Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 6 Heystið setir dám á tiltøk ÍTRÓTTUR SÍÐA 7 So er liðugt hesaferð Tað var stórur spenningur um val­ið í Svøríki í gjár. Trupult er at síggja, hvør hevur vunnið, og hvør hev­ur tapt. Javnaðarflokkurin gekk ikki so nógv aftur, sum spátt varð. Flokk­ urin misti 2,8 prosentstig av at­vkøð­ u­num. Borg­arligi kappingarneytin, Mod­e­r­a­t­erna, gekk heldur meira aft­ur, 3,5 prosentstig, men varð­veitti støð­una sum næststørsti flokk­ur. Størstu framgongdina høvdu tey víð­gongdu í Svør­ík­i­s­dem­o­krat­u­num, sum gingu 4,7 prosent fram. Í Svøríki eru tey von við blokk­pol­ i­tikk, har annaðhvørt tey reyðu við Javnaðarflokkinu á odda ráða, ella tey bláu við Mo­d­er­at­er­na á odda sita á valdinum. Søg­u­liga er svenski Javn­ að­ar­flokk­ur­in tann sterk­asti í øllum heiminum. Flokk­urin hevur verið størsti flokkur í Svørki í fleiri enn 100 ár, og sitið við valdið meginpartin av tíðini og hevur verið upp á 53.8 prosentum av atkvøðunum, tá hann var størstur í 1940.. Nú er flokkurin ikki nógv størri enn hin­ir javn­að­ar­flokk­ar­nir í Norð­ an­lond­um – men hóast greitt er, at tey reyðu ikki hava meiri­lutan í svenska ríkisdegnum, og tí vænta fleiri, at Stefan Løfvén, for­sæt­is­ráð­ harri, má leggja frá sær. Trupulleikin eru tó Sver­ig­e­s­dem­ o­kratarnir. Eingin vil sam­starva við tey, og verða teir 63 ting­sessir drignir frá, so hevur reyði vongur í ríkisdegnum ein tingsess fleiri enn blái vongur. Spurningurin er so, um Sver­ig­ es­dem­o­kratarnir, saman við bláa veingi, fara at fella reyð-grønu stjórn­ina hjá Stefan Løfvén. Í øllum førum eru politisku við­ ur­skitf­ini í Svøríki rættiliga ógreið. Javn­aðarflokkurin hevur sæð gongd­ ina, og hevur tí í valstríðnum mælt til, at blokkpolitikkurin verð­ur upp­ loystur, og at flokkar tvørt­ur um miðjuna í svenskum pol­i­tikki kasta saman soleiðis, at Sver­ig­es­dem­ okratarnir verða hildnir utt­an­fyri. Tað er integratiónspolitikkurin, sum skilir Sverigesdemokratarnar frá hin­um flokkunum í svenskum pol­i­tikki. Flokkurin, sum var ein mar­g­inalur flokkur, er nú so stór­ur, at hann longu hevur for­kom­ið blokk­ poli­t­ikk­inum­. Tað er einki, sum bend­ ir á, at nakar av blokk­un­um aftur í bræði megn­ar at vinna meiriluta í rík­is­degn­um. Tí má onk­ur bíta í grasið og ann­a­ðhvørt samstarva við Sver­ig­es­dem­ok­rat­ar­nar, ella má blokkpolitikkur skrott­ast og flokkar kasta saman tvørtur um miðjuna. ÓSEMJA UM ÚTLENDINGAR Tummas Jóhan í Djóna­ stovu, formaður í Huxa Nógv kjak hevur verið sein­ astu dagarnar um bú­stað­ar­ trup­ul­leik­an í Før­oy­um, og ein loysn til trup­ul­leik­an er – sam­bært fleiri, sum hava ver­ið frammi, umframt kom­ andi uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir – at komm­un­ ur­nar skulu fáa heimild at byggja leiguíbúðir. Trupulleikin er øgiliga stór­ur, og fleiri standa og mangla bústað. Higartil hevur einasta svar­ið til trupulleikan frá al­mennu Føroyum verið Bú­ stað­ir. Tó so hevur Bústaðir fleiri ferðir víst á, at tey megna ikki sjálv at loysa henda stóra mangulin av bú­støð­um. Nógv hava eisini funnist at teim­um privatu, tí tey ikki taka størri lut í at loysa henda trupulleikan. Men tað er eyð­sæð, at tá ið tann al­menni byggjarin er í nógv betri kapp­ing­ar­støðu enn tann privati, so loysir tað seg øg­il­iga illa hjá teimum priv­ atu at koma við í leikin. Eitt nú hevur stjórin á fyri­tøkuni MARK víst á, at hans­ara fyritøka má keypa grund­stykkir fyri fleiri milli­ ón­ir, meðan Bústaðir fær tað sama og meir fyri 1 kr. Sonja Jógvansdóttir vísir á, at komm­un­urnar hava bið­ ið um møguleikan at byggja leig­u­íbúðir. Jú, gaman í, summ­ar kommunur hava tos­að um tað, men eitt annað ynski er frá Tórshavnar komm­unu, og møguliga øðr­ um komm­unum við, at fáa heim­ild at geva privatum somu treytir sum Bústøðum. Tað almenna noyðist ikki at gera alt í Føroyum. Loysn­ in, ella ein byrjan til loysnina, kann vera so einføld sum at geva privatum og almennum fel­øg­um líkarætt. Kann líkarættur vera svarið? Onkur má geva seg í svenskum politikki – Eitt nú hevur stjórin á fyri­tøkuni MARK víst á, at hans­ara fyritøka má keypa grund­stykkir fyri fleiri milli­ón­ir, meðan Bústaðir fær tað sama og meir fyri 1 kr. Tað líður somikið væl við at spreingja í und­ir­sjóv­ ar­tunl­i­num, at nú eru teir komn­ir undir land á eyst­ ara arminum av Skála­fjørð­ inum eisini. Harumframt hava teir nú eisini sprongt seg suður um Raktanga. Í seinastu viku sprongdu teir 145 metrar tilsamans. Nú eru 6.921 metrar av teimum 11.250 metr­unum sprongdir. Tað eru altso góðir fýra kilo­ metr­ar eftir at spreingja til hol er ígjøgnum í allar ættir. Frá rundkoyringini til Rók­ina sprongdu teir 27 metr­ar. Her eru nú í alt sprongd­ir 875 metrar. Har eru teir sum sagt komnir und­ir land. Nú verður snarað norð­ur­eftir og sprongt norð­ ur móti munnanum við Rók­ i­na. Frá rundkoyringini móti Hvít­a­nesi vórðu 44 metr­ar sprongdir í síðstu viku. Har eru íalt sprongdir 1.055 metr­ ar. Her eru teir nú komnir suð­ur um Raktanga. Av Hvítanesi og norð­ur­ eftir sprongdu teir 74 metrar í síð­stu viku. Har eru í alt sprongd­ir 3.366 metrar frá Streym­oy­ar­landinum og er tunn­il­in nú beint eystan fyri Kald­baks­nes. Eru komin undir land á Toftum Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin