Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 32 søktu starv sum samskipari hjá Reyða Krossi Reyði Krossur Føroyar fekk nógvar góðar umsóknir, tá tey herfyri lýstu eftir samskipara Vilmund Jacobsen Fyrr í heyst lýsti Reyði Kross­ ur Føroya starv leyst sum samskipari í felagsskapinum, og Báður Atlason Ísheim, dag­ligur leiðari, sigur, at tey fingu tilsamans 32 umsóknir. - Vit fingu nógvar góðar um­sóknir – eisini frá fólki, sum hava fingist við human­ it­ert arbeiði. Vit hava havt nøk­ur fólk, eini fimm í tali, til sam­røðu, og tað hevur verið trupult at velja millum fleiri av umsøkjarunum. Dagligi leiðarin á Reyða Krossi Føroyar sigur, at støða er tikin til, hvør fær starvið, men ætlanin er ikki at almannakunngera navn og førleikar hjá komandi starvs­felagnum, fyrr enn við­komandi byrjar í starv­ in­um. Rakstur og menning Reyði Krossur Føroyar skipar á hvørjum ári fyri ymiskum verkætlanum, sum hava til endamáls at veita hjálp, bæði her í Føroyum og úti í heimi. - Tí skulu vit nú hava ein samskipara, sum ynskir at verða við til at reka og menna felagsskapin, saman við sjálv­bodnum, dagliga leið­ar­an­um og nevndini. Í starvslýsingini sig­ur felagsskapurin, at høv­uðs­ upp­gávurnar hjá sam­skip­ ar­anum verður at sam­skipa verkætlanir, loysa fyri­sit­ing­ arligar og fyri­fall­andi upp­ gáv­ur, taka sær av bók­haldi, skrá­set­ingum og van­ligum skriv­stovu­upp­gáv­um. Humanitert arbeiði Sum samskipari hjá Reyða Krossi er neyðugt, at tú hev­ ur hug og hegni at arbeiða við humaniterum hjálpararbeiði í Føroyum, og at tú megnar at arbeiða skipað og miðvíst og undir trýsti. - Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir við samskipan, fyrisiting og bók­haldi. Tá Reyði Kross­ur er ein sjálvboðin felags­skap­ ur, er tað ein fyrimunur, um tú fyrr hevur arbeitt við at sam­skipa verkætlanir, og um tú sjálv/ur hevur verið sjálv­ boð­in. Tað er um­ráð­andi, at tú hevur góðar mál­før­leikar bæði á før­oyskum, donsk­um og ensk­um, verður lagt aftr­ at. STARVSMARKNAÐUR Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR EG VEITI KISTUR UM ALT LANDIÐ, SAMA DAG Tær vanliga brúktu kistur við hvítum og gull krossi á lokinum +298 51 30 70 sh@sh.fo www.sh.fo Vit gravera nýggj nøvn og væla um skriftina á gomlum gravsteinum. Danstein www.danstein.fo Runavík Gerðisvegur 17 Tórshavn Marknagilsvegur 86 Tel 21 75 12 Gravsteinar og blómubeð • Prísir við litum verða eisini sendir um alt landið • Skjót avgreiðsla • Bílegg í góðari tíð. Um ynsk- ist og møguleikar eru fyri tí, verður steinurin uppsettur. krea Nýggjur samskipari Urd Johannesen er sett í starv sum samskipari í Tórshavnar Musikkskúla. Í summar varð lýst eftir sam­skipara til at samkipa átøk og verkætlanir í musikk­skúlanum. Fleiri umsóknir vóru til starvið, sum fall Urd Johannesen í lut, og hon byrjar mánadagin hin 17. september.  Urd Johannesen er út­ búgvin M.A. í Arts Man­ age­ment og Cand Mag í enskum og altjóða viður­ skift­um. vilmund@sosialurin.fo Leys størv í Vágum Heimatænastan í Vágum hevur í heyst lýst eftir sjúkr­arøktarfrøðingum og heilsurøktarum, og freist­in at søkja hesi størv gong­ur út sunnudagin 16. sept­ember, sum er sunnu­ dag­in komandi. Um heimasíðurnar hjá komm­ununum í Vágum er neyvari kunning um hesi størv og eisini ber til at venda sær til teldu­post­ adr­essuna hjá heima­tæn­ ast­uni á htv@htv.fo Aðalmálið hjá heima­ tænastuni er at tryggja, at allir borgarar fáa heilsu­ stimbr­an, fyri­byrg­ing, røkt, viðgerð og rehab­il­it­ er­ing. - Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði við tí enda­máli at skapa, endur­ skapa ella varðveita tað mein­ingsfulla gerand­is­ lívið hjá borgaranum á øll­ um lívsins stigum, verð­ur lagt aftrat. vilmund@sosialurin.fo Mikudagur 20. september 2017 Nr. 109 91. árg. kr. 20,00 í leysasølu skulu læra at undrast og granska Vísindavøka s4 LANDSROYNDIR: KØVA ÁHUGA 19 Vanligur prísur sin 120 hk Active Eyð h VIKAN IÐ FÓR VEYHE R Ð: SI VIÐ Ð Í LØTUNI IL VEYHE Á SÍÐU 14-15 R MDIR TÓKTUST AT RÓNDUR RSEN KOM Í ENDI