Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Tað er altíð spennandi, tá Føroyabanki verður kann­ aður – og ikki minst hesi sein­nu árini, nú ábendingar hava verið um, at serliga hýsu­stovnurin og partvís eisini toskastovnurin aftur eru í menning. Seinastu tvey árini hevur rætti­liga nógv hýsa verið at sæð, bæði á Føroyabanka og á landgrunninum sum heild. Fult av hýsu Alt bendir á, at hýsu­stovn­ urin rættiliga er í menning, bæði á Føroyabanka og á land­grunninum, og bæði í ár og í fjør hava vendingar sum ”fult av hýsu” verið brúktar, tá havleiðir hava verið lagdar undir lupp av Havstovuni. - Yvirlitstrolingarnar hjá okkum vísa, at tað er rætti­ liga nógv hýsa at síggja, og talan er um fisk í øllum støddum. Her er bæði smá hýsa, miðalstór hýsa, og her er stór hýsa. Petur Steingrund heldur, at støðan hjá hýsuni á Føroya­banka tykist rættiliga spenn­andi, men eisini á land­grunninum hava yvir­ lits­trolingar víst, at her er eisini fult av hýsu í øllum støddum. - Hetta merkir, sigur fiski­ frøðingurin, at vit hava havt nakrar góðar hýsuárgangir, og nú er bara eftir at vóna, at hetta fer at síggjast aftur í fiskiskapinum, sum heystið gongur. Tað er ikki ókent, at fiskur í onkrum tíðarskeiði ikki tekur so væl agn, og her kann nógv spæla inn, eitt nú føði í sjónum, sjóvarhiti og ymiskt annað. Batar við toski Góða gongdin, vit seinnu árini hava sæð við hýsuni, hevur tíverri ikki í sama mun verið at sæð aftur í til­ gongdini av toski. Men, Petur Steingrund, fiski­frøðingur, sigur, at ymiskar ábendingar tó eru um, at tað eisini gongur held­ ur betri við toskinum. Hinvegin hevur toska­ veiðan í føroyskum sjógvi verið so lítil í fleiri ár, at tað skal ikki so nógv til, at tað verður eitt sindur betur, enn tað hevur verið. - Jú, tað eru ábendingar um, at bæði hýsa og toskur eru í vøkstri, tá vit hugsa um land­grunnin sum heild, tó at hetta serliga sæst aftur við hýsuni. Nú heyst yvir­lits­trol­ ingar­nar á Føroyabanka eru lidnar, og skipið er á veg til lands, sigur Petur Stein­ grund, at nøgdin av toski í yvirlitstrolingunum hesa­ ferð er á leið hin sama sum í fjør. - Á Føroyabanka er næstan bara stórur fiskur at fáa, tó at nøgdirnar av um­ leið trý ára gomlum toski, sum liggur millum 60 og 75 sentimetrar, eru dominer­ andi. Hann vísir á, at fiskurin á Føroyabanka veksur rætti­ liga skjótt, og tí er smá­fisk­ urin, sum í ávísan mun varð stað­festur á bankanum í fjør, í dag fiskur, sum liggur millum 60 og 75 sentimetrar. - Tað, vit síggja á Føroya­ banka í dag, er ikki alt yvir­ vaks­in toskur. Ein stórur part­ur liggur millum hesar 60 og 75 sentimetrarnar – og so er aftur ein árgangur, sum liggur millum 80 og 100 sentimetrar, sigur fiski­frøðing­urin. Einki er smátt Petur Steingrund vísir á, at teir í fjør fingu einar fimm toskar, sum vóru um­leið 40 sentimetrar, men í yvir­ litstrolingunum hesa­ferð var eingin toskur minni enn 58 sentimetrar. - Tað er lítið av smáfiski á Føroyabanka yvirhøvur, og her sæst lítið og einki av toski, sum er yngri enn trý ár. Hetta merkir tó ikki neyðtur­ viliga, at eingin toskur er, sum er yngri enn trý ár, sigur fiski­frøðingurin. Tá Petur Steingrund hevur gjørt sína niður­støðu burtur úr heyst yvir­lits­trol­ ing­unum á Føroyabanka, fara vit á Sosialinum at hyggja neyvari at tølunum. TAÐ ER FULT AV HÝSU Í ØLLUM STØDDUM MAGNUS HEINASON Á VEG AFTUR AV FØROYABANKA Enn er onkur stórur toskur eftir á landgrunninum. Hesin er 128 sentimetrar langur og vigar heili 24 kilo Mynd: Rósing Lydersen Havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur aftur verið á Føroyabanka og gjørt yvirlitstrolingar. Gongdin í heyst líkist gongdini í fjør. Tað er fult av hýsu í øllum støddum, og ábendingar eru um, at toskurin mennist spakuliga Mynd: Rósing Lydersen Seinnapartin í gjár, tá hav­rann­sóknarskipið Magnus Heina­son var á veg aftur av Føroyabanka, har skipið hevur gjørt yvirlitstrolingar, fekk Sosialurin eitt lítið prát við fiskifrøðingin, Petur Stein­grund, sum hevur verið tokt­leiðari henda túrin.