Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juli 2000síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 139 - 22. juli 2000 gult cyan magenta svart ULL! Føroyskt Heimavirki keypir væl nappaða – ikki klipta – ull fyri 70 kr. kg. Vendið tykkum til Føroyskt Heimavirki, tlf. 311767, og fáið meira at vita. Føroyskt Heimavirki Kongabrúgvin Tórshavn Undirvísingar- og Mentamálastýrið Undirvísingar- og Mentamálastýrið er stongt vegna summarfrí frá mána- degi 24. juli til fríggjadagin 4. august 2000. Hava tygum átrokandi ørindi til okkara, ber til at koma í samband við stýrið um telefaks nr. 35R50R56 ella við telduposti til: umms@umms.fo Tá ið latið verður upp aftur, er avgreiðsla okkara flutt til Hoyvíksveg 72. Undirvísingar- og Mentamálastýrið Stongt vegna summarfrí DEILDARLEIÐARI á Sýnsdeildini Søkt verður eftir deildarleiðara til Sýnsdeildina á Bileftirlitinum til setan skjótast gjørligt. Starvslýsing: Deildarleiðarin hevur mótvegis stjóra stovnsins ábyrgd av Sýnsdeildini og er partur av leiðslubólkinum á stovninum. Deildarleiðarin skal mótvegis stovnsleiðsluni, trúfast og samvitskufult umboða áhugamál stovnsins. Deildin umfatar: • regluligt sýn og umsýn • tekniskar kanningar og uppmátingar av akførum • skrásetingarsýn av lastbilum og bussum • dagføring av lógum, kunngerðum og reglugerðum á bil- tekniska økinum • umsiting av floksgóðkenningum og meginfloksgóðkenningum • tekniskar lýsingar og kravfestingar fyri akfør • tekniskar kravfestingar fyri eftirlitsarbeiðið • dygdartrygging av eftirlitsarbeiðinum • útbúgving av starvsfólki í Sýnsdeildini • umsjón og viðlíkahald av sýnshøllum og útbúnaði stovnsins • viðlíkahald av tænastuakførum • góðkenning og eftirlit við bilverkstøðum til umsýn • samstarv við Bileftirlit í hinum norðanlondunum • annað norðurlanda samstarv Umframt deildarleiðaran, starvast í Sýnsdeildini í løtuni 4 sýnsmenn, sum vísa til deildarleiðaran. Førleikakrøv: Tann sum settur verður í starvið, skal ástøðiliga vera tekniskt væl fyri, so sum verkfrøðingur ella maskinmeistari, hava drúgvar royndir á biltekniska økinum, góð samstarvs- og leiðaraevni og kunna arbeiða sjálvstøðugt. Setanartreytir: Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og við- komandi fakfelag. Starvssetanin hoyrir undir Vinnumálastýrið við til- hoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðal- stýri. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jákup Jacobsen ella Hans J. Stenberg á tlf. 350 400. Umsóknir saman við prógvum og viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. september 2000. Bileftirlit Føroya Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206 110 Tórshavn Bileftirlit Føroya er stovnur undir Vinnumálastýrinum og hevur sum endamál at fremja akfara- tøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting. Stovnurin er skipaður í 3 deildir. Umframt høvuðssæti í Tórshavn, hevur stovnurin sýnsdeildir um alt landið. Á Bileftirlitinum starvast 17 fólk. Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið Starvsfólk til matstovuna Søkt verður eftir einum fólki at reka matstovuna í Fíggjarmálastýrinum, ið heldur til á Argjum. Tað eru 5 stovnar/deildir í hølunum hjá Fíggjar- málastýrinum og eru umleið 100 starvsfólk. Arbeiðsuppgávur: Starvið umfatar: Gera mat til starvsfólkið, ið nýta matstovuna. Standa fyri innkeypi av mati, gerð av kaffi/te til fundir o.t.. Starvið umfatar eisini reingerð av matstovuni. Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður at seta skjótast gjørligt. Útbúgving: Ynskiligt er, at viðkomandi ið settur verður, hevur drúgvar royndir innan køks- ella kantinuarbeiði. Løn: Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála við viðkomandi yrkisfelag. Umsóknir: Skrivlig umsókn verður at senda innan 14. august 2000. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postboks 2151 FO-165 Argir Meira fæst at vita við at seta teg í samband við Birgit Hansen, deildarstjóra á tlf. 35R20R26. Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78 • Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald • Seta gravsteinar upp v.m. • Gera tún við flisum ella oljugrúsi • Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a. Spyr - tað kostar einki! Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta Til sølu 28 fót bátur til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 215138