hósdagur 6. september 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 103
8
FØROYINGUR SKULDSETTUR
FØROYINGUR SKULDSETTUR
Ein maður skal nú í rættin
í mest umfatandi máli um
barnaporni nakrantíð í Føroyum
ÁKI BERTHOLDSEN
– Hetta er mest umfatandi mál, vit
nakrantíð hava havt í Føroyum um
barnaporno.
Tað sigur Linda Hesselberg,
varafúti.
Nú hevur aftur eitt enn barna
porno tikið seg upp í Føroyum.
Talan er um ein tilkomnan mann,
miðskeiðis í trýatiárunum, sum
er skuldsettur fyri hava eina ør
grynnu av filmum og myndum við
barnaporno á telduni.
Hann er eisini skuldsettur fyri
at hava sent øðrum bæði myndir
og filmar við barnaporno, og fyri at
hava roynt at sent øðrum myndir
og filmar. Og í summum førum er
talan um serliga skerpandi um
støður.
Tilsamans er maðurin skuldsett
ur fyri at hava minst 135.875 porno
grafiskar myndir av persónum
sum síggja út til at vera undir 18
ár, umframt 2.430 filmsbrot av
persónum undir 18 ár.
Orsøkin til at tað er orðað so
leiðis, at persónarnir síggja út til at
vera undir 18 ár, er tí, at í roynd og
veru eru eingi prógv fyri aldrinum,
men tað verður mett, at talan er um
persónar undir 18 ár.
Av hesum eru 133.331 myndir, og
2.347 í bólki eitt, og 2.428 myndir og
81 filmsbrot eru í bólki tvey.
Í einum stubba her á síðuni
hava vit eina stutta frágreiðing
um, hvussu barnapornofrafiskt
tilfar verður bólkað.
Men so eru eisini 116 myndir
og tvey filmsbrot í bólki trý, sum
eru myndir og filmsbrot av serliga
grovum seksuellum slagi av børn
um, sum síggja út til at vera undir
18 ár.
Sendi til onnur
Harumframt er maðurin skuldsett
ur fyri at hava sent øðrum barna
pornografiskar myndir og filmar
og fyri at hava roynt at sent øðrum
myndir og filmar.
Í hesum sambandi er talan um
458 pornografiskar myndir og 1.093
filmsbrot av persónum, sum síggja
út til at vera undir 18 ár.
Í fleiri førum er eisini talan um
myndir og filmar, sum hoyra und
ir bólk trý, og sum sostatt eru av
serliga álvarsligum slagi við mynd
um og filmum av monnum, sum
neyðtaka smábørn, ella har børn
eru fyri øðrum kynsligum sam
bandi, har tey, undir harðskapi og
tvingsli, fáa lutir stungnar upp í
seg, og har tað eisini sæst, at børnini
líða, umframt at mett verður, at lív
og heilsa hjá barninum er í vanda.
Uppdagað í Danmark
Linda Hesselberg sigur, at tað
var serliga deildin fyri lógarbrot
á internetinum hjá løgregluni í
Danmark, National Cyber Crime
Center, sum kunnaði løgregluna
í Føroyum um, at ein ávís telda í
Føroyum hevði sent barnaporno
grafiskt tilfar víðari á internetin
um.
– Vit fingu síðani undirtøku frá
Føroya Rætti í, at telefelagið skuldu
upplýsa fyri okkum, hvør átti teld
una, og tá ið vit vistu tað, fingu vit
eisini undirtøku frá Føroya Rætti
til at gera húsarannsókn heima
hjá manninum, sigur Linda Hessel
berg.
Í hesum sambandi varð teldan
hjá manninum tikin og kannað, og
úrslitið av teimum kanningunum
er sostatt at maðurin nú er skuld
settur fyri mest umfatandi savn av
barnapornografiskum myndum og
filmum, sum nakrantíð eru funnin
í Føroyum.
– Tað heilt serliga við hesum mál
inum er, at summar av myndunum
og filmsbrotunum, maðurin hevur
latið øðrum, og hevur roynt at latið
øðrum, eru av serliga grovum slagi,
sum koma undir bólk trý, har menn
hava samlegu við smábørn. Tað ger
hetta málið nógv álvarsligari enn
tey mál um barnaporno, vit annars
hava havt í Føroyum, sigur Linda
Hesselberg.
Í 11 ár
Eftir tí, ákæruvaldið er komið fram
til, eru lógarbrotini farin fram í eitt
langt áramál, heilt frá 2005 til 2016,
tá ið bústaðurin hjá manninum
varð rannsakaður.
Upprunaliga hevði maðurin
játtað seg sekan, og tí var ætlanin
at føra málið sum eina játtanarsak,
har tað ikki er neyðugt við vitnis
frágreiðingum. Men táið málið
skuldi fyri rættin, tók maðurin
játtanina partvís aftur, tí hann
viðurkennur ikki, at málið er so
umfatandi, sum ákæruvaldið vil
vera við.
Sostatt verður nú farið undir
at skriva eitt ákærurit, soleiðis at
málið kann verða viðgjørt í rættin
um sum eitt vanligt rættarmál við
próvførslu og vitnum.
Men akkurát nær tað verður,
dugir varafútin ikki at siga.
HEVÐI 138.000 F
MYNDIR VIÐ BAR
Tað heilt serliga við hesum málinum er, at summar av myndunum og filmsbrotunum, maðurin hevur latið
øðrum, og hevur roynt at latið øðrum, eru av serliga grovum slagi, sigur Linda Hesselberg, varafúti
Tað ger hetta
málið nógv
álvarsligari
enn tey mál um
barnaporno, vit
annars hava
havt