týsdagur 11. september 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er skelkandi lesnaður at lesa
tað, sum heilsufrøðingarnir greiða
frá í blaðnum í dag (á síðu 8 og
9), um at so nógvar barnafamilju
mangla tak yvir høvdið.
Tað er yvirflóð av øllum í sam
felagnum. Vit eru fleiri fólk enn
nakrantíð, fleiri eru til arbeiðis enn
nakrantíð, og ongantíð eru so nógv
fólk flutt til Føroya.
Vit hava eisini eitt landsstýri við
fólki, sum ikki kundi halda summ
arfrí í 2015, tí hesi somu fólkini
høvdu so stóra umsorgan fyri
teimum fátøku barnafamiljunum.
Nú stita hesir tríggir flokkar í
landsstýrinum, stuðlaðir av eini
uttanflokkatingkvinnu, sum hevur
sett seg uttanfyri uttan ávirkan at
rópa harðast. Tað er faktiskt fúl
etandi skomm at lesa, at so nógv
fólk hava tað so ringt undir einum
stýri, sum lovaði at alt skuldi verða
so gott, tá tey komu til valdið.
Vit hoyra landsstýriskvinnuna í
fíggjarmálum viðganga, at bústað
arneyðin er stór. Samstundis sigur
hon, at landið klárar ikki at loysa
bústaðarneyðina einsamøll!
– Álvaratos, hvat er hetta fyri
tvætl? Hvat hugsa hesi fólkini fyri
sær? Hví halda tey, at júst tey sita
í landsins stýri?
Tað er ikki løgið, at fólk missa
álit á politiskum flokkum, tá so
langt er millum orð og gerðir. Tað
er einki at siga til, at døkkar duldar
kreftir fáa politiskt vald, so sum
vit hava sæð tað í ørðum londum,
tá politikarar gera sær so stóran
ómak at pilka sítt egna trúvirði
niður.
Samgongan lovaði, at øll børn
skuldi lyftast úr fátækaváða. Um
úrslitið so er vorðið soleiðis, sum
heilsufrøðingarnir greiða frá í
blaðnum dag, so áttu allar alarm
klokkur ringt í Tinganesi og á Vagl
inum í Havn. Tær greiða millum
annað soleiðis frá:
»Og tað er, at alarmerandi nógv
ar familjur heilt einfalt mangla tak
yvir høvdið. Og tann støðan versn
ar í hvørjum sambært heilsufrøð
ingunum, sum dagliga vitja hús
villar familjur.«
»Tað er tann størsti trupulleikin
beint nú: at fólk ikki hava tak yvir
høvdið. Also at familjur simpult
hen gerast heimleysar. Tær standa
úti á gøtuni. Fyrr var tað mest í
Havnini, men nú er trupulleikin at
síggja um alt landið«, greiða heils
ufrøðingarnir millum annað frá í
áhugaverdu greinini.
– Aksel, Høgni og Poul, smá
barnapápar og abbar! Hetta kunnu
tit ikki vera bekentir! Sita og spilla
tíð upp á einkisigandi snakk full
veldi og loysing og sjálvsavgerð
arrætt, meðan smábarnafamiljur
liggja úti á gøtuni.
Taka tit ikki annað skinn um
bak, so verða tit varpaðir úr Tinga
nesi á komandi løgtingsvali. Hetta
er stór, fúl, etandi skomm!
Í 2015 kundu tey ikki halda
summarfrí av umsorganarkenslu...
FÚL SKOMM HJÁ AKSEL & CO
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin