Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 103 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Grindaboð var í Vágum, men har vóru so mikið fáir hval, at mann valdi at lata Náttúrugripasavnið merkja hvalirnar. Flogfarið, sum maltesiska fótbóltslandsliðið var í, mátti venda við aftur til Malta orsakað av tøkniligum trupulleikum. Sjúkrahúsverk Føroya hevur søkt eftir nýggjum varastjóra, og til hendan sessin komu fimm umsóknir, sum allar vóru frá monnum. Nú leitar Kringvarpið ikki bara eftir nýggjum tíðindaleiðara og stjóra. Mentanarleiðarin í Kringvarpinum, Barbara Samuelsen, fer í farloyvi, tí hon hevur fingið starv sum nýggjur stjóri í Visit Tórshavn. Jóan Símun Edmundsson klárar seg væl í týskum fótbólti fyri tíðina, og hann varð kosin sum besti leikari hjá Arminia Bielefeld í august og kom eisini á vikuliðið hjá týska blaðnum “Kicker”. Sambært búskaparráðnum eru inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu nærum 100 milliónir krónur hægri, enn ætlað varð. Í ella á Marknagili? MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Hevur tú hoyrt, at Føroyar skulu ruddast? 15. september fara fleiri hundrað føroyingar út í náttúruna um alt landið at rudda Føroyar í sambandi við altjóða dagin, “World Cleanup Day”. Í seinastuni hevur nógv tos verið um Marknagil í Havn. Men hvørja fyriseting brúkar mann um Marknagil í hvørjumfalli? Rætta fyrisetingin er í. Dømi: Nýggjur matvøruhandil lat upp í Marknagili mikudagin. Hinvegin sigur mann “á Marknagilsvegnum”. At fólkaskúlin/fólkaskúlalærari skipar fyri, at mítt barn skal sita undir LGBT-propaganda er óhoyrt, og tað finni eg meg snøgt sagt ikki í!  Á bólkinum um fuglar í Føroyum stendur at lesa, at fleiri skúgvar enn eru at síggja, hóast teir plaga at rýma suður eftir um hesa tíðina. Gul til stívt andøvsgul – 8 til 11 ms – av landnyrðingi, sum út á náttina minkar niður í 2 til 7 ms. Fyrrapartin eitt sindur av sól, seinni ádrigið og regn í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 ms. Lot til andøvsgul – 2 til 8 ms – av suðri. Út á kvøldið og náttina meira vindur – stívt andøvsgul til strúk í vindi, 8 til 11 ms, av útsynningi. Fyri tað mesta samdrigið og stundum regn. Hitin millum 7 og 12 stig. Lot til andøvsgul – 2 til 8 ms – av landnyrðingi, sum út ákvøldið minkar til undir 5 ms. Av ymsum ættum. Fyri tað mesta samdrigið, men turt og hitin millum 10 og 15 stig, í støðum lýggjari. Út á náttina lot tilandøvsgul av útsynningi og suðri, 2 til 7 ms. Samdrigið og sum frálíður regn í støðum. Hitin um 10 stig. 8-11 m/s 2-8 m/s Havi nevnt tað her fyrr, men føroyska samfelagið er farið at líkjast ringastu skrankipáva-londunum. Ferð eftir ferð kemur mær fyri oyrað hendingar, sum síggja út sum tær bert verða framdar, so lívið skal gerast truplari hjá føroyskum samfelagsborgarum. Eitt nýtt dømi, sum er alment frammi, undirstrikar bara okkara skrankipáva- hugsjón. Ein føroyskur maður er giftur kvinnu, sum ikki er danskur ríkisborgari. Saman hava tey eitt barn á veg, men Gud hjálpi mær, nú skal hendan kvinnan gjalda millum 25.000 og 73.000 krónur, skal hon eiga barnið í Føroyum. Álvaratos! Talan er um eitt barn, sum føroyingur er pápi at. Hví í verðini skal tann tænastan, sum sjúkrahúsið veitir øllum føroyingum ókeypis, nú knappliga kosta hesari kvinnuni, sum altso formliga er gift føroyska manninum? Eg meini so við. Tað kann got vera, at ongir reglar eru, sum siga, at soleiðis er tað, til kvinnan hevur fingið danskan ríkisborgaraskap, men til tá, so lat hasa rokningina liggja. Tað kann ikki vera so ringt – ella hvat? Ája! Í hesum døgum hevur Útnorðurráðið hildið fund í Føroyum Fyri fyrstu ferð var fundurin hildin í tinghúsinum. Mangan verður tosað um, at tað er spill av pengum við Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum. Tað kann gott vera, at hetta kostar eitt sindur, men hyggja vit at stóru myndini, so er tað avgerandi at vit, sum búgva her á leiðum kenna hvønn annan persónliga. Tað kann eisini vera, at tað tað er nógv tos, men skulu vit finna fram til felags stev, so er neyðugt, at vit vita, hvat hvør av okkum heldur og hvussu vit kunnu tilpassa okum hvør øðrum. Fyrst tá ber til at standa saman. Ája! Mewnningarkvoturnar eru komnar í drag. Tær eru ikki útskrivaðar enn. Okkurt bendir á, at tað stendur á onkustaðni. Hvfussu ber tað til at vit ikki kunnu fáa at vita, hvata gjørdi, at eitt mál ikki var avgreitt? Og um alt er so skilagott og gjøgnumskygt, hví verður ikki alt lagt fram? Veit væl at eitt nýtt lógarkompleks um fiskivinnuna kann skapa trupulleikar. Serliga tí tað hjá fiskimálaráðnum er mótbrekka so at siga allan vegin. Hvørki vinna ella manningarfeløg hjálpa til fyri at fáa broytinganrar at virka. Tí hugsi eg lættast hevði verið um meira gjøgnumskygni er, heldur enn at myrkaleggja mál, so gitingar taka seg upp. Ája! Og landsdystur er í kvøld. Vónandi fylla vit Tórsvøll í kvøld til fyrsta dystin í Nations Leaugue. Malta er mótstøðuliðið. Teir eru góðir, men ikki betri enn at ein góðan dag, sum í dag, eiga vit at vinna teir á heimavølli. Vónandi. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At týsdagin 4. september vóru tað 20 ár síðan Pizza67 lat upp fyri fyrstu ferð? 2-8 m/s