týsdagur 11. september 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Vanligt er, at bæði foreldrini
rinda
barnapengar,
men
hetta er ikki altíð so, eru for
eldrini ikki saman ella um
tey eru farin hvør frá øðrum.
Skyldan fylgir við, men í
ávísum førum vísir tað seg
at annar parturin ikki rindar
– annaðhvørt tí viðkomandi
ikki kann ella ikki vil.
Fyri at hetta ikki skal
ganga útyvir barnið, so er
ein skipan, sum ger, at tá ið
barnapengar ikki eru gold
nar til tíðina, so leggur Al
mannastovan pengarnar út.
Rættuliga stór partur av
hesum pengunum kemur
innaftur, men verður hugt
aftureftir til 2010 og fram til
í fjør, so var talan um eina
útreiðslu fyri landskassan
hvørt ár, burtursæð frá í
2014.
Í fjør var útrediðslan
til barnsapengar góðar 11
milljónir, sum altso Alman
nastovan legði út, men tað er
ikki enn eydnast at fáa eina
lítla milljón av hesum peng
unum innaftur.
Landsgranskoðanin hev
ur hugt at hesum. Tað vísir
seg, at eftirstøðurnar eru
rættuliga stórar. Í Búskapar
skipan landsins eru eftir
støðurnar fyri barnapengar
37 milljónir.
Men í skipanini hjá TAKS
har gjaldsavtalur eru gjørdar
og krøv ikki latin til panting
ar er eftirstøðan 17 milljónir
krónur.
Flyta av landinum
Í nógvum førum er tað so
leiðis, at mong av teimum,
sum eiga at rinda barnapeng
ar eru flutt av landinum –
annaðhvørt til okkurt annað
norðurland ella til onnur
lond.
TAKS hevur ikki sent
nakra innheinting til fólk,
sum búgva uttanfyri Norð
urlond. Hetta tí ein slík inn
heinting er ov dýr.
TAKS seendir skriv til
teirra sum skylda, tá ið tey
fáa eina fráboðan um tað
frá Almannastovuni, men
ongin vissa er fyri,a t tey sum
skylda fáa brøvini, tí adressu
upplýsingarnar ikki eru nóg
neyvar og tað gongur long tíð
til TAKS fær brøvini retur.
TAKS sigur annars við
Landsgrannskoðanina, at tey
royna at gera gjaldsavtalur
so sjálvvirkandi sum gjørligt.
TAKS umsitur avtalur
við 107 persónar (desember
2017), sum rinda. Flestu teirra
eru í Føroyum. Um skuldari
ikki rindar sjálvboðin ella
ikki hevur gjørt avtalu við
TAKS, heintar TAKS krøv
ini eftir reglunum í lóg um
innheinting av uppihalds
gjøldum.
Gera avtalur
Flytir persónur, sum skyldar
barnapening, av landinum,
biður TAKS viðkomandi um
at gera avtalu um at gjalda.
Eydnast tað ikki, sendir
TAKS kravið til innheinting
ar hjá viðkomandi myndug
leika í Danmark, Grønlandi,
Íslandi, Noregi, Svøríki ella
Finnlandi.
Um persónar, sum búgva
í hinum Norðurlondunum,
fáa A-inntøku í Føroyum,
verður trekt fyri eftirstøðu.
TAKS ger ikki meira við
málini, tá ið krøv eru send
til Norðurlond, enn at bóka
innheintaðar
upphæddir,
sum londini senda aftur til
Føroyar.
Síðani
2015
er
ongir
pengar
komnir
frá
Ud
betaling Danmark, tí tað
hava verið trupulleikar við
donsku KT skipanunum.
Sambært TAKS finst onki
samlað yvirlit yvir krøvini
fyri hvørt land.
Í 2007 gjørdi TAKS eitt
átak at rudda upp í skuldar
unum og niðurskrivaði ein
part av áognini.
Ivasamt er, um stovnurin
hevði heimild at avskriva, og
tí er sannlíkt, at áognin hjá
landskassanum átti at verið
størri, enn hon er.
TAKS heldur, at ein trið
ingur av skuldini kundi verð
ið avskrivaður, tí TAKS fær
ongantíð peningin inn.
Sambært
landsstýris
manninum
skal
fíggjar
støðan í landsroknskapinum
vera so rættvísandi sum
gjørligt.
Í hesum føri er talan um
persónar, sum eingi gjalds
evni hava og fara tí helst ikki
at kunna rinda. Eru als eingi
útlit fyri, at skuldin verður
afturgoldin, eigur hon at
verða avskrivað roknskapar
ligan sigur Landsgrann
skoðanin.
So
eftirstøðurnar
eru
framvegis nógvar milljónir
krónur.
Almannnaverkið rindar barnapengar,
tá ið páparni ikki gera tað, men
TAKS skal heinta pengarnar innaftur
TORFØRT AT HEINTA
BARNAPENGAR
FRÁ PÁPUNUM
Almannaverkið leggur pengar út fyri tey foreldur, sum ikki rinda barnapengar
TAKS skal so heinta pengarnar innaftur,
men eftirstøðurnar eru stórar
Landsgrannskoðanin hevur eftirlit fyri
Løgtingsgrannskoðararnar og í síðsta enda Løgtingið