mánadagur 10. september 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2018 · Nr. 104
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Føroyar ligga í løtuni á odda í
Nations League bólkinum, sum
telur Aserbadjan, Kosovo og Malta.
Við 3-1 sigrinum á Malta á Tórsvølli
fríggjakvøldið, meðan Aserbadjan
og Kosovo spældu málleysan javn
leik, so eru Føroyar fremstar í bólki
num eftir fyrsta umfar.
Dysturin er ein staðfesting av,
at okkara spælarar eru til reiðar
at taka av møguleikunum, tá vit
fáa teir. Avrikið er í stundum sera
sannførandi, meðan í øðrum løtum
skulu vit líka fóta okkum, tá vit
antin missa bóltin, ella tá maltersar
megna at spæla aftur um verjuna
hjá okkum.
Afturgangandi fyri bæði 1-0
málið hjá Jóan Símuni Edmunds
son, og 3-1 málið hjá Halli Hansson
er, at teir av møguleikanum. Tað
fyrra, tá maltesar gera ein villu, og
í seinna førinum fáa vit tað besta
burturúr eini rokaligari støðu.
Vit vinna á Malta, tí vit taka
av møguleikanum, men vit vinna
eisini tí føroyska landsliðið spælir
væl.
Gunnar við frá byrjan
Longu til fyrstu venjingarnar
sær tað út til, at 23 ára gamli leir
víkingurin, Gunnar Vatnhamar,
skal byrja inni. Soleiðs er eisini, tá
liðuppstillingin kemur á borðið.
restin av liðnum líkist sær sjálvum.
Longu í fyrstu minuttunum fær
hann seg royndan. Okkurt kundi
sálvandi verið betri, men sum helt
kemur hann væl frá uppgávuni.
Tað tykist onkra løtu sum, at
føroyska liðið ikki ordiliga hevur
funnið røttu samansetingina í
verjustøðu, men helst er tað bara
spenningurin
á
degnum,
sum
snýtir eitt sindur. Við at hyggja
eftir dystinum umaftur, so tykist
føroyska liðið í flestu førum hava
tamarhald á støðuni. Vit missa
nakrar ferðir bóltin, men føroysku
spælararnir eru grammir at vinna
bóltin aftur.
-Ein partur sum eg ikki eri nøgd
ur við er, at vit brúka ov nógvar
nertingar í summum førum. Eisini
spæla vit ov stuttar avleveringar,
sum ger at vit ikki koman nakran
veg við bóltin, sigur Lars Olsen,
føroyskur landsliðsvenjari.
Útselt og gott lag
Tað er útselt til dystin og til tíðir er
stemningurin fantastiskur, hóast
gamla FSF-húsið er tikið niður.
Skansin hevur uppiborið alt rós,
fyri at skapa ein so góðan stemning
til landsdystirnar. Tað er ein fragd
at vera til landsdystir, síðani
fjepparafelagið fór at gera um seg.
Tað merkist eisini rundanum
dystin, at lagið er gott. Føroyski
áskoðarin hevur í stóran mun lært
seg at fara til landsdystir. Tey eru
í landsliðstroyggjum, syngja við
og hugna sær. Hetta er hugaligt at
síggja.
Besta løtan
Í ellivu minuttir spælir føroyska
liðið nærmast dreymakent. Tað
byrjar við, at Jóan Símun Edmunds
son tekur av gávuni, sum vit fáa frá
vinstra vongverjanum hjá Malta,
Joseph Zerafa. Hann er óansin,
tá hann skal spæla bóltin aftur
til Steve Borg í miðverjuni. Tofta
maðurin í Arminia Bielefeld kemur
í millum og skorar.
-Eg hevði avgjørt, at skuldi
skjóta fyrstu ferð, tí eg sá at mál
verjin kom út, sigur Jóan Símun
Edmundsson.
Næstu minuttirnar eru føroyska
liðið omaná og spælir við sjálvs
áliti. Tað ganga einir sjey minutt
ir, so spælir føroyska liðið seg frá
málsparki
til
mál.
H e g n i s l i g t
s a m a n s p æ l
endar við, at René
S. Joensen verður púra
leysur. Hann er ísakaldur
og
plaserar
bóltin
framvið
málverjanum.
Løtu seinni eru vit líka við at
skora til 3-0, men tað endar við, at
Michael Mifsud minkar um mun
in. Ein áminning um, at trøini
ikki vaksa meir enn eitt vist, men
í ellivu minuttir er tað nærmast
dreymakent á Tórsvølli.
Taka av møguleikanum
Stemningurin er nakað spentur, tá
dómarin bríkslar seinna hálvleik í
gongd. Føroysku spælararnir skulu
líka finna fótafesti, tí tað er hóast
alt bara eitt mál á muni. Tí kemur
tað ótrúliga væl við, tá Hallur
Hansson tekur av møguleikanum,
tá hann fær hann í 52. minuttir.
Tað er René Shaki Joensen, sum
vinnur bóltin, Jóan Símun Ed
m u n d ss o n ,
ið
egur
avleveringina, meðan
Gilli Rólantsson eigur renn
ingina. Helst er brotsspark til
Føroyar, men Sølvi Vatnhamar
heldur framt at stríðast og spælir
Hall Hansson leysan.
Meðan bólturin tekur í net
meskarnar kemur stemningurin
f r á
f y r ra
hálvleiki
aftur. Jú, vit eru
betri enn Malta og nú
sæst tað eisini á máltalvuni.
Føroyska liðið heldur fast í
leiðsluni og vinnur ein tryggjan 3-1
sigur á Malta. Og sum áskoðararnir
syngja; “Vit liggja nummar eitt!”
trondur@sosialurin.fo
Landsliðið:
FØROYAR – MALTA 3-1
“VIT LIGGJA
NUMMAR EITT!”
Soleiðis sungu føroysku áskoðararnir við Skanskanum
á odda, tá Nations League dysturin móti Malta verður
bríkslaður av. Føroyska landsliðið tók av møguleikunum
og hevur ment seg, men enn er nakað á mál