týsdagur 4. september 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. september 2018 · Nr. 102
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Danjal av Rana
Tað var fyrst í septembur
í 2016, at ein eldri maður úr
Streymnesi
fór
koyrandi
norður gjøgnum Saksunar
dal og varnaðist nátan, sum
gekk í bønum fram við vegin.
Tað var nátatíð, og maðurin
gjørdi tí ikki mætari enn at
hann leyp úr bilinum, gav
nátanum eitt slag og kipti
hann.
Á veg aftur í bilin møtir
hann bóndanum, og hesin
er ikki blíður. Hann vil vera
við, at tá hann eigur jørðina,
eigur hann eisini fuglin á
bønum, og tí eisini nátan.
Hann vísir eisini á, at eldri
maðurin ikki hevur spurt
seg um loyvi at ferðast á
sínari ogn.
Eldri maðurin vil ikki av
henda nátan og endin av
tí heila verður, at bóndin
meldar mannin fyri brot á
veiðulógina.
Fútin slepti málinum
Í fyrstu atløgu valdi fútin
ikki at reisa ákæru í máli
num, men bóndin kærdi
til ríkisákæran, sum segði,
at lógin var greið, so málið
skuldi roynast í rættinum. So
í januar í ár bleiv ákæra reist
móti manninum, og í gjár var
málið fyri í rættinum.
Maðurin noktar seg sekan
í broti á fuglaveiðilógina,
men viðgekk, at hann hevði
verið í Saksunardali eftir
nátum. Hann vardi seg tó við,
at tað var gomul siðvenja, at
fólk úr Saksun, Hvalvík og
Streymnesi fóru inn í dalin
at fáa sær eitt kók. Tað var
ikki fyrr enn nú, at bóndin
gjørdi vrøvl.
Fleiri vitni vóru hoyrd í
málinum, staðkend fólk og
sýslumenn, og ákæruvaldið
hevði eisini spurt sýslumenn
um landið, hvussu siðvenjan
mundi vera á økinum.
Vanligt at fólk
taka náta
Øll vóru tey samd um tað
sama – vanligt var, at náta
veiðan var almenn, loyvd hjá
tí, sum hevði hug. Gamaní er
tað allarmesta av nátaveiðu
ni á havi og krevur tí ser
staka útgerð, men summa
staðni í landinum ber til at
taka náta fram við vegum, í
áum og á vøtnum.
Fleiri sýslumenn greiddu
frá, at tað, teir vita um, er ikki
vanligt at spyrja jørðánaran
um loyvi at fara eftir náta,
og Jacob Vestergaard, sýslu
maður í Eysturoy og í Sandoy
og fyrr eisini í Suðuroy, sigur,
at meðan svartfuglurin var
ogn hjá ánaranum, hevur
tað altíð verið siðvenja, at øll
kundu fara eftir náta, eisini í
bjørgini, greiddi hann frá.
Nátaveiðan nógv økt
Bóndin
segði
seg
vera
varugan við, at hetta var
vanligt at gera, men helt fyri,
at tað var nógv økt seinastu
árini. Nú komu fólk alla
staðni frá í bili at taka nátar
í Saksunardali. Onkur teirra
spurdu um loyvi, og hann
plagdi at geva tað, men vildi
fegin blíva spurdur.
Málið snýr seg lutvíst
um lunnindi og lutvíst um
atkomurætt. Lunnindi eru
serrættindi, ið fylgja við jørð
ella ogn. Er nátin at rokna
sum
lunnindi?
Altso
er
loyvt at taka náta á jørðini
hjá øðrum? Í Danmark og
Noregi verða nøtir og ber
ikki roknaði sum lunnindi
av
uttangarðsjørð,
men
hvørja støðu hevur fuglurin
í Føroyum? Svartfuglurin
verður roknaður sum lunn
indi, men verjin hjá manni
num vil vera við, at tað er
nátin ikki.
Lógin
sigur
rættiliga
greitt, at eigarin av jørðini
hevur rættin til grøði og
lunnindi hennara, men sið
venjan hevur í øldir verið, at
nátar kundi ein taka, segði
eitt vitni úr Streymnesi.
So er tað spurningurin
um atkomu. Hevði maðurin
loyvi at vera á økinum, har
hann
tók
nátan?
Lógin
sigur, at bóndin eigur at geva
loyvi, um fólk skulu ferðast
á jørðini innangarðs ella fara
av bygdagøtuni uttangarðs.
Ikki samsvar millum
siðvenju og lóg
Men aftur her er føroysk sið
venja ikki í samsvar við lóg
ina. Sum vitnini greiddu frá,
so var siðvenja, at um ein
bar seg høvisliga at og ikki
órógvaði, so var einki í vegin
fyri at ganga á bøi ella í haga,
sum annar átti. Og um ein
gjørdi okkurt, sum órógvaði,
so fekk man tað at vita og
rættaði seg eftir tí. Víst var
eisini á, at nátaíðin liggur
eitt tíðspunkt, tá lítið annað
hendir í føroysku náttúruni.
Lombini verða lembd á vári,
bøurin er mest sum allur
sligin og heystfjøllini eru ikki
byrjaði. Tí er ósannlíkt, at ein
órógvar nakað við at ganga í
bøi ella í haga hesa ársins tíð.
Dómarin skal tí til at meta
um, hvørt nýggjaru lógirnar
(hóast fuglaveiðulógin er frá
1954) seta til viks føroyska
siðvenju á hesum økinum.
Verjin vísti á, at hetta kann
gerast torført, tí meðan
nýggjaru lógirnar eru bygdar
á danska rættarskipan, eru
gomlu lógirnar og siðvenjur
nar ofta grundaðar í norskari
lóg og rætti. Og júst innan
landbúnað er greiður munur
á hesum báðum rættar
skipanunum.
Ákærin kravdi, at maður
in fekk 300 krónur í bót,
sum samsvarar revsingini
fyri stuldur, umframt at
hann skal rinda bóndanum
endurgjald fyri nátan. Verjin
kravdi sjálvsagt frídøming í
málinum.
Tað er tó merkisvert,
at tað skal taka tvey ár at
greiða eina ósemju um ein
náta. Hvussu hann gagnaðist
sigur søgan einki um.
STRÍÐIÐ UM
EINSAMALLA
NÁTAN
Lítið mundi nátin grunað, tá hann royndi at sleppa
sær á flog úr rókini í Saksunardali, at lagna hansara
skuldi enda heilt í Føroya rætti, tvey ár seinni