Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Tórsvøllur Sum vanligt er, so gevur Sosialurin spælarametingar, tá føroyska landsliðið hevur spælt. Hesa ferð er talan um eitt javnt gott avrik, har føroyska liðið tók av møguleikunum, slapp við skrekki­ num í fyrra hálvleiki og spældi í løtum heilt væl. Serliga málið hjá René Shaki Joensen vísti í eina nýggja síðu av føroyska spælinum. Spælararmetingarnar eru frá 1-10. Tær fyrihalda seg til hend­an dystin. Tað vil siga, at hóast onkur spælari liggur tætt við hægstu meting, so merkir tað ikki, at hann ikki kann spæla upp aftur betri í einum øðrum dysti. Spælara­ metingar eru gjørdar í mun hvussu stóra ávrikan spælarin hevur á hendan dystin. Gunnar Nielsen 7 Hevur ein lyklabjargin í fyrra hálv­leiki, meðan tað er málleyst. Kann als ikki lastast fyri málið, men hevur annars ikki so nógv at gera. Hann tekur okkurt fríspark og sleppur sær annars væl av við bóltin. Verður ikki trýstur nokk til at fáa meiri enn eitt 7-tal. Gunnar Vatnhamar 7 Skal hava stórt rós fyri fyrstu minuttirnar, tí hann er málrættaður við bóltinum og undir til tíðir kroyst­um umstøðum er hann rólig­ ur. Hann er í flestu førum stinnur í verjustøðu, har maltesar koma til lítið. Tekur eisini eitt gult kort fyri liðið í fyrra hálvleiki. Ein fín byrjan á landsliðnum til leirvíkingin. Atli Gregersen 7 Stýr sum altíð væl liðnum og tekur nakrar nærdystir, sum ein mið­verji skal. Tað passar honum væl, at vit hava bóltin, tí hann er sterkur í avspælinum. Verður sum so heldur ikki settur undir trýst og tað avspeglar metingina Sonni Ragnar Nattestad 7 Byjar við eini góðari langari send­ ing, sum er ein nýggjur partur av spæl­inum hjá miðverjanum. Vinn­ ur nógvar av sínum tvídystum, men verður eisini yvirspældur í onkrum føri. Eitt yvir miðal avrik. Viljormur Davidsen 6 Í verjustøðu kemur hann fleiri í millum avlevering, sum kundu blivu vandamiklar fyri okkum. Hann lesur spælið væl, men í onkrum føri rest­ar eitt sind­ ur í við inn­legg­ unum. Spælir javnt gott allan dyst­in. René Shaki Joensen 8 Stríðist væl á miðuni, har hann vinn­ur nógvar bóltar og sleppur sær skilagott av við bóltin. Millum undan 3-1 málinum. Hann krúllar avrikið av við einum framúr máli, har hann eisini eigur lut í upp­spælinum. Eitt sannførandi og gott avrik frá René, sum við hesum hevur spælt seg fastan á mið­vøllinum hjá landsliðnum. Hallur Hansson 8 Tað er ómøguligt ikki at dáma 6’ aran á landsliðnum. Er við í spæli­ num bæði í tí verjukenda, har hann vinnur nógvar bóltar og er ágrýtin, men eisini skilagóður í álopssøðu. Skorðar upp á møguleikan, sum hann fær, tá vit mest hava brúk fyri tí. Heldur onkuntíð ov leingi upp á bóltin, men vinnur flestu ferðirnar bóltin aftur. Brandur Hendriksson 7 Hevur nakrar óhepnar avleveringar í uppspælinum, men til aðrar tíð­ ir leggur hann framrættaðu av­ leveringina, sum fáir aðrir kunnu. Eisini hevur hann gott yvirblikk og letur bóltin fara í røttu støðunum. Eigur uppleggið til 2-1 málið og við at spæla seg í form aftur, eftuir drúgva skaðan. Sølvi Vatnhamar 7 Ársins spælari seinastu tvey árini spældi aftur væl á høgra vongi. Hann er sterkur á bóltinum og tor­ ir eisini at halda fast í honum, tá støðan krevur tað. Eigur stórt rós fyri uppleggið til 3-1 málið, har hann heldur fram at stíðast um bóltin, meðan aðrir steðga upp. Gilli Rólantsson 6 Tvøramaðurin eigur lut í 3-1 máli­ num, har hann rennur aftur um verjuna hjá Malta. Hetta gjørdi hann nakrar ferðir, og tað mundi blivið vandamikið hvørja ferð. Hótti ikki so nógv frá vonginum, emn slapp sær skila gott av við bóltin. Tykist trívast betri í kontrastøðu, enn tá vit hava bóltin nógv. FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR Spælarametingar: Talan var um eitt gott avrik, tá føroyska landsliðið vann 3-1 á Malta. Hóast partar av spælinum tóktust halta eitt sindur, so er niðurstøðan at avrikið sum heild er yvirmiðal ALLIR YVIR MIÐAL