Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 103 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Ein kommunal nýskipan er við­ kom­andi, sigur Búskaparráðið í nýggj­astu frágreðingini, tá ráð­ið um­røð­ur støðuna hjá høv­uðs­stað­ ar­komm­ununi. Búskaparráðið heldur, at Tórs­ hav­nar kommuna er í eini ser­støðu. »Inntøkurnar hjá Tórshavnar komm­unu eru lutfalsliga stórar; so stór­ar, at kommunan kann leggja pen­ing til síðis. Hetta seinasta gev­ur høvi til eitt politiskt trýst á komm­un­una til at gera íløgur – man krev­ur ikki pening inn í skatti til at goyma. Raðfestingin av komm­un­ alum íløgum kann í slík­ari støðu ger­ast tilvildarlig. Al­tern­a­tiv­ið til at gera íløgur er at lata pen­ing­in fara til kommunala út­javn­ing (at geva peningin til min­ni múgv­andi kommu­nur) ella at lækka skatt­a­ prosentið. Ein komm­unal ný­ski­p­an er tí við­kom­andi«, heldur Bú­skap­ar­ ráð­ið. Ein kommunal útjavning er valla hugs­andi. Eingin politikari í Tórs­ havn­ar kommmunu man vilja tað – neyv­an heldur nakar á bygd, um tað skuldi vent øvugt. Við einum borgarligum komm­un­ u­stýri í høuvðsstaðnum kundu vit kanska hildið, at tað lá framm­a­liga at lækka skattaprosentið so nógv sum gjørligt, men so er held­ur ikki. Við Kringvarpið sigur Ann­ika Ol­ sen, borg­arstjóri, at skatta­lætta fáa havn­ar­borg­arar ikki, tí peng­ar­nir skulu brúkast til útbyggingar. Eitt nýtt røktarheim skal byggjast, ein nýggj­ur dagsstovnur skal byggj­ast, í­løgur skulu gerast á ítr­ótt­a­øki­n­um og vega­kervið skal dag­før­ast, sigur hon. Hóast stóra tørvin til íløgur hjá høv­uðs­stað­num, so heldur Bú­skap­ ar­ráð­ið kortini, at pláss er fyri einum skatta­lætta. Tá kommunan hevur fingið 100 mill­iónir meira í inntøku, enn komm­unan hevði ætlað og roknað við, er tað so rætt, at pengarnir verða brúkt­ir, kunnu vit spyrja. Gamal borgarligur politikkur plagdi at vera, at pengarnir liggja best í lumm­unum borg­ar­u­num held­ u­r enn í hondunum á til­vild­ar­lig­um pol­i­tik­ar­um, sum nú av til­vild hava fing­ið ov nógvar pengar í kass­an, tí tað gong­ur so væl bú­skap­ar­ligar í land­i­num – ella kanska tí, at hjólini mala ov skjótt í sam­fel­a­gnum. Jú fólkatalið veksur í høv­uðs­ stað­num. Tað gevur væl saktans eis­ini fleiri inntøkur, og tí áttu tær nýggju inntøkurnar at kunna rindað fyri øktar útreiðslur av fleiri fólkum. Hóast nógvar ávaringarlampur blunka og ringja og ávara um ov stór­ar al­mennar íløgur, so tykist tað ikki rína við politikarar. Tað al­menna gongur á odda – land, kommunur og almenn partefeløg – um tað so eru pol­i­t­ik­ar­ar til høgru ella vinstru, fak­fel­ags­fólk ella roynd vinnu­lívs­ fólk, so er eingin munur: Øll vilja bara brúka. Hjá fólkinum hevði ein komm­un­al­ur skattalætti komið væl við, tí hann er í tøkiligur. Hví er tað nú skeivt hjá øll­ um at halda útreiðslum aftur? GOTT VIÐ SKATTALÆTTA Kjart­ an Krist­ i­an­sen deyð­ur NØVN SÍÐA 12 Barb­ ara skal kunna ferðafólk NØVN SÍÐA 12 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Hondbóltskappingin fer aft­ ur í gongd sunnudagin, tá teir báðir árligu dystirnir um Li­ons­bikarið hjá kvinnum og mon­n­um verða spældir í ít­ rótt­arhøllini í Kollafirði Seinnapartin sunnudagin verð­ur ítróttarhøllin í Kolla­ firði karmur um árs­ins stórsteypadystir í hond­bólti, har tey bestu farna kapp­ing­ ar­ár hjá kvinnum og monnu kapp­ast um Lionsbikarið. Fyrri dysturin er klokkan 15 mill­um kvinnurnar hjá VÍF og Kynd­li, ið vóru tey bæði lið­ini, sum síðsta kapp­ ing­ar­ár spældu bæði fin­al­ una í steypakappingini og heil­ar tríggjar finalur um før­oy­a­meist­ar­a­heitið. Í báð­ um før­um vann VÍF, so nú er eitt høvi hjá Kyndli at svara aftur. Seinni dysturin verður mill­um mansliðini hjá H71 og Kyndli. H71 vann før­oy­a­ meist­ar­a­heitið og kom eisini í steypa­fin­al­una, har Kyndil tó var drúgv­ara felagið og vann. So her verður talan um eina end­ur­tøku av júst steyp­ a­fin­aluni síðsta kappingarár. Hetta er fimta ár­ið, at spælt verður um Lions­bik­ ar­ið. Kynd­ils­kvinn­ur vu­nnu í fjør og í 2014, og tær eru við fyri fjórðu ferð, meðan VÍF- kvinn­urnar, ið taptu við ein­ um máli fyri tveimum ár­um síðani, eru við fyri aðru ferð. Menninir hjá H71 hava spælt og vunnið síðstu tvær ferð­ir­ nar og eru nú við fyri triðju ferð, meðan hetta er aðru ferð, at menninir hjá Kyndli spæla um Lionsbikarið, ið teir vunnu í 2014. Lions Club Tórshavn skip­ ar fyri dyst­unum í sam­starvi við Hond­bólt­s­sam­band­ið, og sum van­ligt fer á­góð­in av dyst­u­num báð­um væl­ger­ andi endamál. Van­liga er ar­ beiðs­být­ið skipað soleiðis, at Hondbóltssambandið skipar fyri tí praktiska, ið hevur við sjálv­an dystin at gera, og so tek­ur Lions Club Tórshavn sær av tí, sum er rundanum, so sum innkrevjing og annað. Annars eru reglurnar fyri Li­ons­bikarið, at spælt verður um tað í tíggju ár, og so fær tað fel­ag­ið, ið hevur vunnið oft­ast, bik­arið til ognar. Stend­ur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi tíggu árini, verður spælt, til eitt fel­ag hevur vunnið. Enn hevur einki felag ver­ið so mikið sannførandi, at tað einsamalt kann fara av­stað við Lionsbikarinum, tí hjá kvinnum hava Kyndil og Neist­in vunnið hvør sínar tvær ferðir, og hjá monnum hev­ur H71 vunnið tríggjar ferð­ir og Neistin og Kyndil hvør sína ferð. Lionsbikarið 2017 Kvinnur: Kyndil-Neistin 24-22 Menn: H71-VÍF 32-29 (13-15) 2016 Kvinnur: Neistin-VÍF 20-19 (8-7) Menn: H71-VÍF 24-19 (10-9) 2015 Kvinnur: Neistin-Kyndil 30-25 (10-15) *) *) Neistin vann eftir longda leiktíð Menn: Neistin-VÍF 32-26(15-16) 2014 Kvinnur: Kyndil-Neistin 29-26 Menn: Kyndil-KÍF 26-20 Dystast um Lionsbikarið Týskvøldið klokkan 19:30 verð­ur norski filmurin, At­ lan­tic, sýndur í Norð­ur­land­ a­hús­i­num. Filmurin snýr seg um fiskimenn í Lofoten, Írlandi og New Foundlandi – og sýnir ágangin, sum útróðrarmenn og familjur teirra eru fyri frá altjóða oljuvinnuni og stórum altjóða trolarum, sum dustsúgva grunnarnar. Filmurin hevur vunnið fleiri altjóða virðislønir og er sera viðkomandi fyri Føroyar. Norskur luttakari er við, og tað er Ringrás sum skipar fyri. Ókeypis atgongd er til filmin. Filmur ágang ímóti útróðrarmonnum Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin