Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Politikarar skulu raðfesta Tað verður áhugavert at síggja, hvør nið­ ur­støðan verður hjá landsstýrinum eft­ir fundir á Viðareiði og í Skálavík, har upp­ gávan millum annað er finna út av, hvørjar í­løgur skulu útsetast. Okkurt bendir á, at landsstýrið ætlar at lurta eftir ástøðini hjá Keynes gamla, sum mælti til, at tað almenna leggur til síðis í góð­um tíð­um, tá tað privata ger stórar í­løg­ ur, fyri síðani at seta virksemi í gongd, tá slak­ari er hjá tí privata. Hetta ljóðar so skilagott. Og allir pol­i­ti­k­ a­r­ar plaga at koma við hesum gullkornum – umenn bara viðhvørt og tá tað passar teim­um best. Men tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki skila­gott, at tað almenna brennir so nógvar peng­ar av, tá tíðirnar eru góðar. Nógv virk­ semi er, og tí er tað ikki neyðugt og bein­leið­ is skaðiligt fyri búskapin, at tað almenna bein­leið­is koyrir ov nógva ferð á búskapin. Prís­ir­inir verða hægri, og tað verður dýrari at byggja, bæði fyri tað almenna, fyri vinnu­ lív­ið og ikki minst fyri tann einstaka, sum skal byggja sær hús. Ein ónd ringrás. Men tað er ikki nóg mikið, at bara lands­ kass­in heldur aftur. Neyðugt er eisini, at komm­unurnar halda aftur og at almennu part­a­feløgini gera tað sama. Tað tykist verða trup­ult at samantvinna hesi sjónarmið, tí her kem­ur altíð so nógv annað stríð uppí. Men tá vit kjósa okkum politikarar, so er tað júst fyri at skera ígjøgnum, at raðfesta. Tað er fremsta uppgávan hjá politikarum. Tað finnast altíð góðar grundgevingar fyri ikki at halda aftur. Eldraøkið er ein hent umbering í so máta, allar kommunur siga tað sama, at tað er vorðið nógv dýrari, síðani kommunurnar fingu ábyrgdina, og at afturberingin strekkir ikki til. Tað er eisini púra rætt, at flestu komm­ un­ar megna illa at fylgja við. Og tað er eisini rætt, at stórur tørvur er á eldrabústaðum, og at tann tørvurin bara fer at vaksa. Tí skulu eldra­bú­staðir byggjast, so okkara eldru borg­ar­ar fáa virðilig kor ta síðstu tíðina. Tað eru vit øll samd um. Men tað skal altso skerast ígjønum. Velja vit okkurt til, so má annað veljast frá. Tað nyttar einki bara at tosa um tað og at brúka tað sum politiska kastibløku, nú valið nærkast. Hattin av fyri Løgtinginum, um tey í sátt og semju megna kynstrið at velja til og velja frá – alt til landsins og fólksins besta. Um vikuskiftið verður Gitt­ar­ting í Klaksvík So er gittartingið aftur á skrá um vikuskiftið. Tað verður Bjørt Samuelsen, forkvinna í Løgtingsins Vinnu­nevnd, sum fríggjadagin klokkan 16 setur Gitt­ar­tingið og letur soleiðis Norðurlensku gittarframsýningina upp. Umboð fyri Klaksvíkar kommuna bjóðar vælkomin. Seinni um kvøldið klokkan 20, verður fyri­lest­ur um Norðurlendskar gittarar, har gitt­ar­ saml­ar­ar­nir Aksel á Botni og Asgaut Steinum úr Noregi, siga frá. Leygarkvøldið klokkan 20 verður árrsins truba­dur­konsert, har Jógvan Skorheim, borg­ ar­stjóri setur konsertina, Rudolf & Rouch taka eisini lut. Sámal Ravnsfjall, spæl­ir, Rudolf Joensen tos­ar við Petur Rouch. Eftir steðgin spæla Eyð­un Nolsøe og Guðr­ið Hansdóttir. Not­a­rius publikum skip­ar fyri burturlutan av tveim­um norður­ lendsk­um gittarum. Uppgávn er at skera ígjøgnum Bjørt setir gittartingið KLAKSVÍK Les eisini blaðið á telefonini Steðga tunnils­ stoppinum Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður Tíðargrein síða 6 Stórt bragd og ein faðir Siðsøga síða 26-27 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Danska uppboðssøluhúsið, Bruun- Rasmussen, fer í næstu viku at meta um virði á føroyskum ognarlutum á Hotel Føroyum Mánadagin verður metingardagur á Hotel Før­oyum frá klokkan 17 til klokkan 20. Tá fara fólk frá danska uppboðssøluhúsinum Bruun-Rasmussen at seta prís á list, list­ hand­verk, arkitektteknaðar møblar, silvur, smúkk­u­r, ur, frímerki og myntir. Tey hjá Bruun-Rasmussen siga, at hetta er gott høvi hjá forvitnum fáa ásett virði á lutum – og hvør veit, kanska krógvar seg ein dýr­gripur, sum kann geva tær nógvar pengar á uppboðssølu? Tað er púra óforpliktandi og talan er um eina ó­keypis meting. Er luturin ov stórur at taka við á hotellið, so ber til at taka eina mynd við av lutinum. Hendan dagin er møgu­ligt at lata lutir inn til komandi upp­ boðs­søl­ur. Tað ber eisini til at bíleggja eina vitj­an heima við hús. Tey hjá Bruun-Rasmussen siga, at tey fylgja væl við rákinum, og hvørjum fólk spyrja eftir á uppboðssølumarknaðinum. – Júst í hesum døgum síggja vit høg ham­ars­sløg upp á list, antikvitetir og de­sign. Vit síggja eisini framgongd á markn­aðinum fyri bæði russiskan og kinverka list og listhandverk sum smúkkur og ur. Eisini er stórur eftirspurningur eftir saml­ar­a­ob­jekt­ um sum frímerkjum og myntum. – Vit eru serliga áhugað í listarverkum av Sám­al Joensen-Mikines, Ingálvi av Reyni, Zach­ariasi Heinesen og Torbirni Olsen, siga tey hjá Bruun-Rasmussen. Fólk kunnu seta seg í samband við Peter Beck á: +45 88181186/e-mail: pb@bruun- rasmussen.dk Hvussu nógv er tað vert? 7. SEPTEMBER 2018