir,
sum eftir gongdini higartil koma at
geva seks stig.
Síðani skal HB bara fáa nøkur
heilt fá stig afturat, so ber ikki til
hjá KÍ at innheinta HB.
HB tapir næstan ikki
Bara tvær ferðir í ár hevur HB
tapt ein fótbóltsdyst. Rokna vit
steypakappingina við, so er talan
um javnleik aftaná 90 minuttir.
Tað gevur eisini tekin um eitt lið,
sum er væl sett saman. HB hevur
enn dystir móti hinum fýra í topp
fimm, men higartil hevur liðið í
flestu førum fingið stig.
Við tryggu leiðsluni á stiga
talvuni, kanst tú næstan siga at HB
við javnleik móti KÍ og NSÍ vinnur.
Tað gevur eisini HB fleiri taktisk
kort at spæla við, tá liðini møtast
innanhýsis.
Hini spenna bein fyri
hvørjum øðrum
Tað var eitt sindur løgið at síggja,
at HB-viðhaldsfólk smáfegnaðust,
tá B36 skoraði móti NSÍ. Liðið sum
stóð fyri eyðmýkingini í steypa
finaluni, hevur við sigrinum á NSÍ
givið HB enn betri FM-kort á hond
ina.
H i g a r t i l
hava KÍ, NSÍ,
B36 og Vík
ingur spent
bein
fyri
h v ø r j u m
øðrum
í
stríðnum,
at
bjóða
HB
av.
Tað
var
eisini
júst
tað,
sum
hendi
um
v i ku s k i f t i ð .
KÍ og Víkingur
spæla javnt, meðan
B36 vinnur á NSÍ,
sum liggur nærri FM-
stríðnum.
Alt hetta, meðan HB hevur
vunnið lættar sigrar á Suðringum,
07 Vestur og AB.
Ongir skaðar og
ongin upploysn
Í løtuni hevur HB bara ein skaða.
Tað er Sebastian Pingel, sum er
langtíðarskaddur.
Annað
enn
tað, so hevur HB næstan spælt
við sama liðið størsta partin av
kappingarárinum.
Tað
merkir
eisini, at liðið er væl skúlað og
spælararnir kenna sína uppgávu.
Seinastu tríggjar dystirnar hevur
HB bara gjørt samanlagt tvær
broytingar
í
liðuppstillingini.
Brynjar Hlöðversson og Símun
Samuelsen hava byrjað uttanfyri
fyri Dan í Soylu.
Tú
kundi
næstan
sagt,
at um tað var nakar ivi undan
steypafinaluni, so er ongin aftanfyri.
Hetta tapið svíður so illa í HB-
húsinum, at nú verða allar kreftir
lagdar inn at tryggja sær FM.
Heimir koyrir tað heim
HB hevur í Heimi Guðjónsson
ein royndan venjara. Hann hevur
vunnið seks íslandsk meistaraheiti
við FH. Tí er hann ein royndur
maður í slíkum støðum. – Kann eg
ynskja tær til lukku við FM, spurdi
undirritaði.
Nei, tað eru 18 stig at spæla um
enn, svaraði Heimir Guðjónsson
ísakaldur.
HB
er
so
nær
meistaraheitinum, sum
nú eina ferð til ber. Tíggju
stig fremst og bara seks dystir
eru eftir at spæla. Tað er tó vert
at nevna, at skráin ikki sær so løtt
út. HB hevur fýra útidystir eftir,
men tann eini er móti grannunum
úr B36, sum eisini spæla sínar
heimadystir í Gundadali.
Vinna FM í Klaksvík?
Tveir teir næstu dystirnir hjá HB
eru
móti
kappingarneytunum
úr NSÍ og KÍ. Vinnur HB báðar
dystirnir, so verður HB føroya
meistari í Klaksvík 23. septembur.
Í løtuni sær út, at tað besta NSí og
KÍ kunnu gera í FM-stríðnum, er
at tryggja at HB ikki vinnur FM
í Klaksvík. Tí HB verður føroya
meistari!
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
10 stig fremst:
HB verður føroyameistari 2018. Tað er bara ein spurningur
um tíð, sjálvt um hvørki spælarar ella venjari vilja viðurkenna
tað enn. Her eru nakrar orsøkir til, at HB verður FM vinnari
FÓTBÓLTUR
TIL LUKKU
VIÐ FM