hósdagur 6. september 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 103
28
TÍÐARGREIN
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Steðga tunnilsstoppinum
Jákup Mikkelsen
løgtingsmaður
– Eg havi sæð nógvar útlendskar bilførarar í føroyskum leigubilum fara inn í 280 cm breiða holið, har
1.600 bilar koyra hvørt samdøgur. Tað tekur hesum útlendingum 3-4 ferðir so langa tíð at koma gjøgn
um holið sum staðkendum bilførarum. Farleiðin norður um Fjall er ein deyðsfella – ein stór landa
skomm og skommin hevði ikki fingið loyvi at staðið órørd, um trupuleikin landsfrøðiliga lá nærri
Tinganesi, skrivar Jákup Mikkelsen millum annað í tíðargreinini í dag
S
einasta sunnudag vóru
tvey ár liðin síðani okkara
trafikkministari Henrik
Old, saman við øðrum
góðum fólkum, var á Viðareiði við
grindaknívinum og kubbaði snórin
fyri nýggja Viðareiðistunlinum.
Hetta var ein hátíðarløta sum
øll fegnaðust um. Løgmaður var
sjálvandi við. Í samrøðu við KVF
sama dag segði løgmaður, at nú
stóð nýggi Hvalbiartunnilin næst í
bíðirøðini og um 5-6 ár fór at vera
koyrandi norður um Fjall gjøgnum
nýggjar tunlar. Løgmaður tók kort
ini tað fyrivarni, at treytin fyri hes
um var, at vit framhaldandi høvdu
búskaparligan viðvind.
Búskaparligu fyritreytirnar hava
hildið, men tað hava lyftini frá løg
manni avgjørt ikki gjørt. Nú meira
enn tvey ár eftir at Henrik Old
sveiggjaði grindaknívin á Viðareiði
er Hvalbiartunnilin ikki so mikið
sum útboðin.
Hóst talið av skrásettum akfør
um er økt í stórum seinastu árini, so
tykjast tað at vera mong í samgong
uni sum fegnast um tunnilsstoppið
og tey siga við ein munn, at einki
skal henda í Norðoyggjum, fyrr
enn grindaknívurin hevur verið í
Hvalba.
Um orð løgmans fyri tveimum
árum síðan vóru eftirfarandi, so
koyrdu vit norður um Fjall gjøgn
um nýggjar tunlar um 3-4 ár. Men
so átti arbeiðið eisini at verið ávegis
nú.
Samstundis sum landsstýrið
hevur sett tunnilsstopp hevur
ferðavinnan ment seg í stórum. Eg
koyri nógv í tunlunum norður um
Fjall og støðan er ótespilig. Hetta
summarið hevur í ólukkumát
prógvað tað sum mong hava óttast.
Ferðsluteljingarnar hjá Landsverk
siga, at ferðslan er methøg. Eg havi
sæð nógvar útlendskar bilførarar í
føroyskum leigubilum fara inn í 280
cm breiða holið, har 1600 bilar koyra
hvørt samdøgur. Tað tekur hesum
útlendingum 3-4 ferðir so langa
tíð at koma gjøgnum holið sum
staðkendum bilførarum. Farleiðin
norður um Fjall er ein deyðsfella -
ein stór landaskomm og skommin
hevði ikki fingið loyvi at staðið
órørd, um trupuleikin landsfrøðiliga
lá nærri Tinganesi.
Hóast løgmaður fyri tveimum
árum síðani lovaði fólkinum norðan
Fjall nýggjar tunlar um 5-6 ár, er
snøgt sagt einki hent uttan tað, at
Eysturoyartunnilin er komin tvey
ár nærri. Og hesin tunnil letur upp
um tvey ár. Tá verður ruðuleikin
norður um Fjall fullkomin, og tað
er helst bert ein spurningur um tíð,
áðrenn hetta fer at kosta mannalív.
Men landstýrið stingur bert høvdið
í sandin.
Vit løgdu eitt uppskot fram á
ting í vár um framskundan av tunl
um norður um Fjall. Men uppskotið
varð felt. Fleiri samgongufólk vóru
jalig mótvegis uppskotinum, men
tey settu sítt álit á løgmann, sum
skuldi koma við eini loysn. Eisini
varð sagt, at løgmaður skuldi kalla
allar floksformenninar saman, fyri
at fáa eina breiða semju um fram
skuldan av tunnilsloysnini. Og vit
hava bíðað í spenningi.
Men einki hoyrdist frá Aksel.
Hann skuldi gera sínar ”kanningar”,
um til bar at framskunda tunlarnar,
men har er tøgn. Óivað hevur
løgmaður gjørt sínar ”kanningar”.
Kanningin merkir helst, at løg
maður spyr Poul Michelsen og
Kristinu Háfoss um tað ber til at
framskunda tunlarnar norður um
Fjall. Hesi siga sjálvandi ”nei”, tí
økið norðan Fjall er teimum púra
óviðkomandi. So er kanningin hjá
løgmanni liðug og Aksel situr eftir
sum ryssa yvir deyðum fyli.
Løgmaður er ein fittur maður
og hann tekur óivað trupuleikan
í álvara, men eg havi ein illgruna
um, at hann hevur ov lítið at siga í
Tinganesi. Har eru tað onnur ið seta
dagsskránna.
Samstundis roynir Miðlahúsið
sum vant at verja Javnaðarflokkin,
og ákærir okkum, sum hava lagt
tunnilsuppskotið framaftur á ting,
at vilja broyta tunnilsraðfestingina
(oddagrein 29/8). Blaðstjórin sigur
at vit ætla at broyta raðfestingina
og fáa Hvalbiartunnilin afturum í
bíðirøðini. Hetta er beinleiðis lygn
og tað veit Eirikur Lindenskov væl!
Trupulleikin er ikki, at tunlarnir
norður um Fjall standa aftan fyri
Hvalbiartunnilin. Trupulleikin er
ábyrgdarleysa tunnilsstoppið, sum
sitandi landsstýrið hevur tryggjað!
Einki landsstýri hevur tosað
so nógv um tunlar sum núsitandi
landsstýri. Og einki landsstýri
hevur gjørt so lítið við at fremja
tunnilsgerð sum núsitandi lands
stýri. Tað eru liðin umleið 3½ ár
síðan seinasta skotið varð latið av
í Viðareiðistunlinum; og Hvalbiar
tunnilin, sum stóð næst í bíðirøðini,
er framvegis ikki útboðin.
Um tunnilspolitikkin hjá sitandi
samgongu er stutt at siga. Tey hava
sitið við valdinum í trý ár, men tey
hava ikki borað ein einasta metur.
Men nú liggur uppskotið um
framskundan av tunlunum norður
um Fjall aftur á tingborði. Tey sam
gongufólk sum feldu uppskotið í
vár við tí grundgeving, at løgmaður
sat við ”loysnini”, mugu so aftur
finna eina kreativa undanførslu,
um tey einaferð enn ætla at fella
uppskotið.
Harvið tryggja tey, at landa
skommin og deyðsfellan í Norð
oyggjum verður varðveitt.
»Samstundis sum landsstýrið hevur sett tunn
ilsstopp hevur ferðavinnan ment seg í stórum.
Eg koyri nógv í tunlunum norður um Fjall og
støðan er ótespilig. Hetta summarið hevur í
ólukkumát prógvað tað sum mong hava óttast«
6